52-091/2024
Hækkan av ansingarsamsýning
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. mar. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
091.24 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til K. W. Poulsen - Hækkan av ansingarsamsýning.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. mar. 2025
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 18. mars 2025 Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 J.nr: 25/06730-2 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: BÁT Nr. 52-091/2024 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-091/2024 frá Kristonnu W. Poulsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum, Eiriki í Jákupsstovu, um hækkan av ansingarsamsýning Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at hækka ansingarsamsýningina fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima? 2. Um ja, hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina? 3. Um ja, nær verður hendan broyting sett í verk? 4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja heimildina at áseta upphædd fyri ansingarsamsýning til kommunurnar at umsita? Svar: Til nr. 1, 2 og 3 Í samgonguskjalinum stendur, at landsstýrið skal viðgera tilmælini frá eftirmetingini av eldraøkinum saman við kommununum, og tað, sum semja er um, verður sett í verk. Hetta arbeiðið er partvíst farið í gongd, tí í løtuni verður arbeitt við tí tilmælinum, sum er um eftirlit á eldraøkinum. Tað er ikki avgjørt hvat farast skal undir næst, men ein endurskoðan av kunngerðini um ansingarsamsýning kundi verið tað næsta. Sum víst á í svari upp á § 52 a fyrispurning í juni og november 2023 vísti táverandi landsstýriskvinna í almannamálum á, at eitt uppskot til broyting í kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum var til hoyringar í 2022. Tá var ætlanin av samsýningin skuldi hækka upp til 18.000 kr. Hetta var í sambandi við at eldraøkið varð eftirmett í 2021. Kommunurnar vístu tá á, at kunngerðin um ansingarsamsýning er ógreið og manglar nógvar ásetingar. Tær mettu, at tørvur var á at kunngerðin bleiv grundleggjandi endurskoðað, og mæltu tí frá at dagføra upphæddina, uttan at dagføra sjálva kunngerðina. Tó er eingin áheitan komin frá kommununum um at endurskoða kunngerðina, eftir at eitt uppskot var til ummælis í 2022. Ynskiligt er, at ein endurskoðan av kunngerðini um ansingarsamsýning verður gjørd í samráð við kommunurnar, soleiðis at kommunurnar kunnu -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 koma við sínari meting av, um ansingarsamsýningin skal hækka, og hvussu nógv hon skal hækka. Tað ber ikki til at siga, nær ein broyting av upphæddini kann setast í verk, fyrrenn arbeiðið við eini endurskoðan er framt. Til nr. 4 Í løtuni er eingin ítøkilig ætlan um, at geva kommununum heimild til sjálvar at áseta upphæddina. Almanna- og mentamálaráðið 18. mars 2025 Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður -- 2 of 2 --
091.24 Spm. til S. Stenberg frá K. W. Poulsen - Hækkan av ansingarsamsýning.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. mar. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Hækkan av ansingarsamsýning Spurningar: 1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at hækka ansingarsamsýningina fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima? 2. Um ja, hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina? 3. Um ja, nær verður hendan broyting sett í verk? 4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja heimildina at áseta upphædd fyri ansingarsamsýning til kommunurnar at umsita? Viðmerkingar: Eldri, sum búgva heima, og sum hava tørv á støðugari røkt og hjáveru, kunnu verða ansað í egnum heimi av persóni, sum fær samsýning fyri hesa uppgávu. Skipanin kom í gildi í 1984 og er frá einari tíð, tá ið so at siga eingin onnur tænasta enn heimahjálp var innan eldrarøkt. Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, og upphædin er ikki broytt, síðani eldraøkið gjørdist kommunalt. Kommunurnar hava víst á, at tørvur er á at hækka ansingarsamsýningina. Tað er landsstýriskvinnan við almannamálum, sum ásetir upphæddina, og kommunurnar taka avgerð um at veita hesa tænastu, umframt at tær rinda fyri tænastuna. Í stóru eftirmetingini av eldraøkinum frá 2021 eru tilsamans 15 tilmæli um neyðugar broytingar fyri at fáa eitt betur virkandi eldraøki. Eitt av teimum 15 tilmælunum snýr seg um ansingarsamsýning. Har verður ført fram, at upphæddin eigur at verða broytt, og at vit eiga at umrøða, um heimildin at áseta upphæddina fyri ansingarsamsýning kann verða løgd út til kommunurnar. Talið av teimum, sum fáa samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, hevur verið fallandi tey seinastu árini. Í 2012 fingu 113 persónar ansingarsamsýning, og talið í dag er umleið 60 persónar. Ein broyting í upphæddini kundi møguliga gjørt tað, at fleiri tóku av møguleikanum og valdu at vera um tey, sum tey varða av, heima. Eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita í 2015. Høvuðsendamálini við at leggja økið til kommunurnar vóru at minka um frástøðuna millum myndugleikan og borgaran og fáa eitt greiðari ábyrgdarbýti. Frástøðan er minkað, men enn er ábyrgdarbýtið á fleiri økjum ikki blivið greiðari. So her er framvegis eitt stórt og týdningarmikið arbeiði at gera. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í almannamálum. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 6. mars 2025 Kristianna Winther Poulsen -- 2 of 2 --