← Løgtingsmál

52-086/2024

Kunning um hvussu danskir myndugleikar loysa sínar uppgávur í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
086.24 Svar frá B. K. Petersen til Ei. í Jákupsstovu - Kunning um hvussu danskir myndugleikar loysa sínar uppgávur í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postrúm 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 28. februar 2025
J. nr.: 25/05154-3
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-086/2024 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Eiriki í Jákupsstovu,
løgtingsmanni, um kunning um hvussu danskir myndugleikar loysa sína uppgávur í
Føroyum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Í hvønn mun fær landsstýrismaðurin kunning um virksemi og støði á virkseminum hjá
donskum myndugleikum í Føroyum?
2. Hvørja meting hevur landsstýrismaðurin av støðuni í løtuni út frá tí kunning, sum hann
fær?
Svar upp á spurning 1:
Løgmálaráðið fær javnan kunning um virksemið hjá løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum.
Eg havi regluligar fundir við fútan. Hesir fundir eru á leið fýra ferðir um árið og verði eg á hesum
fundum kunnaður um støðuna og virksemið hjá løgregluni í Føroyum. Harumframt verður skipað
fyri fundum, um tørvur er á at fáa kunning um nakað átrokandi.
Umframt regluligar fundir við fútan, hava embætisfólk í Løgmálaráðnum regluligar fundir við
embætisfólk í Justitsministerinum. Løgmálaráðið hevur fýra støðufundir um árið við
Justitsministeriet, har millum annað aktuell mál og mál á ikki yvirtiknum økjum verða umrødd.
Eisini er ein árligur fundur á embætisstøði í Føroyum, tá ið Justitsministeriet vitjar
ríkismyndugleikarnar í Føroyum.

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/3
Harumframt eru umboð frá landsstýrinum, harundir umboð frá Løgmálaráðnum, limir í
Politiøkisráðnum. Fundir í Politiøkisráðnum eru fýra ferðir um árið. Á fundunum verður kunnað
um virksemið hjá løgregluni og innlit verður givið í arbeiðið hjá løgregluni.
Svar upp á spurning 2:
Løgreglan og ákæruvaldið í Føroyum eru undir donskum málsræði. Hóast samstarvið við danskar
myndugleikar er gott og eg verði kunnaður um virksemið og støðuna hjá løgregluni og
ákæruvaldinum í Føroyum, so hevur tað ávísar avmarkingar og avbjóðingar við sær, at talan er um
danskt málsøki. Sum landsstýrismaður havi eg ongan myndugleika yvir løgregluna og
ákæruvaldið, og hetta hevur millum annað við sær, at eg sum landsstýrismaður havi avmarkaða
ávirkan á tær raðfestingar, sum løgreglan og ákæruvaldið gera.
Eg meti tað vera sera óheppið, at tað tekur løgregluni og ákæruvaldinum langa tíð at avgreiða ávís
mál, og eg kann undra meg yvir tær raðfestingar, sum ákæruvaldið í summum førum hevur gjørt.
Í ávísum førum er tó talan um mál, sum eru trupul at lýsa og mál, sum fakmyndugleikar eru við til
at lýsa. Slík mál taka langa tíð at avgreiða.
Eg havi sum landsstýrismaður eina greiða væntan um, at ríkismyndugleikarnir í Føroyum arbeiða
útfrá meginregluni um at verja rættartrygdina, og at halda lóg og landaskil, og at løgreglan og
ákæruvaldið útinna sín myndugleika í Føroyum sambært ríkislóggávu eins væl og serlóggávu. Tað
er tí mín greiða væntan, at løgreglan loysir tær uppgávur, ið henni er áløgd sambært grindalógini
og tryggjað verður, at sýslumenn og grindaformenn fáa røkt sínar uppgávur sambært lóggávu og
siðvenju í Føroyum.
Tá ið fótbóltsófriðarkroppar í fjør gjørdu ónáðir í Havn, var talan um eina støðu, sum í ávísan mun
kom óvart á løgregluna og fyriskipararnir. Talan var tó um hendingar, sum vit tíverri eisini hava
sæð í grannalondum okkara, og sum løgreglan í grannalondunum eisini hevur trupult við at hava
tamarhald á. Landsstýrið og Justitsministeriet hava umrøtt hendingarnar og møguleikan at útvega
neyðuga løgfrøðiliga grundarlagið, soleiðis at løgreglan betri fær handfarið stórar og ófriðarligar
mannamúgvur í samband við størri tiltøk.
Tíverri hava vit eisini seinastu tíðina sæð, at hald hevur verið lagt á stórar nøgdir av rúsevnum í
Føroyum og at rúsevnistrupulleikarnir í Føroyum eru vaksandi. Í næstum verður eitt stórt mál um
rúsevnasmugling viðgjørt í Føroya rætti, og hetta síggi eg sum tekin um, at økið verður raðfest av
løgregluni og ákæruvaldinum. Fyri at basa rúsevnistrupulleikanum er tó tørvur á raðfesta
fyribyrgjandi arbeiðið og at minka um eftirspurningin av rúsevnum í Føroyum. Hetta arbeiðið
krevur á tvørfakligt samstarv millum land, kommunur og ríkismyndugleikar, og samstarv tvørtur
um geirar og fakøki.
Kunningin, sum landsstýrið fær frá ríkismyndugleikunum um virksemið og støðu tess í Føroyum,
er batnað munandi seinastu árini. Tað er týdningarmikið, at gjøgnumskygni valdar innan allar
myndugleikar, ið virka í Føroyum. Hetta umfatar eisini ríkismyndugleikarnar.
Hóast landsstýrið ikki hevur sett sær sum mál í samgonguskeiðinum at fáa løgreglu, dómsvald og
brotsmálaumsorgan undir føroyskt málsræði, so haldi eg yvirskipað, at tað er eitt mál, ið eigur at
verða raðfest. Stórur partur av fyrireikandi arbeiðinum hesum viðvíkjandi er áður gjørt, og tað

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/3
vantar einans politisk semja um at fáa hetta framt í verki. Hetta átti at verið gjørt innan eitt styttri
áramál.
Løgmálaráðið, 28. februar 2025
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
086.24 Spm. til B. K. Petersen frá Ei. í Jákupsstovu - Kunning um hvussu danskir myndugleikar loysa sínar uppgávur í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Kunning um hvussu danskir myndugleikar loysa sínar uppgávur í Føroyum
Spurningar:
1. Í hvønn mun fær landsstýrismaðurin kunning um virksemi og støði á
virkseminum hjá donskum myndugleikum í Føroyum?
2. Hvørja meting hevur landsstýrismaðurin av støðuni í løtuni út frá tí kunning,
sum hann fær?
Viðmerkingar:
Seinastu tíðina hava vit gjøgnum fjølmiðlar í nógvum førum hoyrt um, at tað eru
avbjóðingar hjá donsku myndugleikunum í Føroyum, sum virka innan lógarøkið. Eitt
dømi var, at tað tók fimm ár og fimm mánaðir at avgreiða eitt mál, sum endaði við at
snúgva seg um eina bót á 5.000 krónur fyri at órógva almenna friðin á havnalagnum í
Nólsoy. Bótin endaði við at falla burtur. Eitt annað dømi, sum er komið styttri hjá
ákæruvaldinum – og kundi verið mett sum eitt størri mál – er nógv umrødda bótin til
Bakkafrost fyri brot á djóraverndarlóggávu.
Heldur ikki tá fótbóltsófriðarkroppar yvirtóku Havnina í fjør, gjørdu
ríkismyndugleikarnir nakað fyri at steðga hesum; heldur varð roynt at flyta onnur
menniskju undan og at heita á fólk um at stongja tær fyritøkur, sum lógu á leiðini hjá
hesum ófriðarkroppum. Hartil er greitt, at tveir politistar seinastu tíðina eru dømdir fyri
lógarbrot.
Umframt hetta kemur, at fyrrverandi sýslumaður og løgreglumaður vísir á eina støðuga
niðurlaging av bæði politinum í Føroyum, og hvussu uppgávurnar verða loystar. Hetta
seinasta tykist heldur ikki at vera í ósamsvari við, at stórar sparingar hava skulað verið
gjørdar í politinum í løtuni. Sparingar og broytingar, sum almenningurin og
lóggávuvaldið í Føroyum fáa sera lítið innlit í. Samstundis ljóðaði á fútanum í
sjónvarpstíðindunum mánakvøldið, at politiið í Føroyum er á einari heilt góðari leið.
Orsøkin til, at hesin spurningur verður settur landsstýrismanninum í lógarmálum og
ikki Ríkisumboðnum, sum møguleiki eisini er til at seta skrivliga sambært
Tingskipanini, er, at tað er sera trekt at fáa Ríkisumboðið á tal her á tingi, og tað tykist
vera ógjørligt at spyrja nærri um nøkur viðurskifti, tá Ríkisumboðið hevur lisið eitt
embætissvar upp frá avvarðandi ráði í Danmark. Tá kann væntast, at landsstýrismaðurin
í lógarmálum hevur størri møguleikar í samskiftinum frá stjórn til stjórn.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 18. februar 2025
Eirikur í Jákupsstovu

-- 2 of 2 --