← Løgtingsmál

52-084/2024

Keyp og gjøgnumskygni hjá stjórnarráðum og stovnum landsins

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
084.24 Svar frá R. Vang til B. á Lakjuni - Keyp og gjøgnumskygni hjá stjórnarráðum og stovnum landsins.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. mar. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 4. mars 2025
J. nr.: 25/05025-2
Svar uppá fyrispurning nr. 52-084/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um keyp og gjøgnumskygni hjá stjórnarráðum og
stovnum landsins.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvar krónur hava stjórnarráðini og stovnar landsins árliga keypt fyri í vørum og
tænastum seinastu 3 árini?
2. Hvussu stórur prosentvísur partur av keypunum hesi árini hevur verið í útboði; og kundi
tað verið ein størri partur, sum varð boðin út?
3. Hvat vísa hagtølini hvat viðvíkur, hvussu væl tað loysir seg peningaliga at bjóða út?
4. Eru ætlanir um at gera keyp landsins meiri gjøgnumskygd – eisini smærru upphæddirnar?
5. Um ja, hvussu langt er man komin við hesum?
Svar til spurning 1:
(í mió. kr.)
Roknskapur
2022
Roknskapur
2023
Roknskapur
2024 (ikki
endaligur)
Keyp av vørum og tænastum 1.675 1.780 1.766
Keyp av útbúnaði 133 153 143
Tilsamans 1.808 1.933 1.909
Svar til spurning 2:
Tað er ikki skrásetingargrundarlag til at svara spurninginum. Bert útboð, sum eru løgd á
Keypsportalin, og umbiðin undantøk, er yvirlit yvir og tá ikki altíð í mun sáttmálaupphædd.
Nevnast kann, at í 2022 vóru 48 útboð á Keypsportalinum, í 2023 var talið 41, og í 2024 vóru
aftur 48 útboð. Smærri keyp í hópatali verða avgreidd sum tilboðsfyrispurningar, og teir eru ikki
skrásettir hjá Keypsportalinum.
Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan hava tó eina greiða fatan av, at tað kundi verið meira, sum varð
bjóðað út, gjøgnum útboð, tilboðsfyrispurningar ella fevnt av rammusáttmálum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning 3:
Sum greitt frá omanfyri finnast ikki nøktandi hagtøl um heildina. Men tað er greitt, at tá ið
stovnar landsins bjóða vørur út í kapping, gjøgnum útboð ella tilboðsfyrispurning, so eru
royndirnar aloftast sera góðar. Tað eru nógv dømi um stovnar, sum hava fingið vørur og tænastur
munandi bíligari. Tað kann eisini verða lagt afturat, at tað at kappingarútseta almenn keyp,
styrkir kappingina í landinum og loyvir nýggjum veitarum framat.
Svar til spurning 4:
Fíggjarmálaráðið hevur til áður settan fyrispurning, fyri beint yvir trimum mánaðum síðani
svarað, at arbeitt verður við at dagføra rundskrivið og at gera fleiri átøk fyri at kappingarútseta
almenna keypið av vørum og tænastum.
Málið er tað sama, sum tað altíð hevur verið og tað er, at fleiri keyp skulu verða bjóðað út,
gjøgnum útboð, tilboðsfyrispurningar ella fevnt av rammusáttmálum, soleiðis at meira fæst fyri
skattgjaldarans pening.
Ætlaði átøk:
• Arbeitt verður við at dagføra rundskrivið, herundir lækka upphæddina fyri nær
bjóðast skal út, og verður hetta arbeiðið eftir ætlan skjótt liðugt. Ætlanin er eisini
at dagføra sjálvan keypsportalin tøkniliga.
• Gjaldstovan skal eisini frameftir hava eitt vakið eygað við, at landsins stovnar
útseta síni keyp fyri kapping. Hetta verður fyrst og fremst gjørt við at styrkja
keypsfunktiónina. Hetta kann verða fíggjað við einum parti av teimum sparingum,
sum verða skaptar.
• Eftirlitið við rundskrivinum kann eisini betrast við, at stovnar skulu vátta um keyp
eru kappingarútsett, við tøknligari loysn, sum Gjaldstovan fer at menna.
• Royndirnar hjá Gjaldstovuni við rammusáttmálum hava víst, at tað er munandi
upphæddir at spara. Gjaldstovan skal tískil skipa fleiri útboð av rammusáttmálum.
• Fíggjarmálaráðið skal tryggja, at tað kann fáa játtanarligar fylgjur, um tað verður
staðfest, at stovnar ikki halda seg til rundskrivið.
Svar til spurning 5:
Víst verður til svarið til spurning 4.
Tinganes, 4. mars 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
084.24 Spm. til R. Vang frá B. á Lakjuni - Keyp og gjøgnumskygni hjá stjórnarráðum og stovnum landsins.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Keyp og gjøgnumskygni hjá stjórnarráðum og stovnum landsins
Spurningar:
1. Hvussu nógvar krónur hava stjórnarráðini og stovnar landsins árliga keypt fyri
í vørum og tænastum seinastu 3 árini?
2. Hvussu stórur prosentvísur partur av keypunum hesi árini hevur verið í útboði;
og kundi tað verið ein størri partur, sum varð boðin út?
3. Hvat vísa hagtølini hvat viðvíkur, hvussu væl tað loysir seg peningaliga at
bjóða út?
4. Eru ætlanir um at gera keyp landsins meiri gjøgnumskygd – eisini smærru
upphæddirnar?
5. Um ja, hvussu langt er man komin við hesum?
Viðmerkingar:
Hvør spard króna er ein vunnin króna, verður sagt. Sum støðan í almenna
húsarhaldinum er í dag við halli á fíggjarlógini og avbjóðingum við langtíðarhaldføri,
so er sjálvsagt enn meiri umráðandi og átrokandi, at skattaborgarans peningur verður
umsitin á besta og skynsamasta hátt. “Endamálið er at fáa meira fyri pening
skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis
stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.” Hetta er
endamálsorðingin í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum til stjórnarráðini og
stovnar landsins. Hetta er eitt greitt og gott endamál, og spurningurin er so, hvussu tað
gongst við at fáa endamálið implementerað í almenna geiran.
Aðalráðini eru 9 í tali, og nógvir eru stovnar landsins, og tí kann hugsast, at nógv verður
keypt av ymsum vørum og tænastum. Tað hevði tískil verið áhugavert at sæð, hvussu
nógvan pening, talan er um, tá vit hugsa um tær vørur og tænastur, sum eru fevnd av
rundskrivinum. Og um tað finnast hagtøl, sum vísa, hvørt tað loysir seg at bjóða út ella
ikki. Sum nú er, so er álagt stovnum og ráðum at bjóða út, tá upphæddin er omanfyri
500.000 kr., ímeðan ein tilboðsfyrispurningur skal nýtast fyri keyp upp til 500.000 kr.
Keyp undir 50.000 kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar eru galdandi. Bagatell-
mørk eru uttan iva fyri, hvat skal bjóðast út, men upp til 500.000 kr. eru rættiliga nógvir
pengar hjá nógvum fyritøkum og vinnurekandi. Og at keyp heilt upp í 50.000 kr. púra
kunnu vera undantikin, er eisini ein høg upphædd hjá mongum. Áhugavert er eisini at
vita, um ætlanir eru at gera skipanina við keypi landsins meiri gjøgnumskygda.
Tískil verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 18. februar 2025
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --