52-085/2024
Søla av hondkeypsheilivági í øllum handlum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
085.24 Svar frá S. Bertholdsen til J. Niclasen - Søla av hondkeypsheilivági í øllum handlum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 27. februar 2025 HMR j. nr. 25/05226-3 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-085/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um sølu av handkeypsheilivági í øllum handlum, frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni Spurningur: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða fyri, at hondkeypsheilivágur kann keypast í øllum handlum? Svar: Í sambandi við at løgtingslóg um heilivág er til viðgerðar í Løgtinginum, hevur alment kjak tikið seg upp um, at atgongdin til handkeypsheilivág skal gerast lættari fyri brúkararnar. Í hesum sambandi er eisini víst á møguleikan at loyva sølu av handkeypsheilivági í øllum handlum. Ein skipan, har tað verður loyvt øllum handlum at selja handkeypsheilivág, er ikki partur av endamálinum við lógaruppskotinum og tí eru heldur ikki gjørdar greiningar av, hvussu ein tílík skipan kann virka í praksis við umsiting, eftirliti, ráðgeving og annað. Hóast tað at lætta um atgongdina til handkeypsheilivág ikki hevur verið partur av endamálinum við lógaruppskotinum, fer landsstýriskvinnan at arbeiða fyri at tryggja lættari og javnbjóðis atgongd til handkeypsheilivág í Føroyum. Hetta málið skal náast við, at borgarar fáa atgongd til handkeypsheilivág umvegis ávikavist apotek, sjálvtøkur og handkeypssølur, hóast talan ikki verður um allar handlar. Við sjálvtøkum kring landið, hava viðskiftafólk atgongd til handkeypsheilivág frá apotekinum allar tíðir á samdøgrinum alt árið. Harumframt hava viðskiftafólk møguleika at keypa handkeypsheilivág í sambandi við avbjóðingar, sum viðskiftafólkið kann uppliva sum viðkvæmt at deila við eitt avgreiðslufólk á apotekum ella í handlum. Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, sum hava tann fyrimun, at tað tryggjar at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa í sjálvtøkunum. Fyrsta sjálvtøkan í landinum varð tikin í nýtslu í fjør. Apoteksverkið hevur góðar royndir við hesi sjálvtøkuni, sum er uttanfyri Tjaldurs apotek í SMS. Í sjálvtøkuni ber til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið. Hetta hevur verið við til at gera tænastuna í økinum betri og smidligari. -- 1 of 2 -- Uttanfyri nýggja apotekið í Vágum verður ein sjálvtøka sett upp. Hendan verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp í vár. Tvær aðrar sjálvtøkur eru bílagdar, sum verða settar upp uttanfyri apotekini í Klaksvík og Runavík. Seinni í ár verða eisini sjálvtøkur settar upp uttanfyri apotekið á Tvøroyri, umframt á Landssjúkrahúsinum. Afturat teimum fýra apotekunum, søludeildini í Steinatúni og sjálvtøkunum, eru í løtuni 19 handkeypssølur runt landið. Handkeypssølurnar eru í økjum, har einki apotek ella sjálvtøka er og hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur. Arbeitt verður framhaldandi við at gera tænastuna betri. Apoteksverkið endurskoðar regluliga atgongdina til handkeypsheilivág í Føroyum og ger metingar um, hvar tørvur er á at hava ávikavist apotek, sjálvtøkur og handkeypssølur, soleiðis at tað áhaldandi verður tryggja øllum føroyingum lætta atgongd til handkeypsheilivág. Heilsumálaráðið, 27. februar 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
085.24 Spm. til S. Bertholdsen frá J. Niclasen - Søla av hondkeypsheilivági í øllum handlum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Søla av hondkeypsheilivági í øllum handlum Spurningar: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða fyri, at hondkeypsheilivágur kann keypast í øllum handlum? Viðmerkingar: Á bygd, har einki apotek er, er í dag møguligt at keypa vanligan hondkeypsheilivág í handlum, so sum høvuðpínutablettir v.m. Í teimum bygdum, har hondkeypsheilivágur kann keypast í handlum, er tað ein betri tænasta til borgaran. Í bygdum og býum, har apotek er í nærumhvørvinum, kann hondkeypsheilivágur einans keypast á apoteki. Har er sera avmarkað upplatingartíð og serliga í høvuðsstaðum langar bíðirøðir. Hetta er ikki bert at gera mun á tænastu til borgarar, men er eisini kappingaravlagandi fyri handlar. Heldur enn at víðka tænastuna til borgarar, verður t.d. í Vágum brúktur nógvur peningur at gera eitt apotek, sum merkir, at hondkeypsheilivágur verður tikin úr handlunum í Vágum. Spurt verður, um ikki rættari er at fara hin vegin, t.e. loyva sølu av hondkeypsheilivági í øllum handlum í landinum. Í sínum hoyringarskrivi til løgtingsmál nr. 49/2024 hevur Kappingareftirlitið eisini viðmerkingar um hetta. Kappingareftirlitið skrivar ma: «Kappingareftirlitið viðmælir eisini, at farið verður eitt stig víðari og loyva sølu av hondkeypsheilivági í øllum handlum. Hetta hevði verið við til at økt um vælferðina hjá brúkarum í Føroyum, sum høvdu havt betri atgongd viðvíkjandi, hvar og nær tey kunnu keypa hondkeypsheilivág. Hetta er vorðið vanligt í okkara grannalondum.» Á Løgtingi, 18. februar 2025 Jørgen Niclasen -- 1 of 1 --