← Løgtingsmál

52-093/2024

Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
093.24 Svar frá J. Christiansen til T. Beder - Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
26. mars 2025
Mál: 25/07575-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-093/2024
Svar til fyrispurning nr. 52-093/2024 frá Terja Beder, løgtingsmanni, settur Jóhan
Christiansen, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um
Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví eru aðrar tunnilsverkætlanir tiknar fram um Gøtudalstunnilin, tá tær
sambært samferðsluætlanini hjá Landsverki áttu at fingið lægri raðfesting enn
Gøtudalstunnilin?
2. Hevur útsetanin av Gøtudalstunlinum viðført aðra vegagerð í mun til
Eysturoyartunnilin?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at Gøtudalstunnilin aftur kemur á skrá?
4. Um landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri tunlinum, nær kann tá væntast, at farið
verður undir at bora?
Svar til spurning 1
Gøtudalstunnilin er partur av samferðsluætlanini. Ein liður í at útbyggja
høvuðsvegakervið, sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman.
Landsverk er fakmyndugleiki landsins innan vegagerð og tunnilsgerð.
Samferðsluætlanin hjá Landsverki fyri 2018 – 2030 er eitt fakligt tilmæli til politisku
skipanina at taka støðu til, hvørjar loysnir eru skilagóðar, og hvussu íløgurnar kunnu
raðfestast. Politiska skipanin ger síðan sínar egnu raðfestingar, og hevur landsstýrið
eina langtíðarløguætlan, sum verður dagførd eftir tørvi.
Landsverk vísir á, at langtíðar íløguætlanir innan samferðslu verða politiskt samtyktar í
fleiri av okkara grannalondum. Eitt nú í Íslandi og Noregi, har samferðsluætlanir verða
lagdar fram fyri tingið til viðgerðar og góðkenningar.
Eftir samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 - 2030 verður Gøtudalstunnilin
bygdur í tíðarskeiðinum 2022 – 2025.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Hvalbiartunnilin, Tunlarnir Norður um Fjall og Dalstunnilin vóru raðfestir fremri enn
Gøtudalstunnilin eftir samferðsluætlanini hjá Landsverki. Fámjinstunnilin skuldi eftir
ætlan gerast aftan á Gøtudalstunnilin. Dalstunnilin og Fámjinstunnilin verða eftir ætlan
lidnir í ár. Sostatt fylgir tunnilsgerðin í ávísan mun raðfylgjuni fyri tunnilsgerð hjá
Landsverki.
Svar til spurning 2
Í sambandi við Eysturoyartunnilin hevur ætlanin áður verið, at høvuðsferðslan til og frá
Eysturoyartunlinum, Eysturoyarmegin, skuldi fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum,
til og frá økjunum norðan fyri Gøtueiði, umvegis ein tunnil millum Gøtudal og
Skálabotn.
Tað, at Gøtudalstunnilin ikki er gjørdur, merkir, at ferðslan er tað størri eystaru megin
við Skálafjørðin, men hevur tað neyvan ført við sær aðra vegagerð.
Fyri at betra um ferðsluviðurskiftini til og frá Eysturoyartunlinum ígjøgnum Runavík,
Saltangará og Glyvrar verður Fjøruvegur gjørdur at leiða ferðsluna til og frá
Eysturoyartunlinum burtur frá høvuðsvegnum í Runavík.
Svar til spurning 3 og 4
Í 2019 vóru 2 mió. kr. játtaður til at fyrireika verkætlanina. Játtanin var brúkt til at gera
jarðfrøðiligar forkanningar og aðrar fyrireikingar, og komu fyrireikingarnar væl áleiðis.
Tað eru játtaðar 1 mió. kr. í 2025 til at gera jarðfrøðiligu kanningarnar lidnar, og at
halda fram at fyrireika Gøtudalstunnilin.
Sambært Landsverki verður klárt at prosjektera Gøtudalstunnilin tíðliga komandi ár,
treytað av játtan.
Landsverk arbeiðir nú við at dagføra samferðsluætlanina. Tað verður eitt gott
grundarlag fyri at dagføra íløguætlan landsins. Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í
útbyggingini av høvuðsvegakervinum, og er ein skilagóð íløga.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
093.24 Spm. til J. Christiansen frá T. Beder - Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52 a í Tingskipanini
Spyrjari: Terji Beder, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini
Spurningar:
1. Hví eru aðrar tunnilsverkætlanir tiknar fram um Gøtudalstunnilin, tá tær sambært
Samferðsluætlanini hjá Landsverki áttu at fingið lægri raðfesting enn Gøtudalstunnilin?
2. Hevur útsetanin av Gøtudalstunlinum viðført aðra vegagerð í mun til Eysturoyartunnilin?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at Gøtudalstunnilin aftur kemur á skrá?
4. Um landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri tunlinum, nær kann tá væntast, at farið verður
undir at bora?
Viðmerkingar:
Ein tann ferðslutyngsti teinurin í Føroyum yvirhøvur er teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal. Í
miðal koyra eini 6.000 akfør um samdøgrið á hesum strekki. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um
Gøtueiðið, sum liggur høgt, og vegurin er sera brattur. Tað ger vegin ótryggan og skapar ofta
ferðsluruðuleika í ringum veðri. Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv,
sum eisini er skúlaleið.
Okkara almenni fakmyndugleiki fyri vega- og tunnilsgerð, Landsverk, handaði í 2019 eina
Samferðsluætlan, sum kortlegði allar tunnils- og vegakervisverkætlanir, sum skuldu gerast í tíðini frá
2018 til 2030. Hendan ætlanin setti verkætlanirnar í ein væl grundaðan raðfestingarlista, sum tók atlit
til ferðslutrýst, samfelagsgagn, vandalig vegastrekkir, kostnað og ymisk onnur viðurskiftir.
Ímillum tær verkætlanir, sum Samferðsluætlanin fevndi um, var eisini Eysturoyartunnilin, sum
sambært ætlanini kravdi ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn. Hendan verkætlanin varð mett at
skula til, tí hon kundi økja um ferðsluna í Eysturoyartunnlinum, soleiðis at brúkaratalið av tunlinum
rakk teimum tølum, sum skuldu til, fyri at fáa tunnilin at bera seg fíggjarliga. Her varð væntað, at ein
farleið á eystara armi á Skálafjørðinum, við landsvegi nærum allan vegin, fór at økja um nýtsluna av
tunlinum. At nýta leiðina eftir vestara armi, er at tvinga ferðsluna ígjøgnum bygt øki nærum allan
vegin frá Norðragøtu til tunnilsmunnan á Saltnesi.
Í svari frá undanfarna landsstýrismanni í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur Gøtudalstunnilin
verið planlagdur í mong ár, og er ein høvuðsleið til og frá Eysturoyartunlinum fyri økini norðanfyri
Gøtueiði, og er ein týdningarmikil útbygging, sum knýtir norðurøkið og miðøkið saman.
Sambært sama svari vóru jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í 2019, bæði á Varmakeldueiði og í
grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu. Hesar forkanningar hava víst seg at verið somikið góðar, at
Jarðfeingi ikki metir tað verða neyðugt við fleiri jarðfrøðiligum kanningum til fyrireiking av

-- 1 of 2 --

tunlinum. Tó er greitt, at eftir øllum at døma eru fleiri fyrireikingar, sum skulu til, tí samgongan í
Løgtingsfíggjarlógini hevur játta eina millión til framhaldandi fyrireikingar av Gøtudalstunlinum.
Ætlanirnar í Løgtingsfíggjarlógini og Samferðsluætlanini hjá Landsverki fylgjast ikki, tí man á
Løgtingsfíggjarætlanini hevur uppraðfest verkætlanir, sum sambært fakkunnleikanum í
Samferðsluætlanini eiga at verða raðfest lægri. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 14. mars 2025
Terji Beder

-- 2 of 2 --