← Løgtingsmál

52-094/2024

Næmingaheim við Heilsuskúla Føroya

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. apr. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
094.24 Svar frá D. N. Joensen til D. Holm - Næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. apr. 2025

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 9. apríl 2025
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-121
100 Tórshavn Viðgjørt: JáR
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-094/2024 frá Dennis Holm, løgtingsmanni, eftir § 52a í
Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmál um
næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at tað verður bygt eitt næmingaheim við
Heilsuskúla Føroya?
Svar
Til sp. 1. Í verandi løtu eru ongar ítøkiligar ætlanir um at taka stig til at byggja næmingaheim við
Heilsuskúla Føroya. Sambært Heilsuskúla Føroya hevur tað ikki verið nakar stórvegis trupulleiki hjá
næmingum at finna bústað, og hevur skúlin í hesum sambandi gjørt eina undirsíðu á heimasíðu sínari,
har útleigarar kunnu bjóða bústaðir út til næmingar. Hugsanin er, at henda síða miðlar samband
millum útleigarar og leigarar.
Tað er tó ikki óhugsandi, at tørvur verður á fleiri næmingabústøðum, nú umsøkjaratalið til
Heilsuskúla Føroya er vaksið. Landsstýrismaðurin er sinnaður at taka málið upp, um so er, at tað vísir
seg at vera ein størri tørvur. Harumframt skal vísast á, at lestrarbústaðir eisini eru partur av
virkseminum hjá bústaðarfelagnum Bústaðir, og er ein møguleiki í hesum sambandi at taka stig til at
kanna tørvin og møguleikarnar saman við Bústøðum.
Nevnast skal eisini, at privat vinnurekandi hava áhuga fyri at fara undir at byggja ella leiga út bygning
til næmingaheim.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
094.24 Spm til D. N. Joensen frá D. Holm - Næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Dennis Holm, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Næmingaheim við Heilsuskúla Føroya
Spurningur:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at tað verður bygt eitt næmingaheim við
Heilsuskúla Føroya?
Viðmerkingar:
Tað er stórur tørvur á at fáa fleiri at útbúgva seg innan heilsu- og vælferðarøkið; útbúgvingar,
sum verða bodnar út á Heilsuskúla Føroya við Skúladepilin í Suðuroy. Ein liður í at fáa fleiri
at útbúgva seg fevnir um at gera tað møguligt at taka útbúgvingarnar við løn. Hetta uppskotið
er lagt fyri Løgtingið og hevur verið til 1. viðgerð.
Annar liður í at fáa fleiri at fara undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya, fevnir um at gera tað
lættari at fáa bústað, meðan tú ert undir útbúgving á skúlanum. Í 2011 setti Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, ein arbeiðsbólk at gera uppskot um, hvussu
Skúladepilin í Suðuroy betur kundi gagnnýtast.
Eitt av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum fevndi um eitt ítøkiligt tilmæli um, at eitt
næmingaheim verður bygt við Skúladepilin í Suðuroy. Tilmælið fevndi eisini um uppskot til
tekningar av íbúðareindum við 4 íbúðum í hvørjari eind, sum vóru 36 m2 til støddar.
Uppskotið fevndi eisini um kostnaðarmeting av byggingini.
Í álitinum frá 2011 verður víst á, at “eitt næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy fer at lætta
um møguleikan hjá lesandi og skeiðsluttakarum at finna sær bústað í lestrar- og skeiðstíðini.
Eitt næmingaheim fer eisini at skapa betri grundarlag fyri, at Skúladepilin í Suðuroy við
nýggjum útbúgvingar- og skeiðstilboðum kann gerast uppaftur meira týðandi partur av
lokalsamfelagnum í Suðuroy.”
Ávirkanin av uppskotinum um løn undir útbúgving er longu sjónlig við metstórum
umsøkjaratali til heilsurøktaraútbúgvingina, tá umsóknarfreistin var farin 15. mars.
Spurningurin er so, um landsstýrismaðurin ætlar at fáa skipað umstøðurnar enn betur og taka
stig til, at tilmælið um at byggja eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya verður ført út í
lívið, soleiðis at enn fleiri velja at fara á Heilsuskúlan.
Á Løgtingi, 28. mars 2025
Dennis Holm

-- 1 of 1 --