← Løgtingsmál

52-090/2024

Um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. mar. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
090.24 Svar frá S. Bertholdsen til Ey. Samuelsen - Um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 12. mars 2025
HMR j. nr. 25/06114-6
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-090/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um bíðilistar og bíðitíðir í
Sjúkrahúsverkinum, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu
Spurningar:
1. Við hvussu nógvum persónum eru bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum styttir við serstøku
játtanini, sum varð latin til endamálið á fíggjarlógini fyri 2024?
2. Á hvørjum serøkjum eru bíðilistarnir serliga styttir, og hvussu hevur játtanin ávirkað
bíðitíðina á hesum serøkjum?
Svar:
Til spurning 1
Samlaða talið fyri allar viðtalur, kanningar og viðgerðir, sum eru framdar, sum úrslit av serstøku
játtanini, er 1.372. Sjúkrahúsverkið hevur ikki enn gjørt upp, hvussu nógvar persónar hetta umfatar.
Men talið av persónum er lægri enn 1.372, tí summir hava til dømis fingið bæði kanning og
viðgerð.
Til spurning 2
Havast skal í huga, at tey átøk, sum eru gjørd fyri játtanina sum í fjør varð sett av, eru av sera
ymiskum slag. Nevnast skulu, at har eru psykiatriskar útgreiningar, fysio- og ergoterapeutiskar
endurvenjingar, ambulantar viðtalur, medisinskar viðgerðir og skurðviðgerðir.
Sum landsstýriskvinnan áður hevur greitt frá, er játtanin brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum
økjum, har Sjúkrahúsverkið hevur mett, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at
økja virksemið. Millum hesi eru:
• 890.000 kr. til ADHD-útgreiningar á Landssjúkrahúsinum
• 382.000 kr. til orto alloplastik (mjadnar og knø) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

-- 1 of 2 --

• 98.000 kr. til Pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
• 346.000 kr. til Barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum
• Umframt játtan til 19 onnur øki innan Sjúkrahúsverkið (eitt nú magatarmskurð, kardiologi,
urologi og æðraknútar).
Tað er eisini ymiskt, hvussu átøkini eru framd. Í onkrum førum hava verandi starvsfólk arbeitt yvir
og tikið eyka tøk, t.d. nakrar leygardagar, ímeðan í øðrum førum eru konsulentar settir inn í styttri
ella longri tíðarskeið.
Átøkini eru sum nevnt framd á nógvum ymiskum økjum. Niðanfyri verða nøkur dømi um størri
átøk nevnd.
Sjúkrahúsverkið hevur greitt frá, at framdar eru umleið 100 fleiri útgreiningar í sambandi við
ADHD vaksin. Tíverri er bíðilistin á hesum økinum langur (umleið 600 persónar), so 100 eyka
útgreiningar ávirka ikki bíðitíðina so nógv. Samstundis koma nýggjar ávísingar. Talið av fólkum á
bíðilistanum er vaksið aftur í januar, so Sjúkrahúsverkið metir tíverri, at bíðitíðin framvegis er 24
mánaðir.
Bíðilistin til kardiologi (hjartaøkið) er styttur úr fimm mánaðum niður til fýra mánaðir. 69 eyka
viðtalur og viðgerðir eru framdar innan hetta serøkið. Talið av fólkum á bíðilistanum er minkað úr
129 í septembur til 76 í januar.
Tað serøkið, har flestir sjúklingar eru komnir ígjøgnum, er urologi. Átøk hava verið gjørd á øllum
trimum sjúkrahúsunum og talan er bæði um ambulant virksemi og skurðviðgerðir. 498 eyka
viðgerðir og viðtalur eru framdar innan hetta serøkið, men ongi hagtøl finnast enn í
Sjúkrahúsverkinum um ítøkiligu bíðitíðina innan hetta serøkið.
Heilsumálaráðið, 12. mars 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
090.24 Spm. til S. Bertholdsen frá Ey. Samuelsen - Um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum
Spurningar:
1. Við hvussu nógvum persónum eru bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum styttir við
serstøku játtanini, sum varð latin til endamálið á fíggjarlógini fyri 2024?
2. Á hvørjum serøkjum eru bíðilistarnir serliga styttir, og hvussu hevur játtanin
ávirkað bíðitíðina á hesum serøkjum?
Viðmerkingar:
Bíðitíðirnar at sleppa til viðgerð á sjúkrahúsunum eru drúgvar á fleiri økjum. Hóast
gongdin í Sjúkrahúsverkinum seinnu árini hevur verið góð, og vit hava fingið fleiri
serlæknar og onnur heilsustarvsfólk, so eru framvegis serøki, har tørvurin er størri enn
starvsfólkatilfeingið. Tí hava vit bíðilistar. Eru bíðilistarnir langir, hevur tað ávirkan á,
hvussu leingi fólk bíða til at sleppa í viðgerð.
Í samráð við táverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum setti Fíggjarnevndin 4,3 mió.
kr. av á fíggjarlógini fyri 2024 til eina serstaka upphædd fyri at fáa bíðilistarnar niður
á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum. Talan var um eina játtan, sum var markað til
endamálið. Tað vóru sjúkrahúsini í felag, sum skuldu skipa fyri og leggja til rættis
soleiðis, at bíðilistarnir vórðu styttir mest møguligt við serstøku játtanini.
Sjúkrahúsverkið boðaði í vetur frá, at tá vóru bíðilistarnir styttir við sløkum 600
persónum, og eftir ætlan fóru bíðilistarnir at verða styttir við tilsamans 1.100
persónum við ársenda í 2024. Enn eru tó eingi endalig tøl almannakunngjørd. Fyri at
fáa greiðu á, hvussu og í hvønn mun átakið eydnaðist, verða hesin fyrispurningur
settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum.
Á Løgtingi, 28. februar 2025
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --