← Løgtingsmál

52-083/2024

Felli í alivinnuni orsakað av kópi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. feb. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
083.24 Svar frá H. Hoydal til K. Hergeirsson - Felli í alivinnuni orsakað av kópi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Løgtingið Tórshavn, 21. februar 2025
Journal nr.: 25/04585
Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-083/2024 frá
Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni, um felli í alivinnuni orsakað av kópi
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Er kópastovnurin undir Føroyum vaksin?
2. Er tað ein nýggjur kópastovnur, sum hevur spesialiserað seg til at taka laks?
3. Er hetta orsakað av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp?
Svar
Spurningur nr. 1
Regluligar teljingar hava ikki verið gjørdar av kópastovninum, og tí ber illa at siga nakað neyvt
um gongdina í stovninum.
Í sekstiárunum varð mett, at stovnurin var 3000 kópar. Tá varð veiða skipað í fýra ár fyri at
minka um stovnin. Síðani vaks stovnurin helst fram til áttatiárini, tá alingin tók seg upp. Loyvt
varð tí at skjóta kóp við alibrúk. Henda veiða hevur í ávísan mun verið við til at halda
stovninum niðri. Tí er sannlíkt, at stovnurin er vaksin síðani 2020, tó at teljingar ikki eru gjørdar
síðani 2021, tá bann kom fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi.
Við støði í teljingum frá 2018, 2019 og 2021 metti Havstovan stovnin at vera á leið 1500
láturkópar.
Fyri at hava nøktandi grundarlag fyri at gera av, hvussu kópastovnurin skal umsitast, er
umráðandi, at ein umsitingarætlan verður gjørd. Fyrsta stigið í hesi tilgongdini er at fara undir
at gera stovnsmetingar. Hetta er málsøki, ið landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og
samferðslumálum varðar av.
Spurningur nr. 2
Síðani forboðið at skjóta kóp við alibrúk varð sett í verk, er talið á kópum, ið halda til og finna
sær føði við alibrúk, vaksið. Einstakir kópar tykjast at verða drignir at alibrúkum og læra skjótt
at gera sær dælt av lætt atkomuliga tilfeinginum av laksi, ið har er.

-- 1 of 2 --

2 / 2
Áðrenn forboðið at skjóta kóp varð sett í verk, vórðu naskastu kóparnir við alibrúkini skotnir.
Síðani forboðið kom, hava hesir kóparnir verið verandi og aðrir eru natúrliga eisini lagstir
afturat. Kóparnir hava helst samstundis lært hvør frá øðrum at taka laks úr nótunum, og tí økist
talið av kópum, ið taka laks, og harvið eisini fellið.
Spurningur nr. 3
Tá tað ikki er loyvt at skjóta kóp við alibrúk, so er ein natúrlig avleiðing, at stovnurin veksur,
og somuleiðis eisini talið á kópum, sum halda til við alibrúkini.
Annars kann til upplýsingar leggjast afturat, at undirritaði sum landsstýrismaður á økinum
legði uppskot til løgtingslóg um at loyva kópaveiðu fyri Løgtingið í 2018. Tað vann tó ikki
frama tá.
Uppskotið sæst á hesum leinki: https://www.logting.fo/documents/43191
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 21. februar 2025
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
083.24 Spm. til H. Hoydal frá K. Hergeirsson - Felli í alivinnuni orsakað av kópi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Felli í alivinnuni orsakað av kópi
Spurningar:
1. Er kópastovnurin undir Føroyum vaksin?
2. Er tað ein nýggjur kópastovnur, sum hevur spesialiserað seg til at taka laks?
3. Er hetta orsakað av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp?
Viðmerkingar:
Í frágreiðingini hjá landsstýrismanninum til seinasta aðalorðaskifti um alivinnuna,
sum var í des. 2024, kom fram, at fellið, orsakað av kópi, er vaksið eksplosivt í 2023.
Frá at gera so at siga ongan skaða í 2019, 2020 og 2021 var fellið í 2022, orsakað av
kópi, einir 20-30.000 laksar. Í 2023 var fellið knapt 400.000 laksar. Fellið, orsakað av
kópi, er økt umleið 1.200% frá 2022 til 2023.
Tað stendur einki í frágreiðingini um, hví so er. Í seinasta løgtingsskeiði varð, við
ynski frá Havbúnaðarfelagnum, ein broyting samtykt í løgtingslóg um aling av fiski
v.m., soleiðis at alarar ikki hava loyvi skjóta kóp. Hetta ynskið frá vinnuni kom fyri
ikki at vera útihýst frá amerikanska marknaðinum.
Hvat er orsøkin til henda ógvisliga vøkstur í fellinum orsakað av kópi. Um
kópastovnurin er vaksin orsakað av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp, so átti tað
ikki at verið nakað forgjørt í at fingið loyvi til at skjóta hann niður á tað normala aftur,
uttan at tað skuldi sett tann amerikanska marknaðin í vanda.
Í krónum er hetta ógviliga stórt virði. Miðal tøkuvektin í 2023 lá um 6 kg og miðal
prísurin um 70 kr/kg. Falda vit hetta við 400.000 laksum, so koma vit til 168 mió. kr.
Á Løgtingi, 11. februar 2025
Karlot Hergeirsson

-- 1 of 1 --