← Løgtingsmál

52-092/2024

Samskipan av bjarging og tilbúgving

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
092.24 Svar frá B. K. Petersen til J. Joensen - Samskipan av bjarging og tilbúgving.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26. mars 2025
J. nr.: 25/07431-2
Svar
upp á
skriftligan fyrispurning nr. 52-092/2024 eftir § 52a í Tingskipanini um
samskipan av bjarging og tilbúgving
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Samskipan av bjarging og tilbúgving
Spurningar:
1. Hvussu verður bjarging og tilbúgving samskipað í Føroyum í dag, og í hvønn mun og á
hvønn hátt samskipar landið bjarging og tilbúgving?
2. Hvussu nógvar alment fráboðaðar bjargingar vóru í Føroyum 2023 og 2024?
3. Hvussu er samskiftið millum partarnar skipað, tá ein bjarging skal fremjast?
4. Metir landsstýrismaðurin, at Føroyar eru brynjaðar til stórar vanlukkur á sjógvi og landi?
5. Arbeiðir landsstýrismaðurin við ítøkiligum ætlanum á hesum øki?
Svar til spurning nr. 1

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Viðvíkjandi tilbúgving er tað er mín ábyrgd sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum at samskipa
tilrættisleggingina av tilbúgvingini. Endamálið við hesum er at tryggja eina samvirkandi tilbúgving
fyri alt landið.
Eisini er tað mín uppgáva, fyri at tryggja eina samvirkandi tilbúgving, at veita myndugleikum,
kommunum og fyritøkum ráðgeving um tilbúgving.
Sí svar til spurning nr. 3 viðvíkjandi bjarging.
Svar til spurning nr. 2
Á heimasíðuni hjá Vørn er eitt yvirlit har tað sæst, hvussu nógvar letingar og bjargingar (SAR-
tilburðir) hava verið seinastu árini.
Í árunum 2023 og 2024 vóru ávikavist 39 og 44 tilburðir. Til ber at kunna seg nærri um hesar
tilburðir á heimasíðuni.
Svar til spurning nr. 3
Tað veldst um, hvat slag av bjarging talan er um og hvussu nógvir partar av tilbúgvingini krevjast
til at loysa uppgávuna.
Heilt yvirskipað kann sigast, at samlað átøk á landi og á vøtnum verða samskipað av løgregluni, ið
tá samskiftir við partarnar, meðan samlað átøk á sjónum verða samskipað av MRCC Tórshavn.
Afturat øllum hesum er eisini ein kreppustýringarskipan, um talan verður um størri tilburðir.
Svar til spurning nr. 4
Sum heild meti eg at Føroyar eru rímiliga væl førar fyri handfara flest allar vanlukkur. Tað hevur tó
verið sett spurnartekin við, um vit klára at handfara heilt stórar vanlukkur, t.d. við stórum
ferðamannaskipum. Føroyar hava eisini avtalur við okkara grannalond um at veita okkum hjálp, ið
kunnu vera avgerandi, t.d. í sambandi við størri bjargingarátøk á sjónum.
Svar til spurning nr. 5
Ítøkiliga hendir nógv innan landstilbúgvingina, ið kunnu betra um okkara bjargingarførleikar.
Oljutangarnir til bjargingartyrlurnar vera eftir ætlan útbygdir, sum ger okkum før at handfara størri
vanlukkur á sjónum. Tyrlusáttmálin verður endurskoðaður í ár (hetta liggur tó í Fiskimálaráðnum).
Fyri at fáa eina kvalifiseraða meting av okkara førleikastøði, havi eg givið boð um, at ein
váðameting skal gerast fyri Føroyar, so vit kunnu arbeiða meiri skipað og málrættað við at menna
tilbúgvingina í Føroyum.

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Eisini verður arbeitt við einari nýggjari kreppustýringarætlan, ið skal gera tað greitt, hvussu
persónar og myndugleikar á operativum, taktiskum og politiskum stigi skulu samstarva, tá størri
tilburðir gera hetta neyðugt í okkara samfelag.
Løgmálaráðið 26. mars 2025
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
092.24 Spm. til B. K. Petersen frá J. Joensen - Samskipan av bjarging og tilbúgving.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Samskipan av bjarging og tilbúgving
Spurningar:
1. Hvussu verður bjarging og tilbúgving samskipað í Føroyum í dag, og í hvønn
mun og á hvønn hátt samskipar landið bjarging og tilbúgving?
2. Hvussu nógvar alment fráboðaðar bjargingar vóru í Føroyum 2023 og 2024?
3. Hvussu er samskiftið millum partarnar skipað, tá ein bjarging skal fremjast?
4. Metir landsstýrismaðurin, at Føroyar eru brynjaðar til stórar vanlukkur á
sjógvi og landi?
5. Arbeiðir landsstýrismaðurin við ítøkiligum ætlanum á hesum øki?
Viðmerkingar:
Bjargingarátøk bæði á sjógvi og landi hava hjálpt mongum føroyingi eins væl og
útlendingum í Føroyum ígjøgnum tíðirnar. Tá illa stóð til, varð hjálp tilkallað, og
bjarging var á veg beinanvegin.
Nú hoyra vit um skip, ið stoyta saman á havleiðum nær okkum og olja og bensin lekur
á sjógv. Hetta kann elva til stóran skaða á náttúruna, bæði á sjógvi og landi.
Føroyar eru eitt fjallaland, eins og vit hava sjógv runt okkum so langt, sum eygað sær.
Dagliga sigla nógv skip í føroyskum sjóøki. Hetta krevur nógv av
bjargingartilbúgvingini í Føroyum. Umframt hetta hava vit fleiri tunlar og vegir, sum
krevja nógv av trygd og tilbúgving.
Bjargingarfólk gera eitt dygdargott arbeiði, har tey vága lív fyri at bjarga fólki.
Alarmsentralurin á politistøðini í Havn eins og MRCC saman við Atlantsflog,
kommunum og fjallabjargarum hava eina sera týdningarmikla uppgávu viðvíkjandi
bjarging og tilbúgving í Føroyum.
Spurningurin er, hvønn leiklut landið hevur í at samskipa bjargingina í Føroyum, um
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur nøktandi orku at røkja leiklutin, og um landsstýrið er
ein sentralur viðspælari í samskipanini á økinum.
Fyri at fáa at vita, hvussu samskiftið er millum allar partar, hvussu vit best samskipa
bjarging og tilbúgving í Føroyum, og fyri at fáa greiðari innlit í, hvussu landið
samskipar bjarging og tilbúgving í Føroyum, verður hesin fyrispurningur settur
landstýrismanninum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 14. mars 2025
Jóhannis Joensen

-- 2 of 2 --