← Løgtingsmál

52-079/2024

Lesandi og fráflyting

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. feb. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
079.24 Svar frá D. N. Joensen til B. á Lakjuni - Lesandi og fráflyting.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 13. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 12. februar 2025
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-118
100 Tórshavn Viðgjørt: -
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-079/2024, eftir § 52a í Tingskipanini, frá Bárði á Lakjuni,
løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um lesandi og fráflyting.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir føroyingar hava lisið í Danmark hvørt einstakt ár seinastu 10 árini sambært
nýggju dátunum hjá Hagstovuni tilsamans og skift á bólkar av lesandi?
2. Kann landsstýrismaðurin lýsa gongdina fyri lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum í
Danmark hvørt einstakt ár síðstu 10 árini sambært nýggju dátunum hjá Hagstovuni?
3. Hvussu nógv hava lisið á hægri útbúgvingum í Føroyum hvørt einstakt ár síðstu 10 árini?
4. Hvussu samsvara tølini hjá Studna við svarini upp á fyrstu spurningarnar í hesum
fyrispurningi?
5. Um tølini frá Hagstovuni og Studna ikki líkjast, hvør kann so orsøkin vera til tað?
Svar
Til 1: Hagstova Føroya hevur gjørt samstarv við Danmarks Statistik um at fáa meira vitan til vegar
um persónar við føroyskum bústaðartilknýti, sum eru ella hava verið búsitandi í Danmark. Ein partur
av hesum samstarvi fevnir um útbúgvingardátur úr skráum hjá Danmarks Statistik.
Sum úrslit av hesum samstarvi eru útgreinað hagtøl um førleikagevandi útbúgvingar á donskum
útbúgvingarstovnum hjá persónum við føroyskum bústaðartilknýti, sum eru búsitandi uttanlands, tøk
í hagtalsgrunninum.
Útgreinað hagtøl um persónar við føroyskum bústaðartilknýti, sum eru undir lestri á donskum
útbúgvingarstovnum og búsitandi uttanlands, eru undir menning. Almenn hagtøl væntast at vera tøk
í hagtalsgrunninum í ár. Ein seruppgerð við tal av lesandi á yrkisnámi og hægri útbúgving í Danmark,
sum eru búsitandi uttanlands, vísa hesi tøl yvir lesandi í Danmark tíðarskeiðið 2012 - 2022:

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/3
2.356 (2012), 2.466 (2013), 2.421 (2014), 2.330 ( 2015), 2.163 (2016), 2.030 (2017), 1.874 (2018),
1.801 (2019), 1.737 (2020), 1.757 (2021) og 1.865 ( 2022).
Nærri útgreiningar av útbúgvingum og útbúgvingarstøði hjá teimum lesandi verða tøk í
hagtalsgrunninum í ár. Ávíst fyrivarni skal takast fyri tølunum, av tí at talan er um hagtøl undir
menning.
Til 2: Seruppgerðin vísir, at talið av lesandi á donskum útbúgvingarstovnum, sum eru búsitandi
uttanlands, er minkað við umleið 500 persónum árini frá 2012 til 2022 – úr umleið 2.350 til umleið
1.850 lesandi árliga. Tað svarar til eina minking upp á góð 20 prosent.
Til 3: Eingi fullfíggjað almenn útbúgvingarhagtøl eru um lesandi ella førleikagevandi útbúgvingar í
Føroyum.
Til 4: Studni hevur á heimasíðu síni eina uppgerð við tal av lesandi, búsitandi í Danmark, sum hava
fingið lestrar- og ferðastuðul. Gongdin í talinum av lesandi í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya og
persónar, sum hava fingið lestrar- og ferðastuðul, búsitandi í Danmark, eru víst í myndini niðanfyri.
Grundarlagið undir uppgerðini hjá Studna eru tey, sum søkja um ferðastuðul. Fyri at fáa ferðastuðul
er kravið, at viðkomandi er fulltíðarlesandi, hevur búð tvey av teimum trimum seinastu árunum í
Føroyum undan lestrarbyrjan ella búð minst helvtina av lívinum í Føroyum. Stuðulin verður latin
einaferð árliga, tó í mesta lagi normeraðu lestrartíðina + eitt ár. Stuðulin er 1.500 kr. Árliga, og
barnastuðulin er millum 200 og 1.500 kr. fyri hvørt barnið eftir aldri. Umsóknarfreistir eru 30. juni
og 31. desember. Tað er tann lesandi sjálvur, sum skal søkja um ferðastuðul.

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
3/3
Gongdin yvir ár sær út til at verða tann sama í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya og Studna, men tølini
hjá Studna vísa 1.000 færri lesandi.
Til 5: Orsøkirnar til at tølini eru ymisk, eru sum omanfyri nevnt, at talan er um tveir hættir at gera
upp eftir. Skipanin hjá Studna telur bert tey, sum søkja um stuðul, meðan Hagstova Føroya
samantvinnar skráir hjá Hagstovu Føroya og Danmarks Statistik og ger ein myndil. Hagstova Føroya
fer at kunngerða almennu hagtølini seinni í ár, meðan Studni framhaldandi fer at greina sítt virksemi
og leggja tað fram fyri almenninginum.
Eingi fullfíggjað almenn útbúgvingarhagtøl eru um lesandi ella førleikagevandi útbúgvingar í
Føroyum. Til tað krevst, at Hagstova Føroya fær fígging at raðfesta menning og framleiðslu av
útbúgvingarhagtølum sum hagtalsøki, ið er leysliga mett at kosta eina millión krónur árliga.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
079.24 Spm til D. N. Joensen frá B. á Lakjuni - Lesandi og fráflyting.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 31. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum
Evni: Lesandi og fráflyting
Spurningar:
1. Hvussu nógvir føroyingar hava lisið í Danmark hvørt einstakt ár seinastu 10
árini sambært nýggju dátunum hjá Hagstovuni tilsamans og skift á bólkar av
lesandi?
2. Kann landsstýrismaðurin lýsa gongdina fyri lesandi føroyingar á hægri
útbúgvingum í Danmark hvørt einstakt ár síðstu 10 árini sambært nýggju
dátunum hjá Hagstovuni?
3. Hvussu nógv hava lisið á hægri útbúgvingum í Føroyum hvørt einstakt ár
síðstu 10 árini?
4. Hvussu samsvara tølini hjá Studna við svarini upp á fyrstu spurningarnar í
hesum fyrispurningi?
5. Um tølini frá Hagstovuni og Studna ikki líkjast, hvør kann so orsøkin vera til
tað?
Viðmerkingar:
Í seinastuni hevur verið nógv tosað um fráflyting. Orðingin, Exit Føroyar, hevur aftur
verið á breddanum, sum hon var tað fyri einum 10-12 árum síðani. Serliga KVF hevur
sett kikaran á evnið. Talið á føroyskum lesandi í Danmark var 1.865 skúlaárið
2022/2023, sambært KVF, ið vísir til nýggjar dátur frá Hagstovuni. Hetta talið frá
Hagstovuni hevur verið afturvendandi í kjakinum og miðlingini hjá serliga KVF.
Studni hevur í mong ár havt tøl fyri lestarstuðulsveitingar til lesandi í Føroyum og
uttanlands. Hesi tøl hava givið eina greiða ábending um, hvar føroyingar lesa, og hvat
føroyingar lesa. Hetta hagtalstilfar hevur eisini verið nógv nýtt, bæði í almennu
fyrisitingini og í almenna rúminum. Hagtølini frá Studna vísa, at síðstu 10 árini er:
- Talið á føroyingum, sum eru undir hægri lestri í Føroyum og uttanlands,
tilsamans lækkað úr 2.519 til 1.828. Ein lækking á 27%.
- Samlaða talið á hægri lesandi í Føroyum hækkað úr 838 til 1.026. Ein hækking
á 22%.
- Samlaða talið á lesandi føroyingum undir hægri lestri í Danmark nærum
hálverað. Tað er farið úr 1.423 niður í 732. Ein lækking á 49%.
- Hend tann broyting, at í skúlaárinum 2013/14 lósu 33% av teimum, sum lósu
hægri lestur, í Føroyum. Í skúlaárinum 2023/24 lósu 56% av teimum, sum lósu
hægri lestur, í Føroyum. 23% prosentstig fleiri.
Tað sýnist at vera stórur munur á tølunum frá Studna og tí talinum, sum KVF hevur
frá Hagstovuni. Gott hevði verið at fingið greiði á, hvat er rætt. Tískil verða hesir
spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 31. januar 2025
Bárður á Lakjuni

-- 2 of 2 --