← Løgtingsmál

52-080/2024

Demensætlanin og demenssjúk undir 67 ár

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. feb. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
080.24 Svar frá S. Stenberg til B. á Lakjuni - Demensætlanin og demenssjúk undir 67 ár.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 14. februar 2025
Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 25/03321-5
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt: BÁT
Nr. 52-080/2024
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-080/2024 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Bárði á Lakjuni, um
demensætlanina og demenssjúk undir 67 ár
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini fyri Føroyar frá 2015 eru
sett í verk?
2. Hvussu nógvir borgarar undir 67 ár eru raktir av demenssjúku pr. dags dato?
3. Hvar liggur lógarásetta ábyrgdin fyri hesum borgarum, og hvørji tilboð um hjálp eru at
heinta hjá teimum og avvarðandi teirra?
4. Metir landsstýriskvinnan, at hesi og avvarðandi teirra fáa nóg góða hjálp í lógini, sum
er galdandi?
5. Um ikki, hvat metir landsstýriskvinnan so vera tað rætta at gera?
Svar:
Demensætlanin frá 2014 varð gjørd í samráð millum landsstýrismannin í heilsumálum og
landsstýriskvinnuna í almannamálum. Og var arbeiðsbólkurin, sum gjørdi demensætlanina
mannaður av umboðum úr ymiskum geirunum, sum hava við demensøkið at gera.
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur fyri at kunna svara hesum fyrispurningi
vent sær til Heilsumálaráðið fyri at fáa greiði á nøkrum av viðurskiftunum spurt verður um.
Til nr. 1
Av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini eru fimm tilmæli, ið heilt ella partvíst hoyra til
almannaøkið.
Viðvíkjandi tilmæli 4 um hjálpartól
Samskiparin á Almannaverkinum kunnar yvirskipað borgarar um møguleikar við
hjálpartólum, hjálpir teimum við at fylla út umsóknarbløð og at søkja ráð og vegleiðing frá
deildini Hjálpartól.
Terapeutar veita fólki við demensi ráð og vegleiðing um hjálpartól. Samstarv við avvarðandi
er ofta fortreytin fyri at fólk við demensi kunnu taka ímóti ráð og vegleiðing og gagnnýta
hjálpartólini til fulnar.
Viðvíkjandi tilmæli 5 og 6 um tænastur, so sum dagtilboð, umlætting og bútilboð

-- 1 of 4 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 4
Tað hevur eydnast væl at samskipa dagtilboð til yngri við demens. Verri er við umlætting, har
tað ikki er eydnast AV at veita tænastu á verandi umlættingarstovnum, tí hesir hava aðra
fakligheit. Í tráð við at hesin málbólkur ofta skjótt fær tørv á búplássi, tá tørvur á umlætting
hevur víst seg, hevur Almannaverkið við heimild í almannalógini, mett tað skilagott at
samstarva við kommunur um at keypa umlætting. Tó er ymiskt hvussu nógv umlættingarpláss
kommunurnar hava eins og tað eisini er ymiskt, hvussu kommunurnar raðfesta samstarvið um
yngru borgararnar. Hetta ger, at atgongdin hjá yngri við demens til umlættingarplássini ikki er
eins um alt landið.
Viðvíkjandi tilmæli 9 um stuðul
Almannaverkið hevur samskipara til økið, ið tryggjar, at borgari fær viðkomandi tænastur frá
Almannaverkinum, sum eitt nú tillagað starv, hjálpartól og dagtiboð. Við avmarkaðu játtanini
hjá Almannaverkinum at skipa námsfrøðiligar dygdargóðar tænastur á demensøkinum,
verður mett, at dagtilboð og umlætting er fíggjarliga skynsamasta tænastan til henda málbólk.
Persónligur stuðul verður sostatt ikki veittur.
Viðv. stuðulstímum, ið avvarðandi sjálvi kunnu ráða yvir, er hetta ikki ein møguleiki, ið
almannalógin heimilar. Møguligt er at veita tað, ið fyrr varð kalla daddutímar, borgarastýrd
stuðulstænasta. Men kravið er, at borgarin sjálvur megnar at umsita tænastuna.
Skal borgarastýrd stuðulstænasta veitast til fólk, við demensi er neyðugt at broyta
lógarheimildina, soleiðis at avvarðandi kunnu umsita tænastuna.
Viðvíkjandi tilmæli 10 um sálarliga hjálp
Lógin um almannatrygd og tænastur heimilar sálarfrøðiliga hjálp, við ávísing frá lækna, men
serlig skipan er ikki sett í verk.
Heilsumálaráðið upplýsir, at av teimum 14 tilmælunum hoyra 8 tilmæli heilt ella partvís til
heilsugeiran.
Viðvíkjandi tilmæli 1 um landsdemenssamskipan og Vitanardepil
Í mun til at seta landsdemenssamskiparar er komið undir land, soleiðis at skilja, at øll tey
kommunalu samstarvsøkini hava landsdemenssamskipara tilknýttan.
Í umleið 2½ ár hevur Psykiatriski Depil koyrt eina verkætlan, har arbeitt hevur verið við at
seta á stovn ein Vitanardepil ella Vitanareind, sum tað í dag verður kallað. Sambært
Landssjúkrahúsinum hevur verkætlanin eydnast væl. Verkætlanin hevur víst, at neyðugt er við
einum leiðandi samskipara fyri at reka og menna Vitanareindina. Arbeitt verður í løtuni við at
fáa lýst hetta starvið.
Viðvíkjandi tilmæli 2 um heimasíðu (tongt at Vitanareindini í tilmæli 1)
Tilmælið er ikki sett í verk. Uppgávan liggur undir Vitanareindini, sum partvíst er sett í verk
og har uppgávan hjá eindini fyrst og fremst hevur verið at skipa
landsdemenssamskiparafunktiónina.
Viðvíkjandi tilmæli 3 um kommunulækna sum toghaldara
Tilmælið er ikki sett í verk. Sambært Sjúkrahúsverkinum, er tað ivasamt um tað er realistiskt
at ein kommunulækni skal hava hesa uppgávuna, samstundis sum tað er vert at umhugsa um
uppgávan er neyðug í dag.
Viðvíkjandi tilmæli 6 tann parturin, sum snýr seg um BPSD og delir
Sjúkrahúsverkið upplýsir, at Demensklinikkin hevur havt eina ráðgevandi uppgávu í mun til
røktarheim og heimarøkt, men tað eru ikki gjørdar skipaðar mannagongdir.

-- 2 of 4 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 3 av 4
Viðvíkjandi tilmæli 10 um sálarliga hjálp til avvarðandi
Skipað hevur verið fyri undirvísing til avvarðandi, sum í ein mun loysir hesa uppgávuna.
Viðvíkjandi tilmæli 12 um demensútbúgving og tvørfaklig skeið
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur biðið Landssjúkrahúsið um at seta av eina upphædd í
2025 til útbúgving innan demensøkið. Heilsumálaráðið viðger, hvussu útbúgvingin kann
setast í verk í 2025.
Sum áður nevnt verður tað í løtuni arbeitt við at menna Vitanareindina og tí er tilmælið um
tvørfaklig skeið ikki sett í verk enn.
Viðvíkjandi tilmæli 13 um gransking
Tað eru framdar granskingarverkætlanir innan demens, sum eru fíggjaðar av
Sjúkrakassagrunninum. Tó hava Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið ikki sett
pening av til ítøkiliga gransking innan demens.
Viðvíkjandi tilmæli 14 um yvirskipaðan politik
Tilmælið er ikki sett í verk.
Til nr. 2
Heilsumálaráðið upplýsir, at pr. dags dato er talan um 26 fólk í Føroyum, sum eru undir 67 ár
og hava fingið staðfest demens og eru knýtt at Demensklinikkini.
Almannaverkið fær sum oftast samband við yngri við demens ígjøgnum Demensklinikkina.
Almannaverkið verður innkallað til ein netverksfund á Demensklinikkini um borgarin ynskir
hetta. Á hesum fundum verður kunnað um tær tænastur og veitingar Almannaverkið kann
bjóða. Rúm tíð kann tó ganga, til tey ynskja tænastu frá Almannaverkinum. Í løtuni veit
Almannaverkið um í alt 12 fólk, sum hava demens og eru undir fólkapensjónsaldur.
Av hesum 12 fólkunum búgva fýra á røktar- ella ellisheimi, og fimm koma í dagtilboð hjá
Almannaverkinum og hava møguleika at fáa umlætting í tann mun Almannaverkið kann
keypa umlætting frá kommununum. Almannaverkið hevur dagtilboð í Tórshavn og á Glyvrum
til í alt 16 fólk.
Til nr. 3
Tænastur til fólk undir fólkapensjónsaldur, sum hava demens verða skipaðar eftir lógini um
almannatrygd og tænastur og sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Hesar tænastur
snúgva seg um dagtilboð, umlætting, búpláss og heimatænastu.
Dagtilboð og umlætting hava heimild í lógini um almannatrygd og tænastur, so vera búpláss
og heimatænasta skipað sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Almannaverkið hevur tvey dagtilboð – eitt í Tórshavn og eitt á Glyvrum, sum burturav eru
ment til henda málbólk. Av tí at Almannaverkið ikki hevur nakran umlættingarstovn, ið kann
hýsa fólki við demensi, keypir landið tænastuna frá kommununum í tann mun hetta ber til.
Peningaligar veitingar verða veittar eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og
almannapensjónslógini. Tá fólk hava nakað av arbeiðsevnum er møguligt at koma í tillagað
starv. Talan hevur tá verið um, at tann demensrakti heldur fram hjá sama arbeiðsgevara, sum

-- 3 of 4 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 4 av 4
áðrenn sjúkan rakti. Møguligt er eisini at koma í fyriskipan við avtalaðari løn. Mest vanliga
er, at yngri við demens ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, men fáa veitingar eftir
almannapensjónslógini.
Til nr. 4
Hóast nakað er hent, frá tí at serkunnleikin til økið í 2015 flutti frá landi til kommunu, er enn
ikki komið á mál og fáa hesir borgarar og teirra avvarðandi tí ikki nóg góða hjálp.
Tað, sum í dag serliga er ein avbjóðing er, at umlætting og búpláss liggja millum tveir geirar,
kommunur og land. Ymiskt er, hvussu nógv umlættingarpláss kommunurnar hava, og hvussu
tær raðfesta samstarvið við Almannaverkið um keyp av tænastuni. Fyri nøkur demensrakt
merkir tað, at eingin umlætting fæst, ella at umlættingin er óstøðug. Fyri tey avvarðandi er tað
sera tyngjandi og als ikki haldbart, tá ið tað ikki er møguligt at skipa regluliga umlætting.
Til nr. 5
Fólk við demens koma sum er, ikki í tey tilboð sum landið skipar, fyrr enn sjúkan veruliga
hevur tikið dik á seg. At fáa staðfest demens á ungum árum er svárt og kennist ónatúrligt fyri
tann demensrakta og familjuna, sum ofta er nakað mitt í lívinum við arbeiði o.ø.. Kanska er
tað hetta sum ger, at Almannaverkið lutfalsliga seint kemur í samband við hesar borgarar og
teirra avvarðandi og fær bjóðað teimum tænastu.
Royndirnar vísa eisini, at tá tørvur er á umlætting, er ikki long tíð, til hesir borgarar eru so
mikið illa fyri, at tørvur er á búplássi.
Av tí at talið av borgarum undir 67 ár, sum hava demens er so lágt, hevur Almannaverkið ikki
skipað umlætting til henda bólk. Hagtøl hjá Almannaverkinum vísa, at tað ongantíð eru meir
enn 1-3 borgarar, sum tørva umlætting í senn. Tí er avgjørt at keypa umlætting frá
kommunum. Eisini verður mett skilagott at nýta umlætting sum ein part av tilvenjing til
búpláss – ein tilgongd sum er vanlig við umlættingarplássum hjá kommununum. Nú hetta
lutfalsliga sera lítla økið er skipað í tveimum geirum, er neyðugt við góðum samstarvi, ið er
ásett í avtalu millum land og kommunu, sum tryggjar hesum málbólki regluliga umlætting hjá
kommununum.
Landsstýriskvinnan ætlar at viðgera spurningin um eina samanhangandi tænastu saman við
avvarðandi pørtum.
Tórshavn, 14. februar 2025
Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna

-- 4 of 4 --
080.24 Spm til S. Stenberg frá B. á Lakjuni - Demensætlanin og demenssjúk undir 67 ár.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Demensætlanin og demenssjúk undir 67 ár
Spurningar:
1. Hvussu nógv av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini fyri Føroyar frá
2015 eru sett í verk?
2. Hvussu nógvir borgarar undir 67 ár eru raktir av demenssjúku pr. dags dato?
3. Hvar liggur lógarásetta ábyrgdin fyri hesum borgarum, og hvørji tilboð um
hjálp eru at heinta hjá teimum og avvarðandi teirra?
4. Metir landsstýriskvinnan, at hesi og avvarðandi teirra fáa nóg góða hjálp í
lógini, sum er galdandi?
5. Um ikki, hvat metir landsstýriskvinnan so vera tað rætta at gera?
Viðmerkingar:
Undir heitinum “Gloymsk – men ikki gloymd” fingu Heilsumálaráðið og
Almannamálaráðið í 2015 handaða eina demensætlan fyri Føroyar. Ein arbeiðsbólkur
gjørdi hesa ætlan, ið landsstýrismaðurin í heilsumálum og landsstýriskvinnan í
almannamálum settu á heysti 2013. Ætlanin bygdi á álitið “Gloymsk, men ikki
gloymd”, sum varð skrivað í 2012. Nú skriva vit 2025. 10 ár eru liðin, síðani
demensætlanin varð løgd fram, og 13 ár eru liðin, síðani álitið varð skrivað. Tó, so
sær støðan framvegis út til at vera ómetaliga trupul og avbjóðandi hjá ikki so fáum.
Kanska serliga hjá teimum demenssjúku, ið eru undir 67 ár.
Í november 2024 spurdi Alzheimerfelagið spurningin: Hava politikarar gloymt
demensøkið? Felagið royndi at gera vart við støðuna á demensøkinum, nú
kommunuval var í hondum. Í skrivinum ger felagið vart við, at tað verður gjørdur
stórur mismunur á fólki við demenssjúku, tí umstøðurnar eru so ymiskar kring landið.
Felagið skrivar, at tað var ein stórur feilur, tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015,
at politiska skipanin valdi at býta demensøkið sundur millum fleiri myndugleikar og
geirar við grundarlagi í aldri hjá borgaranum. Henda avgerðin vísir seg at hava stórar
neiligar fylgjur – serliga fyri tey yngru við demenssjúku. Og – sigur Alzheimerfelagið
víðari – hóast bæði lands- og kommunupolitikkarar siga seg kenna til syndarligu
støðuna, so er eingin, sum veruliga ger nakað við tað.
Støðan tykist bæði álvarsom og átrokandi. Fyri at fá greiði á nøkrum viðurskiftum á
økinum, so verða hesir spurningar settir avvarðandi landsstýriskvinnu.
Á Løgtingi, 31. januar 2024
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --