52-096/2024
Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. apr. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
096.24 Svar frá J. Christiansen til Ey. Samuelsen - Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. apr. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 14. apríl 2025 Mál: 25/08995 Tygara skriv: 52-096/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-096/2024 frá Eyðgun Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um snarbussin millum Klaksvík og Tórshavn Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær kann væntast at túratalið hjá leið 401 úr Klaksvík til Havnar verður økt, so koyrt verður oftari gjøgnum Eysturoyartunnilin? 2. Kann væntast, at leið 400 verður endurskoðað? Svar til spurning 1 og 2 Tað verður arbeitt við at tillaga leið 401, og nakrar broytingar verða eftir ætlan gjørdar á rutuni millum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina. Sum Strandferðslan áður hevur upplýst, hava sáttmálabundnar útreiðslur og hægri tunnilsgjøld í Eysturoyartunlinum við sær, at broytingar við øktum túratali fara at krevja meirfígging, um tænastan á øðrum leiðum ikki skal skerjast. Tað er ein avbjóðing fyri Strandferðsluna, at almenna felagsferðslan hjá Bygdaleiðum, sum fer gjøgnum gjaldstunlarnar, skal gjalda fult gjald fyri hvønn buss. Hetta avmarkar smidleikan fyri at nýta eitt nú Eysturoyartunnilin til at betra tænastuna og koyritíðina millum samanbundnu økini. Samskifti er við tunnilsfelagið um hendan trupulleikan. Landsstýrismaðurin vónar, at úrslitið verður ein lægri prísur fyri bussar, sum síðani kann geva betri umstøður at økja um túratalið. Leið 400 hevur í nógv ár verið mest nýtta farleiðin, og 15 ymiskar bygdaleiðir eru bundnar saman við koyringini á hesu leið. Tí er tað ein trupul uppgáva at gera broytingar á leiðini. Ein fyritreyt fyri at gera størri broytingar á Bygdaleiðum er tí, at Strandferðslan fær sett nýggja planleggingarskipan í verk. Eftir ætlan skuldi Strandferðslan komið á mál við hesum nú til várs, men orsakað av øðrum átrokandi arbeiðsuppgávum, er hetta tíverri nakað seinkað. Arbeiðið verður tikið uppaftur eftir páskafrítíðina, og tá ið skipanin er sett í gildið, verður tað munandi lættari at tillaga og broyta verandi ferðaætlanir, og at fáa betri rakstur á Bygdaleiðum. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Hetta, umframt onnur sølufremjandi átøk, fer uttan iva at betra tænastuna og at eggja ferðandi til at brúka almennu flutningstænastuna á Bygdaleiðum. Jóhan Christiansen Landsstýrismaður -- 2 of 2 --
096.24 Spm til J. Christiansen frá ey. Samuelsen - Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. mar. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn Spurningar: 1) Nær kann væntast at túratalið hjá leið 401 úr Klaksvík til Havnar verður økt, so koyrt verður oftari gjøgnum Eysturoyartunnilin? 2) Kann væntast, at leið 400 verður endurskoðað? Viðmerkingar: Tað er ein stórur bági fyri fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið ynskja at nýta bussleiðina til Havnar, at so fáir túrar eru millum Tórshavn og Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin. Gamla rutan, sum verður røkt av leið 400, tekur alt ov langa tíð, um fólk skulu til arbeiðis ella í skúla. Í sendingini Breddin í vikuni um fráfall á Setrinum kom fram, at helmingurin av teimum lesandi eru av bygd, og 70 % brúka bil í samband við at koma til Setrið. Grundgevingin var, at busssambandið er so ósmidligt, at tað ber illa til at brúka bussin. Hetta er ein stórur fíggjarligur bági fyri tey lesandi, tí tað er munandi dýrari at hava bil heldur enn at gera brúk av bussleiðini. Fíggjarliga byrðan av býli og mangulin á lestrarbýli ger, at nógv lesandi búgva úti um landið, og hjá teimum er dýrur flutningur steinur omaná byrðu. Landstýrismaðurin hevur áður upplýst, at nýggja planleggingarskipanin, ið fer at gera tað munandi lættari at tillaga og broyta ferðaætlanir, verður klár at taka í nýtslu tíðliga í 2025. Eisini hevur landsstýrismaðurin upplýst, at tað eru ítøkiligar ætlanir um at gera tillagingar á leið 401 millum Tórshavn og Klaksvík umvegis Eysturoyartunnilin. Um og tá hesar tillagingar við leið 401 verða gjørdar, kann væntast, at hesar eisini føra við sær broytingar á leið 400. Leið 400 hevur í nógv ár verið mest nýtta farleiðin, og fyri at hon framhaldandi skal verða tað, er neyðugt at umskipa og dagføra hesa leið. Fyri at fáa greiði á, nær tænastan verður umløgd og betrað, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 31. mars 2025 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --