← Løgtingsmál

52-088/2024

Trý ár síðani Russland leyp á Ukraina

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mar. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
088.24 Svar frá B. K Petersen til K. W Pouldern - Trý ár síðani Russland leyp á Ukraina.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. mars 2025
J. nr.: 25/05759-2
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-088/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um at tað eru trý ár síðani, Russland
leyp á Ukraina, frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv flóttafólk úr Ukraina, kvinnur, menn og børn, eru higartil komin til Føroya,
og hvar í Føroyum búgva tey?
2. Hvussu gongur hjá ukrainskum flóttafólki at fáa arbeiði í Føroyum?
3. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera serligar skipanir fyri at betra atgongdina til
arbeiðsmarknaðin fyri ukrainsk flóttafólk?
4. Hvørjar royndir eru við arbeiðinum hjá samskipandi eindini, sum landsstýrið hevur sett at
arbeiða við ukrainsku flóttafólkunum?
5. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar hjá ukrainunum, børnum og vaksnum, sum eru komin
til Føroya?
6. Hvussu hava vit sum samfelag sum heild megnað at tikið ímóti ukrainsku
flóttafólkunum?
Svar:
Til spurning 1
Tilsamans eru 271 umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini latnar inn. 249
hava fingið uppihaldsloyvi. Av hesum eru 142 kvinnur, 34 menn og 73 børn. Mett verður, at
umleið 66 fólk eru farin avstað aftur, t.v.s. at umleið 183 persónar, sum eru riknir úr Ukraina, eru

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/3
búsitandi í Føroyum í løtuni. Talið av ukrainum, sum hava tilhald í Føroyum, kann vera skiftandi,
tí tey kunnu fara úr Føroyum í upp til 6 mánaðir. Tey allar flestu búgva í Tórshavn, meðan nøkur
búgva við Skálafjørðin, í Klaksvík, á Tvøroyri, í Skálavík og í Fuglafirði.
Til spurning 2
Almannaverkið upplýsir, at í løtuni fáa 64 av teimum burturriknu ukrainunum, sum eru
arbeiðsførir, fyribils uppihaldsveiting. Almannaverkið heldur ikki, at tað gongur væl hjá
ukrainunum at fáa arbeiði. Ábendingar eru um, at teir ukrainar, ið duga enskt ella eitt sindur av
føroyskum, hava betri útlit til at fáa arbeiði enn teir, ið ikki duga føroyskt ella enskt.
Almannaverkið upplivir minni vælvild millum arbeiðsgevarar at seta burturriknar ukrainar í starv
og heldur, at ymiskar orsøkir kunnu verða til hetta. Nevnt verður manglandi lóggáva til at seta
virknisvenjing í gongd eftir løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, hetta vegna fyribils
uppihaldsloyvi.
Almannaverkið heldur, at ein onnur orsøk til, at summir arbeiðsgevarar kunnu vera afturhaldandi
við at bjóða fast starv, og í staðin bjóða tíðaravmarkað starv, er, at ukrainarnir hava fyribils
uppihaldsloyvi, ið bara verður longt eitt ár í senn.
Harumframt eru ukrainarnir óvissir um bústøðu sína, sum hjá teimum flestu bara er fyribils. Teir
skulu tí skifta bústað fleiri ferðir. Kropsliga heilsan og sálarheilsan hjá teimum og/ella familju
teirra er ein viðvirkandi orsøk til, at tað er torført at fáa tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin.
Almannaverkið upplýsir, at tey síggja vælvild frá ymiskum arbeiðsgevarum at seta ukrainar í starv,
men at tað er tørvur á fleiri. Hjá teimum arbeiðsgevarum, ið hava víst vælvild, riggar tað sera væl
at hava ukrainar í starvi.
Til spurning 3
Serligar skipanir fyri at betra um atgongdina til arbeiðsmarknaðin, so sum virknisvenjing, hoyra
til málsøkið hjá landsstýrisfólkinum í almanna- og mentamálum. Spurningurin, um at gera serligar
skipanir fyri at betra atgongdina til arbeiðsmarknaðin fyri burturriknu ukrainarnar, má tí stílast
landsstýrisfólkið í almanna- og mentamálum.
Til spurning 4
Samskipandi eindin viðvíkjandi burturriknu ukrainunum hevur havt 5 fundir síðani apríl 2023.
Luttakararnir á fundunum hava verið umboð fyri ymisk stjórnarráð, almennar stovnar, kommunur,
Føroya Politi og Reyða Kross.
Endamálið við fundunum hevur verið at kunna hvønn annan um gongdina við burturriknu
ukrainunum og at umrøða og royna at finna loysnir á aktuellum avbjóðingum og trupulleikum hjá
ukrainunum. Millum evnini, sum hava verið umrødd, er fíggjarliga støðan hjá teimum vegna lágar
uppihaldsveitingar, trupulleikar við at fáa fast arbeiði vegna m.a. vantandi málførleikar,
undirvísing í føroyskum og avbjóðingar í hesum sambandi, sálarligar avbjóðingar, trupulleikar við

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/3
at finna bústaðir, ung undir 18 ár, sum eru komin einsamøll til Føroyar, skúlagongd, serliga hjá
ungum ukrainum, fatanin av heilsuskipan okkara og tulking.
Á fundunum hava viðkomandi myndugleikar avtalað at royna at loysa trupulleikarnar. Til dømis
hevur Almannaverkið skipað fyri serligari praktikkskipan, virkisvenjing og turboskeiði fyri at fáa
fleiri ukrainar í arbeiði, Tórshavnar kommuna hevur sett flóttafólkasamskipara, sum m.a. skipar
fyri ymiskum tiltøkum fyri ukrainar, Løgmálaráðið hevur játtað pening til Beran fyri at veita
ukrainum sálarfrøðiliga hjálp, Útlendingastovan hevur hjálpt ukrainum at finna bústaðir, og ein
leistur er avtalaður millum avvarðandi myndugleikar viðvíkjandi einsamøllum, ómyndugum
ukrainum, sum eru komnir til Føroyar.
Samanumtikið hava royndirnar við samskipandi eindini verið góðar, tí fundirnir hava varpað ljós
á aktuellar trupulleikar hjá burturriknu ukrainunum, og loysnir eru funnar, hóast allar avbjóðingar
og trupulleikar ikki eru loystir.
Til spurning 5
Millum størstu avbjóðingar hjá ukrainunum eru at læra føroyska málið, at finna arbeiði, at finna
bústað, at fáa hóskandi útbúgvingartilboð til ung og at fáa samband við heilsuverkið. Kanningar
úr londunum rundan um okkum vísa eisini, at ukrainar har hava líknandi avbjóðingar í teimum
londunum.
Til spurning 6
Útlendingastovan hevur í samstarvi við Anniku Helgadóttir Davidsen, adjunkt í sálarfrøði á
Setrinum, gjørt eina stutta frágreiðing, sum væntandi kemur út skjótt. Frágreiðingin er grundað á
eina spurnakanning millum ukrainar, sum gevur innlit í, hvussu tey uppliva móttøkuna. Kanningin
vísur m.a. á, at tað sum heild hevur eydnast at bjóða ukrainunum hóskandi vælferðartænastur og
tilboð. Tey flestu av teimum spurdu svara, at tey eru væl nøgd og takksom fyri hjálpina og
blíðskapin, sum tey hava fingið her. Kanningin vísur eisini, at teir ukrainar, sum hava svarað,
umframt børn teirra, siga seg hava eina góða lívsgóðsku, eina rímiliga sálarheilsu og ein virknan
gerandisdag. Kanningin vísur tó eisini, at summi, bæði vaksin og børn, stríðast við m.a. sálarligar
avbjóðingar, arbeiðsloysi og manglandi bústað.
Hyggja vit eftir, hvørjar royndir londini rundan um okkum hava, sum hava tikið ímóti flóttum í
nógv ár, so eru avbjóðingarnar tær somu har. Sum heild kann tí sigast, at vit sum samfelag hava
loyst uppgávuna á nøktandi hátt higartil, tó at pláss er fyri betringum á fleiri økjum.
Løgmálaráðið 7. mars 2025
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
088.24 Spm til B. K Petersen frá K. W Pouldern - Trý ár síðani Russland leyp á Ukraina.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir §52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
Evni: Trý ár síðani Russland leyp á Ukraina
Spurningar:
1. Hvussu nógv flóttafólk úr Ukraina, kvinnur, menn og børn, eru higartil komin til
Føroya, og hvar í Føroyum búgva tey?
2. Hvussu gongur hjá ukrainskum flóttafólki at fáa arbeiði í Føroyum?
3. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera serligar skipanir fyri at betra atgongdina til
arbeiðsmarknaðin fyri ukrainsk flóttafólk?
4. Hvørjar royndir eru við arbeiðinum hjá samskipandi eindini, sum landsstýrið hevur
sett at arbeiða við ukrainsku flóttafólkunum?
5. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar hjá ukrainunum, børnum og vaksnum, sum eru
komin til Føroya?
6. Hvussu hava vit sum samfelag sum heild megnað at tikið ímóti ukrainsku
flóttafólkunum?
Viðmerkingar
3 ár eru liðin, síðani Russland leyp á Ukraina. Stutt eftir hetta álop samtykti Løgtingið at taka
ímóti flóttafólki úr Ukraina. Síðani er ein rættiliga stórur bólkur av ukrainskum flóttafólki
komin til landið, flýdd úr teirra heimlandi av einum brutalum kríggi, sum higartil hevur vart í
trý ár.
Hetta er fyrstu ferð, at vit taka ímóti flóttafólki, og tey eru á nógvan hátt í eini øðrvísi støðu
enn aðrir útlendingar. Tey hava ikki sjálvi valt at flyta. Tey hava heldur ikki valt, at Føroyar
skuldi gerast teirra nýggja heimland, ella at tey brádliga skuldu læra eitt nýtt mál. Samstundis
er syrgiliga støðan í teirra heimlandi steinur oman á byrðu fyri bæði einstaklingar og familjur,
og ikki minst fyri børnini.
Herfyri var samrøða við umboð fyri Reyða Kross í útvarpinum, sum førdi fram, at atgongd til
arbeiðsmarknaðin er ein avbjóðing fyri flóttafólkini. Landsstýrismaðurin hevur kunnað um, at
landsstýrið hevur sett eina samskipandi eind við umboðum fyri landsstýrið umframt fyri
Almannaverkið, Útlendingastovuna, Kommunufelagið, Føroya Politi og Reyða Kross.
Áhugavert er, hvat er komið burtur úr arbeiðinum hjá hesi samskipandi eind. Ein nøktandi
móttøka av flóttafólki fevnir um nógv ymisk øki og krevur nógvar ymiskar førleikar: skikkað
og óheft ráðgeving, sálarfrøðilig tilboð, eitt stórt arbeiði á dagstovnum og í skúlum, atgongd
til arbeiðsmarknaðin, undirvísing í føroyskum sum fremmandamáli, fyri at nevna nøkur dømi
um hesi øki.

-- 1 of 2 --

Eftir trimum árum er viðkomandi at fáa kunning um, hvussu ukrainarnir hava funnið seg til
rættis í Føroyum, og hvussu vit sum samfelag hava megnað at taka ímóti teimum. Hetta fyri
at kunna taka støðu til, hvat vit eiga at gera øðrvísi og betri.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd av ukrainsku
flóttafólkunum.
Á Løgtingi, 25. februar 2025
Kristianna Winther Poulsen

-- 2 of 2 --