← Løgtingsmál

52-077/2024

Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. feb. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
077.24 Svar frá D Holm til J. Dahl - Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í FØ.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. feb. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
12. februar 2025
Mál: 25/03142-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-077/2024
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-077/2024 frá Johan Dahl, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um
at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur danska samferðslumálaráðið vent sær til samferðslumálaráðið í Føroyum
við fyrispurningi um sínámillum avtalu um at viðurkenna talgildu koyrikortini
landanna millum?
2. Hevur landsstýrismaðurin svarað fyrispurninginum frá danska
samferðslumálaráðharranum?
Um ja: Hvat hevur landsstýrismaðurin svarað?
Um nei: Nær ætlar landsstýrismaðurin at svara?
3. Vil landsstýrismaðurin gera avtalu við danska samferðslumálaráðharran um
sínámillum viðurkenning av teimum talgildu koyrikortunum?
Svar til spurning 1
Danski ráðharrin innan samferðslu, Thomas Danielsen, sendi eitt bræv til
landsstýrismannin dagfest tann 25. november 2024. Í brævinum verður víst á ynskið
um eina sínámillum viðurkenning av tí føroyska og danska talgilda koyrikortinum.
Eisini verður nevnt, at arbeiðið við at finna eina loysn, fyri at kunna viðurkenna tað
føroyska talgilda koyrikortið í Danmark, longu er byrjað.
Svar til spurning 2 og 3
Landsstýrismaðurin hevur svarað danska ráðharranum skrivliga tann 10. februar 2025.
Í skrivinum stendur, at landsstýrismaðurin er sinnaður at samstarva við danskar

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
myndugleikar um at gera tað møguligt sínámillum at viðurkenna talgildu koyrikortini,
eins og tey fysisku koyrikortini vera viðurkend landanna millum.
Landsstýrismaðurin vil sostatt fegin finna eina loysn saman við donsku
myndugleikunum, sum kann vera við til at fáa burtur hesa markaforðing, og væntandi
fer hetta arbeiðið í gongd í næstum.
Vónandi kann hetta eisini verða liður í eini sínámillum viðurkenning av talgildum
koyrikorti í øllum Norðurlondum, og hetta fer Ráðið at kanna.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
077.24 Spm til D Holm frá J. Dahl - Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í FØ.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 31. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Um at viðurkenna donsk talgild koyrikort í Føroyum
Spurningar:
1. Hevur danska samferðslumálaráðið vent sær til samferðslumálaráðið í Føroyum
við fyrispurningi um sínámillum avtalu um at viðurkenna talgildu koyrikortini
landanna millum?
2. Hevur landsstýrismaðurin svarað fyrispurninginum frá danska
samferðslumálaráðharranum?
Um ja: Hvat hevur landsstýrismaðurin svarað?
Um nei: Nær ætlar landsstýrismaðurin at svara?
3. Vil landsstýrismaðurin gera avtalu við danska samferðslumálaráðharran um
sínámillum viðurkenning av teimum talgildu koyrikortunum?
Viðmerkingar:
Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri, hevur fleiri ferðir víst á, at hann
vil finna eina loysn á málinum, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark.
Eisini hevur hann sagt, at arbeitt verður við at fáa soleiðis í lag, at donsk talgild
koyrikort verða góðkend í Føroyum.
Føroyskir myndugleikar umsita hendan partin, og samferðslumálaráðharrin upplýsir í
tíðindaskrivi 16. august 2024, at danskir myndugleikar hava vent sær til føroyskar
myndugleikar fyri at fáa greiðu á, hvat skal til fyri, at eitt danskt talgilt koyrikort kann
brúkast í Føroyum.
Tað at kunna brúka talgild koyrikort hjá hvør øðrum í Norðurlondum er ein liður í at
beina burtur markaforðingar millum londini.
Tó er ongin kunning komin frá landsstýrinum um hetta málið. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 31. januar 2025
Johan Dahl

-- 1 of 1 --