52-089/2024
Trolfiskiskapur eftir svartkalva
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mar. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
089.24 Svar frá S. Stenberg til J. Joensen - Trolfiskiskapur eftir svartkalva.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. mar. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 7. mars 2025 Mál: 25/05767-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-089/2024 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-089/2024 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Dennisi Holm, landsstýrismanni, um trolfiskiskap eftir svartkalva Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hava Føroyar størstu trolmeskavídd í Norðuratlantshavi, tá tað snýr seg um fiskiskap eftir svartkalva? 2. Hví hava Føroyar valt hesa trolmeskavídd til henda fiskiskap? 3. Hví brúka tey ymsu londini ymiska meskavídd til henda fiskiskap? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at taka hetta upp við Havstovuna, soleiðis at føroyingar hava betri treytir at fiska svartkalva, serliga har fiskað verður av sama svartkalvastovni, báðumegin markið? Svar: Til spurning 1 Eftir grein 4 í kunngerð nr. 193 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, kann einki fiskifar nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 145 mm. Í greinunum 14-17 í kunngerðini eru tó undantøk, sum loyva trolarum at brúka minni mesk enn 145 mm í beinleiðis veiði eftir ávísum fiskasløgum. Svartkalvi er ikki undantikin. Eftir hesum, og sambært mínum upplýsingum, eru tað Føroyar og Kanada – sum í sínum regluverki hava størstu trolmeskavídd (145 mm), tá tað snýr seg um fiskiskap eftir svartkalva. Tá samanborið verður við onnur lond, er tó vert at hava í huga, at ásetingarnar um trolmeskar aðrastaðni kunnu vera øðrvísi settar saman enn tær føroysku. Til dømis siga grønlendsku reglurnar, at í veiði eftir svartkalva við troli er minstamátið fyri -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 meskavídd 100 mm í undirveingjunum, meðan meskavíddin í restini av trolinum skal minst vera 140 mm. Føroysku reglurnar galda fyri alt trolið. Til spurning 2 Tað hevur ikki eydnast at fáa til vega upplýsingar, fyri á nøktandi hátt at kunna svara hesum spurninginum um, hví Føroyar hava valt hesa trolmeskavídd fyri svartkalva. Reglan um, at tað ikki er loyvt at brúka smærri meskar enn 145 mm, hevur verið galdandi síðani fyrst í 1990-unum. Áðrenn tað var loyvt at brúka smærri meskar. Sum skilst, var broytingin til størri meskar ein liður í teimum nýskipanum, sum landsstýrið fyrst í 1990-unum setti í verk fyri at bøta um stovnsrøktina í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum. Endamálið við minst loyvdari meskavídd í troli er vanliga, at fiskur undir ávíst minstamát skal kunna verða sílaður frá, meðan tóvað verður, og at ein á henda hátt stuðlar undir, at veiðan av smáum fiski verður sum minst. Til spurning 3 Tað hevur ikki borið til at útvega upplýsingar, greiningar ella annað, sum kann vera grundarlag undir at svara hesum spurninginum um, hví londini í Norðuratlantshavi brúka ymiska minst loyvdu meskavídd í fiskiskapinum eftir svartkalva við troli. Eg kann bert staðfesta, at lond brúka ymiskar reglur um trolmeskavídd, og at reglurnar í Føroyum (145 mm) ikki eru tær somu sum í t.d. Noreg (130 mm), Bretlandi og Íslandi (135 mm), Grønlandi (100/140 mm) ella í altjóða sjógvi í NAFO-økinum (130 mm). Svartkalvin á leiðunum við Føroyar, Ísland, Eysturgrønland og vestan fyri Skotland verður roknaður sum ein og sami stovnur, sum er í sjóøkjunum hjá fleiri londum. Ongar felags ásetingar eru tó um fiskiskapin, undir hesum tekniskar reglur um reiðskap o.a. Til spurning 4 Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta reglurnar um meskastødd í fiskiskapinum við troli í føroyskum sjógvi. Samskift verður regluliga við Havstovuna í sambandi við at skipa fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum, og spurningurin um meskavídd í troli fer at verða tikin upp. Sirið Stenberg landsstýrisfólk -- 2 of 2 --
o89.24 Spm til D. Holm frá J. Joensen - Trolfiskiskapur eftir svartkalva.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Trolfiskiskapur eftir svartkalva Spurningar: 1. Hava Føroyar størstu trolmeskavídd í Norðuratlantshavi, tá tað snýr seg um fiskiskap eftir svartkalva? 2. Hví hava Føroyar valt hesa trolmeskavídd til henda fiskiskap? 3. Hví brúka tey ymsu londini ymiska meskavídd til henda fiskiskap? 4. Ætlar landstýrismaðurin at taka hetta upp við Havstovuna, soleiðis at føroyingar hava betri treytir at fiska svartkalva, serliga har fiskað verður av sama svartkalvastovni, báðumegin markið? Viðmerkingar: Tað eru fáar felagstreytir um meskavídd innan trolfiskiskap í Norðuratlanshavi. Hetta hóast londini ofta fiska av sama fiskastovni. Sum skilst, skipa londini sín egna fiskiskap við egnari trolmeskavídd. Tað ger, at fortreytirnar eru ymiskar fyri ymisku skipini. Tað hevur verið víst á, at Føroyar hava størstu meskavídd (145 mm), tá fiskað verður eftir svartkalva. Grundgevingarnar eru helst fleiri. Hinvegin nýta bretar 135 mm, norðmenn 135 mm og grønlendingar 140 mm, tá fiskað verður eftir svartkalva. Nú eru fleiri lond, sum gera royndir við skiljirist, soleiðis at hjáveiða verður skild frá. Hetta ger fiskiskapin burðardyggari. Støðan í dag er tann, sambært skiparum, sum troyta henda fiskiskap, at svartkalvin, við 145 mm meskavídd, sleppur gjøgnum posan, men tíverri fær nógvur fiskur skaða og doyr, hóast hann sleppur ígjøgnum meskarnar. Tá er onki vunnið. Varð meskavíddin minkað, fiskaðu skipini eisini tann fiskin, sum í dag doyr uttanfyri trolið. Tað kann eisini tykjast undarligt, at føroysku skipini fiska við størri meskavídd eftir sama fiskastovni, har bretar fiska við smærri meskum nakrar fáar metrar hinumegin markið. Fyri at vita, hvat landstýrismaðurin kann gera við hetta málið, og hvør støða hansara er í hesum máli, verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum. Á Løgtingi, 25. februar 2025 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --