← Løgtingsmál

52-082/2024

Fyribyrgja spontanar abortir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. feb. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
082.24 Svar frá S. Bertholdsen til L. Weihe - Fyribyrgja spontanar abortir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. februar 2025
HMR j. nr. 25/04294-4
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-082/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um at fyribyrgja spontanar abortir,
frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar mannagongdir eru galdandi, tá kvinnur í Føroyum abortera?
2. Nær fáa kvinnur í Føroyum bjóðað hjálp í sambandi við spontanar abortir?
3. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja spontanar abortir hjá kvinnum í Føroyum?
4. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdir?
Svar:
Til spurning 1
Í Føroyum er mannagongdin tann, at tá ið ein kvinna, sum er við barn, fer at bløða ella fær pínu,
vendir hon sær til kommunulæknan, sum ávísir sjúklingin víðari til Gynækologisk ambulatorium.
Innanfyri heilt stutta tíð fær kvinnan tíð í Gynækologisk ambulatorium, har kvinnan verður kannað
við m.a. eini ultraljóðsskanning, fyri at síggja, um fostrið er á lívi.
Um kanningin staðfestur, at fostrið er deytt, eru tríggir møguleikar:
1) Tað verður bíðað við at veita viðgerð fyri at vita, um fostur og móðurkaka fara av sær sjálvum
2) Heilivágur verður givin fyri at framskunda prosessina
3) Ein útskaving verður framd, sum er tað, sum eisini verður kallað ein “kirurgisk abort”. Í hesum
sambandi kann nevnast, at tílíkar abortir verða mestsum ikki framdar longur.
Tað er ein læknafaklig meting, hvør loysn verður vald í hvørjum einstøkum førum.

-- 1 of 2 --

Stoffskiftissjúkur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til, at kvinnur afturvendandi abortera. Um
illgruni er um hetta, eftir at ein kvinna hevur havt spontanar abortir, verður kvinnan kannað fyri
stoffskiftissjúku.
Til spurning 2
Ein kvinna, sum áður hevur havt eina spontana abort og gerst aftur við barn, fær bjóðað eina
skanning tíðliga í viðgongutíðini. Hetta verður eisini gjørt fyri, at kvinnan skal kunna kenna seg
trygga í einum komandi barnsburði, tí kvinnan kann hava ótta fyri at missa aftur.
Tað er vanligt at abortera tíðliga í barnsburðinum. 20 prosent av øllum barnsburðum enda sum
spontanar abortir, harav eru 10 prosent so tíðliga, at kvinnan ikki veit av, at hon er vorðin við barn.
Í Føroyum fylgir Sjúkrahúsverkið mannagongdini hjá DSOG, (Dansk Selskab for Obstetrik og
Gynækologi), har tað m.a. verður gjørd ein størri útgreining eftir tríggjar spontanar abortir. Tá
verður gjørd ein víðkað kanning við blóðroyndum og kromosomkanningum, umframt ein
gynækologisk kanning.
Til spurning 3 og 4
Sambært Sjúkrahúsverkinum finst í dag tíverri ikki nøkur góð viðgerð at bjóða kvinnum fyri at
fyribyrgja spontanar abortir.
Sjúkrahúsverkið bjóðar sum nevnt kvinnum, sum hava havt spontanar abortir, eyka
trygdarskanningar í byrjanini av viðgongutíðini. Eisini verður gjørd ein gynækologisk kanning, har
man kann staðfesta møguligar vøddaknútar ella “misdannilsir” á lívmóðurini.
Í Føroyum fylgja vit somu mannagongdum sum í okkara grannalondum. Tað verður granskað í,
hvussu heilsuverkið kann fyribyrgja spontanar abortir, og vónandi fer man í framtíðini at kunna
hjálpa hesum kvinnum betur, enn í dag.
Kemur nýggj læknafrøðilig vitan fram um fyribyrgjandi viðgerð á økinum, sum viðførur broytingar
í mannagongdunum í okkara grannalondum, verða mannagongdirnar eisini broyttar í Føroyum.
Heilsumálaráðið, 19. februar 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
082.24 Spm. til S. Bertholdsen frá L. Weihe - Fyribyrgja spontanar abortir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Fyribyrgja spontanar abortir
Spurningar:
1. Hvørjar mannagongdir eru galdandi, tá kvinnur í Føroyum abortera?
2. Nær fáa kvinnur í Føroyum bjóðað hjálp í sambandi við spontanar abortir?
3. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja spontanar abortir hjá kvinnum í Føroyum?
4. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdir?
Viðmerkingar:
Mett verður, at fjórði hvør graviditetur endar í einari spontanari abort. Fyri
kvinnurnar, sum hetta rakar, er tað ein sera svár støða sálarliga, men kann eisini vera
kropsliga hart, um kvinnan skal hava eina útskaving aftaná abortina.
Vanlig mannagongd eftir spontanar abortir hevur verið, at kvinnan fær at vita, at
spontana abortin er náttúrunnar máti at sálda sjúk fostur frá. Fostur við t.d.
kromosomfeili. Hetta byggir tó ikki á nágreiniliga gransking, tí millum lítil og ongin
gransking er gjørd á økinum. Nakað, sum er galdandi fyri fleiri kvinnusjúkur.
Orsøkin til spontanar abortir verður ikki kannað nærri, fyrr enn kvinnan hevur havt
tríggjar spontanar abortir eftir læknaliga staðfestan graviditet. Kvinnur og pør skulu tí
gjøgnum nógvan sálarkvøl, umframt kropsligu avleiðingarnar, áðrenn tey fáa hjálp at
gerast foreldur. Nakað, sum er tyngjandi fyri bæði foreldur og avbjóðandi fyri
parlagið.
Nýggj gransking vísir nú, at orsøkin kann liggja í stoffskiftinum hjá kvinnum, sum
kann kannast og fyribyrgjast. Ein onnur orsøk kann vera vøddaknútar, sum gera tað
trupult hjá kvinnuni at halda uppá eitt fostur.
Tí kann hugsast, at mannagongdir skulu broytast, so færri kvinnur í framtíðini skulu
gjøgnum fleiri spontanar abortir, áðrenn tær fáa hjálp.
Á Løgtingi, 7. februar 2025
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --