← Løgtingsmál

52-081/2024

Tilbúgving í føroysku tunlunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. feb. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
081.24 Svar frá B. K. Petersen til A. Olsen - Tilbúgving í teimum føroysku tunlunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 18. februar 2025
J. nr.: 25/04123-2
Svar
upp á
skriftligan fyrispurning nr. 52-081/2024 eftir § 52a í Tingskipanini um
tilbúgving í føroysku tunlunum
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingkvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Tilbúgving í føroysku tunlunum
Spurningar:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin um støðuna viðvíkjandi tilbúgving í teimum føroysku
tunlunum?
2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at arbeiða fyri einum samlaðum tilbúgvingarleisti fyri
allar tunlar og undirsjóvartunlar í Føroyum?
Svar til spurning nr. 1
Tilbúgvingin í tunlunum í Føroyum hevur tikið støði í teimum normum, sum fakliga vóru
ráðandi, tá tunlarnir vórðu bygdir, og sum heild meti eg, at hetta hevur verið gjørt á nøktandi
hátt.
Tó eru krøvini til tilbúgving í tunlum munandi økt gjøgnum árini, og nógvir tunlar eru tískil ikki
dagførdir samsvarandi. Umframt hetta hava vit eisini sæð dømi um, at tilbúgvingarskipanir hava
verið óvirknar - í onkrum føri í longri tíð. Hetta haldi eg ikki er nøktandi.
Økt ferðsla, elbilar, langir tunlar og vandamikil ferðsla seta eisini størri krøv í dag, enn tá
tunlarnir vórðu bygdir.
Svar til spurning nr. 2

-- 1 of 2 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/2
§ 18 í tilbúgvingarlógini ásetur greitt, at allir partar í tilbúgvingini hava skyldu at samstarva. Tað
er tí leiðslan í tunnilsfeløgunum, tá tunlar eru skipaðir í partafelag, landið, tá talan er um
landsvegatunlar, og kommunurnar, tá talan er um kommunalar tunlar, ið hava ábyrgdina av at
reka og fíggja eina nøktandi tilbúgving á egnum øki.
Partarnir hava harafturat ábyrgd av at samstarva við kommunur og við lands- og
ríkismyndugleikar og at gera tilbúgvingarætlanir fyri at tryggja, at tilbúgvingin í tunlunum er
nøktandi og kann fremjast í verki.
Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum samskipar tilrættisleggingina av tilbúgvingini og skal á
tann hátt tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veitir myndugleikum, kommunum
og fyritøkum ráðgeving.
Eg havi tískil vegleitt partarnir um omanfyrinevnda ábyrgdarbýti og eggjað til samstarv, so
tunlarnir eru í nøktandi standi, tá ferðsluóhapp henda í tunlunum. Tað eru sostatt omanfyri
nevndu partarnir, sum hava fremstu ábyrgdina av at arbeiða fyri einum samlaðum
tilbúgvingarleisti fyri allar tunlar og undirsjóvartunlar í Føroyum.
Løgmálaráðið 18. februar 2025
Bjarni K. Petersenlandsstýrismaður

-- 2 of 2 --
081.24 Spm. til B. K. Petersen frá A. Olsen - Tilbúgving í teimum føroysku tunlunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingkvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Tilbúgving í føroysku tunlunum
Spurningar:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin um støðuna viðvíkjandi tilbúgving í teimum
føroysku tunlunum?
2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at arbeiða fyri einum samlaðum
tilbúgvingarleisti fyri allar tunlar og undirsjóvartunlar í Føroyum?
Viðmerkingar:
Herfyri var áhugaverd ráðstevna í Kongshøll um tilbúgving í Føroyum, og hvussu
Føroyar á besta hátt kunnu fyrireika seg til broyttu og spentu støðuna í heiminum í dag.
Tað er átrokandi, at vit í Føroyum gera okkum til reiðar í mun til tilbúgving í breiðastu
merking og gera mannagongdir fyri, hvat skal gerast í einari neyðstøðu.
Tosað hevur verið nógv um tilbúgving í samband við kritiska infrakervið so sum SEV,
telesamskifti og nettrygdartilbúgving. Men tað hevur ikki nógv umrøða verið av
tilbúgvingini av okkara heimligu viðurskiftum, og í hesum fyrispurningi verður fyrst
og fremst hugsað um dagligu tilbúgvingina av øllum tunlunum og undirsjóvartunlunum
í Føroyum.
Tá tað kemur til undirsjóvartunlarnar, hava kommunurnar eftir førimuni roynt at loyst
hesa risaavbjóðing, men skuldi ein størri vanlukka hent, krevur hetta nógv størri
samstarv tvørturum kommunur og land. Neyðugt er tí at fáa ein felags leist fyri allar
tunlar, t.e. tilbúgvingarætlanir, mannagongdir, útgerð, venjingar, eftirmetingar,
tilbúgvingarlæring og miðsavnan av samskifti í sambandi við tilbúgving í tunlunum.
Vit hoyra javnan, at eldur hevur verið í bilum í tunlunum kring landið, men hendir ein
størri vanlukka í einum av okkara tunlum og ikki minst undirsjóvartunlum, er ongin
yvirskipað og landsumfatandi tilbúgving, sum traðkar til, og tí verður hesin
fyrispurningur settur landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum
Á Løgtingi, 6. februar 2025
Annika Olsen

-- 1 of 1 --