← Løgtingsmál

52-095/2024

Tannrøkt og tannviðgerð til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. apr. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
095.24 Svar frá S. Bertholdsen til M. E. Mørkøre -Tannrøkt og tannviðgerð til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. apr. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10. apríl 2025
HMR j. nr. 25/08984-3
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-095/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um tannrøkt og tannviðgerð til eldri
borgarar og til fólk, sum eru avlamin, frá Magnu Elianu Mørkøre, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu líður við arbeiðinum at kanna tørvin hjá eldri og teimum, ið eru avlamin, ið kunnu
hava tørv á serligum tilboði í mun til tannrøkt og tannviðgerð?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at eisini eldri, ið hava serligan tørv, fáa eitt nøktandi
tilboð um tannrøkt?
3. Eru ætlanir um at tryggja góða tannrøkt og viðgerð til hendan bólk við lóg eins í okkara
grannalondum?
Svar:
Til spurning 1
Eg haldi - líkasum tásitandi landsstýriskvinna í heilsumálum - at stig eiga at verða tikin til at kanna
nærri, lýsa og viðgera við avvarðandi partar, tørvin á einum skipaðum tannrøktartilboði til eldri og
avlamin.
Sum upplýst í fyrra svarinum, sum spyrjarin vísir til, er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við
tilmæli um, hvussu børn og ung við serligum sjúkueyðkennum (syndrom) ella tannsjúkum kunnu
loftast. Hetta arbeiðið er tíverri seinkað av ymiskum orsøkum. Miðað verður ímóti, at
arbeiðsbólkurin kemur við einum tilmæli fyri summarferiuna.
Tá hetta arbeiðið er liðugt, eri eg sinnað, í samráði við avvarðandi partar, at hyggja at øðrum
persónsbólkum, ið kunnu hava tørv á serligum tilboði, undir hesum eldri og avlamin.

-- 1 of 2 --

Til spurning 2 og 3
Tað hevur týdning, at eldri og fólk, ið eru avlamin, fáa eitt munadygt tannrøktartilboð, sum
samsvarar við teirra tørv.
Eldri fólk og fólk, ið eru avlamin, fáa ávísa tannviðgerð og tannrøkt í dag. Til dømis upplýsir
Sjúkrahúsverkið, at “eldri borgarar og fólk, ið eru avlamin” verða í sambandi við tannrøkt í
Sjúkrahúsverkinum innanhýsis bólkað í “eldri enn 18 ár”.
Viðgerðirnar, ið verða veittar til bólkin “eldri enn 18 ár” eru fjølbroyttar, men fevna ofta um:
1) Tannrøkt hjá fólki við menningartarni
2) Fólk, ið hava serligan tørv á fullari doyving (anestesi)
3) Skurðviðgerðir innan sertannlæknaøkið, har avbjóðandi skeivleikar eru, sum dømi kann nevnast
stórt undir- ella yvirbit
4) Kanningar fyri m.a. osteonekrosu, slímhinnusjúkur/broytingar, tumorar o.s.fr.
Frá ársbyrjan 2024 og higartil í 2025 hava 242 viðgerðir og kanningar verið framdar á
Tannlæknastovuni á Landssjúkrahúsinum fyri aldursbólkin “eldri enn 18 ár”. Tó vita vit ikki fyri
vist, hvussu nógvar av hesum viðgerðum og kanningum eru veittar til “eldri borgarar og fólk, ið eru
avlamin”.
Tað hevur týdning sum tað fyrsta, í samráði við avvarðandi partar, at fáa eina greiða mynd av,
hvønn tørv hesin bólkurin hevur, og í hvønn mun verandi tilboð ikki røkka hesum tørvi. Hetta kann
síðani brúkast sum grundarlag fyri møguliga at víðka um tilboðið um tannrøkt til hendan bólkin.
Ein partur av hesum kanningararbeiði er eisini at hyggja at lóggávu og royndum í øðrum londum og
umhugsa, hvussu tær kunnu nýtast sum íblástur í føroyskum høpi.
Heilsumálaráðið, 10. apríl 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
095.24 Spm til S. Bertholdsen frá M. E. Mørkøre -Tannrøkt og tannviðgerð til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 31. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magna Eliana Mørkøre, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Tannrøkt og tannviðgerð til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin
Spurningar:
1. Hvussu líður við arbeiðinum at kanna tørvin hjá eldri og teimum, ið eru
avlamin, ið kunnu hava tørv á serligum tilboði í mun til tannrøkt og
tannviðgerð?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at eisini eldri, ið hava serligan tørv, fáa eitt
nøktandi tilboð um tannrøkt?
3. Eru ætlanir um at tryggja góða tannrøkt og viðgerð til hendan bólk við lóg eins
í okkara grannalondum?
Viðmerkingar:
Tannlæknafelagið hevur upplýst, at talið á borgarum, sum ikki fáa tannrøkt av
ymiskum orsøkum, er vaksandi. Orsøkin til hesa gongd er tó ikki nágreinað.
Samstundis er tað ein veruleiki, at livialdurin í Føroyum hækkar, og við hesum veksur
eisini talið á borgarum, sum hava serligan tørv á tannrøkt og tannviðgerð, serliga hjá
teimum, ið eru eldri og avlamin.
Sum sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum kennir undirritaða væl til trupulleikan við
manglandi tannrøkt og tannlæknaviðgerð til borgarar við avlamni. Ein avbjóðing er, at
tað ikki altíð er atkomuligt hjá fólki við avlamni at koma til eina tannlæknastovu.
Harumframt eru eisini borgarar við eitt nú demens, sum ikki fáa nøktandi hjálp, tá ið
teirra tannheilsa versnar. Hesin bólkur hevur ofta torført við at samstarva og samskifta
við tannrøktarar og tannlæknar.
Í mai 2023 setti tingkvinna Annika Olsen ein skrivligan fyrispurning (§ 52a, nr. 52-
101/2022) um tannrøkt til eldri borgarar og fólk, sum eru avlamin, til táverandi
landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Margit Stórá.
Í svarinum frá landsstýriskvinnuni varð upplýst, at skipað hagtøl ikki finnast fyri,
hvussu nógvir borgarar ikki fáa neyðuga tannrøkt vegna heilsustøðu, avlamni ella
óhjálpni. Landsstýriskvinnan vísti somuleiðis á, at í Føroyum er einki lógartryggjað
tilboð til eldri og avlamin, sum ikki kunnu nýta vanligu tannrøktartilboðini. Í
Danmark hava kommunurnar síðani 1994 veitt umsorganartannrøkt til hesar borgarar
sum part av eini lógartryggjaðari skipan.

-- 1 of 2 --

Ein líknandi skipan kundi verið sett í verk í Føroyum fyri at tryggja, at hesin bólkurin
eisini fær ta tannrøkt og tannviðgerð, tey hava uppiborið.
Táverandi landsstýriskvinnan svaraði, at hon var sinnað at hyggja nærri at hesum
bólki. Hon vísti tó á, at eitt tilmæli um, hvussu børn og ung við serligum
sjúkueyðkennum ella tannsjúkum kunnu loftast, skuldi vera liðugt fyrst.
Mítt ynski við hesum fyrispurningi er at fáa greiðu á, um arbeiðið við at tryggja
tannrøkt til hesar bólkar er sett í gongd, og um ikki, hvør orsøkin til drálið er.
Á Løgtingi, 31. mars 2025
Magna Eliana Mørkøre

-- 2 of 2 --