52-078/2024
Dalstunnilin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. feb. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
078.24 Svar frá D. Holm til S. Nolsø - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 14. februar 2025 Mál: 25/03191-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-078/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-078/2024 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Dalstunnilin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær í 2025 verður koyrandi í Dalstunlinum? 2. Verða tilhoyrandi arbeiðir sum installatiónir, ljós, asfaltering v.m. eisini liðug í 2025? Svar: Dalstunnilin er 2,2 kilometrar langur, og tilhoyrandi vegagerð er 300 metrar. Harumframt er ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og í Dali breiðkaðir. Grót frá tunlinum er eisini brúkt til at umleggja eitt stórt sving á Skálavíkarvegnum. Í 2024 var arbeitt við vegagerð í tunlinum, portalum, liðugt tryggjan og vatn tryggjan av tunlinum og annað. Í 2025 er ætlanin, at arbeiðini verða gjørd liðug, umframt at arbeitt verður við at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós, at asfaltera vegin í tunlinum og annað. Í løtuni verður arbeitt við at gera eina vegagrøv til dren og til kaðalar. Talan er um kaðalar til samskifti, ravmagn (Sev) og til rakstur av tunlinum. Arbeitt verður eisini við at tryggja tunnilin lidnan, harímillum vatntryggja, og verða 700 metrar av betongi sproytað í tunnilsloftið. Hetta verður ætlandi gjørt í apríl-mai í ár. Farið er undir at gera portalin Dalsmegin, og síðan verður portalurin gjørdur Húsavíkarmegin. Væntandi verður arbeiðið liðugt í summar. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Viðvíkjandi vegagerðini í tunlinum, verður styrkilag lagt á vegbreytina, og síðan verður vegbreytin asfalterað. Í mars verður el- og trygdarútgerðarverkætlanin boðin út, og eftir ætlan kann tað arbeiðið byrja í mai 2025. Arbeiðið tekur væntandi 4-5 mánaðir. Eftir eini dagførdari kostnaðarmeting fer verkætlanin samanlagt at kosta eini 168 mió. kr. Øll verkætlanin kann gerast liðug á heysti 2025, men tað er treytað av, at írestandi játtanin fæst til vega við eykajáttan, nóg tíðliga í ár. Tað eru brúktar 110 mió. kr. til farleiðina til Dals fram til ársskiftið 2024. Tøka játtanin til verkætlanina er 35 mió. kr. í 2025, og sostatt er tørvur á eini játtan upp á 23 mió. kr. til at gera verkætlanina lidna. Landsstýrismaðurin vónar, at øll verkætlanin verður liðug í ár. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
078.24 Spm til D. Holm frá S. Nolsø - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Dalstunnilin Spurningar: 1. Nær í 2025 verður koyrandi í Dalstunlinum? 2. Verða tilhoyrandi arbeiðir sum installatiónir, ljós, asfaltering v.m. eisini liðug í 2025? Viðmerkingar: Í fíggjarlógaruppskotinum 2025 stendur, at í ár (2025) skal arbeiðið í Dalstunlinum gerast liðugt. Tað stendur eisini, at í 2025 verður arbeitt við tekniskum installatiónum, trygdarútgerð, ljósi, asfaltering og at rigga byggipláss, tyrvingarpláss og annað av. Hátíðarhald var í Dali í november 2023, tá tunnilin var skotin ígjøgnum. Arbeiðið at gera tunnilin kláran til gjøgnumkoyring gongur, sum skilst, væl. Enn er tó einki fráboðað frá Landsverki ella ráðnum um eina endaliga dagfesting fyri almennari upplating. Eisini hevði verið áhugavert at frætt um, hvussu gongur við tilhoyrandi uppgávum sum trygd, ljósi og niðurlegging av byggiplássi. Á Løgtingi, 31. januar 2025 Sólvit E. Nolsø -- 1 of 1 --