52-087/2024
Rúsevni og rúsevnismisnýtsla
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mar. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (3)
087.24 Ískoyti til svar frá S. Bertholdsen til M. Rasmussen - Rúsevni og rúsevnismisnýtsla.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. mar. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 6. mars 2025 HMR j. nr. 25/05261-4 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Ískoyti til svar Upp á Fyrispurning nr. 52-087/2024 eftir § 52a í tingskipanini um rúsevni og rúsevnismisnýtslu, frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni Um heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028: Í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru 58 tilmælir. Í svari mínum viðvíkjandi tilmæli 26, sum er at endurskoða stuðulsjáttanina til Títt Rúm havi eg svarað soleiðis: “Endurskoða stuðulsjáttanina til Títt Rúm Játtanin til Títt Rúm er hækkað munandi seinnu árini. Í 2025 eru 2,6 mió. kr. játtaðar á Løgtingsins fíggjarlóg til verkætlanina Títt rúm, samsvarandi Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum og til at menna javnbjóðis tilboð í Suðuroy.” Í 2025 eru 3,1 mió. kr. av stuðulsjáttanini hjá Bláa Krossi Føroyar ætlaðar til verkætlanina Títt rúm, og ikki 2,6 mió. kr., sum tað av misgáum er komið at standa. Heilsumálaráðið, 6. mars 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
087.24 Svar frá S. Bertholdsen til M. Rasmussen - Rúsevni og rúsevnismisnýtsla.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. mar. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 4. mars 2025 HMR j. nr. 25/05261-2 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar Upp á Fyrispurning nr. 52-087/2024 eftir § 52a í tingskipanini um rúsevni og rúsevnismisnýtslu, frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni Spurningar: 1. Hvørji tilmæli úr Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru sett í verk? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan fyri at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni? 3. Hvussu er støðan á viðgerðarøkinum? Svar: Til spurning 1, 2 og 3: Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028: Í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru 58 tilmælir. Sambært yvirlitinum í Heildarætlanini hava ymisk stjórnarráð og onnur ábyrgdina av at seta tilmælini í verk. Eg kann ikki siga, hvør støðan er viðvíkjandi tilmælum, sum onnur varða av. Nøkur av tilmælunum í Heildarætlanini hoyra burturav undir málsøkið hjá mær. Eg fari at lýsa, hvat er hent við hesum tilmælum, umframt kunna um onnur átøk, sum verða framd á mínum málsøki, til tess at fyribyrgja rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Fyribyrging Ein røð av tilmælum í Heildarætlanini snúgva seg um fyribyrging. Fleiri av tilmælunum eru partur í Barnaverkætlanini, sum landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum varðar av. Heilsumálaráðið og stovnar undir stjórnarráðnum luttaka saman við øðrum í arbeiðinum við Barnaverkætlanini. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum kann lýsa neyvari, hvussu gongur hesum viðvíkjandi. -- 1 of 3 -- Endurskoða stuðulsjáttanina til Títt Rúm Játtanin til Títt Rúm er hækkað munandi seinnu árini. Í 2025 eru 2,6 mió. kr. játtaðar á Løgtingsins fíggjarlóg til verkætlanina Títt rúm, samsvarandi Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum og til at menna javnbjóðis tilboð í Suðuroy. Stytta bíðitíð til útgreinan og viðgerð Átøk eru sett í verk, sum hava til endamáls at stytta um bíðilistar til útgreinan og viðgerð í barna- og ungdómspsykiatriini. Harafturat arbeiðir Psykiatriski depilin við ætlanum um at flyta viðgerð hjá fólki, sum hava fingið staðfest ADHD, av Psykiatriska deplinum til framhaldandi viðgerð hjá kommunulæknum. Finna leist so viðgerðartilboð kann skipast til persónar við dupultdiagnosum Arbeiðið at finna ein leist, so viðgerðartilboð kann skipast til persónar við dupultdiagnosum, er sett í gongd. Saman við umboðum úr Almanna- og mentamálaráðnum, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Almannaverkinum, Psykiatriska deplinum og Kriminalforsorgini, luttekur Heilsumálaráðið í einum arbeiði at endurskoða Rówt (fyrr Megna títt lív), sum er eitt tilboð til ung í aldrinum 18-30 ár við víðfevndum sálarligum og sosialum trupulleikum, umframt rúsdrekka- og/ella rúsevnistrupulleikum. Umframt at endurskoða Rówt skal bólkurin eisini lýsa, hvørji tilboð og tænastur mangla, ella kunnu umskipast/styrkjast, soleiðis at ung fólk, sum hava umfatandi og samansettar, sálarligar, sosialar og rúsevnis trupulleikar, kunnu loftast uppaftur betur enn í dag. Betri vitanargrundarlag Arbeitt verður við at betra um vitanargrundarlagið. Sum dømi kann nevnast, at Heilsustýrið hevur gjørt stóru fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú tað?”, sum er ein spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Í kanningini verður m.a. rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum lýst. 8.000 tilvildarliga valdir føroyingar vóru bodnir at luttaka í kanningini. At útvega hagtøl er ein av lógarásettu uppgávunum hjá Heilsustýrinum. Viðgerð Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn er sett, at “Fólk, sum eru komin út í bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum, skulu hava viðkomandi tvørfakliga viðgerð og hjálp sum skjótast. Vit skulu hava eitt meira fjøltáttað tilboð við ambulantari viðgerð.” Sum fyrsta stig havi eg sett arbeiðið í gongd at lýsa verandi virksemi á teimum trimum viðgerðarstovnunum Blákrossheiminum, Heilbrigdi og Frælsi. Endamálið er at lýsa verandi virksemið, herundir m.a. lýsa, hvørji tilboð viðgerðarstovnarnir veita til ávikavist tann, sum er í viðgerð og avvarandi hjá teimum, sum eru í misbrúki. Í hesum arbeiði fáa viðgerðarstovnarnir millum annað høvi at greiða frá, um misbrúksøkið, har tilboð ikki eru. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, fari eg, saman við viðkomandi pørtum, at taka støðu til, hvussu vit skipa tilboðini, so vit støðugt kunnu menna tilboðini um viðgerð og eftirviðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Tilmælini í heildarætlanini um viðgerð og eftirviðgerð verða partur av hesum arbeiði. -- 2 of 3 -- App og yvirlit yvir tilboð um tænastur Í Heildarætlanini verður mælt til, at Heilsustýrið (áður Fólkaheilsustýrið) hevur ábyrgd av at menna eina app ella heimasíðu, sum ger tað lættari at finna frítíðarvirksemi og ymisk hjálpitilboð um landið, umframt gera eitt yvirlit yvir almennar og alment fíggjaðar/stuðlaðar tænastur og tilboð, sum eru í ymsu økjunum. Av tí, at Heilsustýrið er ein nýggjur stovnur (Heilsustýrið varð sett á stovn 1. januar 2023), hevur Heilsustýrið ikki havt starvsfólkaorku og fíggjarliga orku til at arbeiða við hesum tilmælum enn. Onnur átøk: Hægri játtan til Heilsustýrið – fólkaheilsuátøk Játtanin hjá Heilsustýrinum til fólkaheilsuátøk er hækka munandi í 2025. Ásett er, at Heilsustýrið skal skipa fyri tiltøkum, sum fremja fólkaheilsu sum heild, herundir tiltøkum innan m.a. kost, rørslu, royking, rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu og sálarliga heilsu. Harumframt skal Heilsustýrið skipa fyri kanningum, sum lýsa heilsustøðuna hjá fólki. Kunngerðir um euforiserandi evnir Arbeitt verður støðugt við at seta í gildi nýggjar og dagførdar kunngerðir um euforiserandi evnir fyri at fyribyrgja, at skaðandi rúsandi evnir verða flutt inn til Føroyar. Nýggjasta kunngerðin um euforiserandi evni kom í gildi 15. februar 2025. Av tí, at málsøkið er danskt, verður arbeiðið gjørt í samstarvi millum Indenrigs- og Sundhedsministeriet og Heilsumálaráðið. Heilsumálaráðið, 4. mars 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
087.24 Spm. til S. Bertholdsen frá M. Rasmussen - Rúsevni og rúsevnismisnýtsla.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Rúsevni og rúsevnismisnýtsla Spurningar: 1. Hvørji tilmæli úr Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru sett í verk? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan fyri at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni? 3. Hvussu er støðan á viðgerðarøkinum? Viðmerkingar: Í 2022 fekk táverandi løgmaður handaða Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum árini 2022 til 2028. Heildarætlanin innihelt 58 tilmæli, hvussu farast skal fram næstu árini. Tilmælini eru ein fjølbroytt vifta av átøkum, sum øll hava til endamáls at viðvirka til at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum. Tilmælini eru bólkað soleiðis, at týðiliga sæst, hvør hevur ábyrgd av at fremja hvørt einstakt tilmæli; mettur kostnaður er eisini ásettur fyri hvørt einstakt tilmæli, og somuleiðis er tíðarætlan sett fyri hvørt einstakt tilmæli. Tilmælini eru eisini sett upp í bólkar: Fyribyrging, trivnaður, foreldraleiklutur og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit og vitanargrundarlag – hagtøl, kanningar, skráseting og gransking. Seinastu tíðina er aftur og aftur at hoyra, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru og eisini fleiri og fleiri rúsevni. Ein sera, sera álvarslig støða og fyri at fáa betri ljós yvir støðuna og ætlan landsstýrissins á økinum verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni. Á Løgtingi, 20. februar 2025 Magnus Rasmussen -- 1 of 1 --