52-076/2024
Leyst grót í Gásadalstunlinum og tunlum annars
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. feb. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
076.24 Svar frá D. Holm til J. Joensen - Leyst grót í Gásadalstunlinum og tunlum annars.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 10. februar 2025 Mál: 25/02683-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-076/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-076/2024 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um leyst grót í Gásadalstunlinum og tunlum annars Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er Landsverk vitandi um grótið, sum javnan dettur niður undan loftinum í Gásadalstunlinum? 2. Rapar grót javnan undan loftinum í smáu tunlunum í Føroyum? 3. Er nøkur skaðafráboðan um hetta? 4. Hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at skaði stendst av omanlopi í tunlum? 5. Eru hesir tunlar nóg tryggir fyri fólk og akfør? 6. Nær kunnu fólk kenna seg trygg við at brúka hesar tunlar? Svar til spurning 1, 2 og 4 Landsverk varðar av 21 tunlum. Teir eru 40 kilometrar samanlagt. Tveir nýggir tunlar eru í gerð, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin, meðan tríggir tunlar ikki eru í rakstri longur. Tunlarnir hjá Landsverki eru gjørdir til bilferðslu og Landsverk, sum vegamyndugleiki, setur altíð trygdina fremst á landsvegakervinum. Størsti partur av tunlunum eru ikki tryggjaðir við betongi, tí tilfarið í fjallinum er so mikið gott, at tað er ráðiligt at lata teir standa berar. Har tað er neyðugt, verða partar av tunlunum tó tryggjaðir við betongi og boltum. Hetta verður eisini gjørt, tá teir verða bygdir. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Av og á kann grót detta undan loftinum og úr veggjunum á tunlunum, harímillum í Gásadalstunlinum, men sum oftast er talan bert um smásteinar. Loftið verður vanliga tryggjað betri enn veggirnir, og steinar detta tessvegna oftari niður úr veggjunum og ikki beinleiðis undan loftinum. Viðhvørt dettur grót eisini niður í teimum nýggjaru tunlunum, ið eru betri tryggjaðir. Tískil er ikki bert talan um eldri tunlar við hesum avbjóðingunum. Tað ber ikki til at tryggja seg 100% Landsverk fremur eftirlit í tunlunum umleið fimta hvørt ár, har loft og veggir verða kannaðir fyri leyst grót, rivur og møguligar lekar. Ábøtur verða gjørdar so hvørt eftir tørvi. Svar til spurning 3 Landsverk fær viðhvørt skaðafráboðanir frá bileigarum, sum hava koyrt á grót í tunlunum. Hagtøl vera tó ikki førd fyri hesar fráboðanir, og vanliga er hetta eitt mál millum bileigaran og tryggingina. Svar til spurning 5 og 6 Tað er loyvt at ganga ígjøgnum tunlarnar, sum Landsverk varðar av, men tunlarnir eru gjørdir til bilferðslu, og ikki til ábæra ferðslu, tað vil siga fólk til gongu ella á súkklu. Sambært spyrjaranum ganga nógv fólk, ja heilir skúlaflokkar, gjøgnum Gásadalstunnilin. Tað er neyvan skilagott. Landsverk arbeiðir við málinum um ábæra ferðslu, og hevur skrivað eitt temablað um málið, sum er ein partur av nýggju samferðsluætlanini, men einki er um gonguferðslu gjøgnum tunlarnar. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at taka málið upp um, hvussu ábær ferðsla kann skipast í tunlunum. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
076.24 Spm. til D. Holm frá J. Joensen - Leyst grót í Gásadalstunlinum og tunlum annars.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Leyst grót í Gásadalstunlinum og tunlum annars Spurningar: 1. Er Landsverk vitandi um grótið, sum javnan dettur niður undan loftinum í Gásadalstunlinum? 2. Rapar grót javnan undan loftinum í smáu tunlunum í Føroyum? 3. Er nøkur skaðafráboðan um hetta? 4. Hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at skaði stendst av omanlopi í tunlum? 5. Eru hesir tunlar nóg tryggir fyri fólk og akfør? 6. Nær kunnu fólk kenna seg trygg við at brúka hesar tunlar? Viðmerkingar: Javnan verður boðað frá, at grót dettur undan loftinum í Gásadalstunlinum. Hetta kann gerast sera álvarsamt, tí fólk ganga javnan gjøgnum tunnilin umframt tey akfør, sum koyra har. Serliga summarhálvuna gongur nógv fólk har. Eisini ganga skúlaflokkar og aðrir bólkar ígjøgnum tunnilin, serliga summarhálvuna. Hetta er helst galdandi fyri fleiri tunlar í Føroyum. Spurningurin er, um tað skal ein álvarsligur skaði til, áðrenn nakað munagott verður gjørt fyri at tryggja loftið. Enn detta grót og steinar javnan undan loftinum í Gásadalstunlinum. Fyri at fáa at vita, hvussu støðan er, og hvør ítøkiliga ætlanin er fyri at tryggja hesar tunlar, verður hesin spurningurin settur. Á Løgtingi, 28. januar 2025 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --