52-075/2024
Skúlakort til lærlingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. feb. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
075.24 Svar frá D. N. Joensen til H. Pálsdóttir - Skúlakort til lærlingar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. feb. 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 4. februar 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-114 100 Tórshavn Viðgjørt: - Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-075/2024, eftir § 52a í Tingskipanini, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um skúlakort til lærlingar. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er landsstýrismaðurin sinnaður at kanna møguleikan at veita lærlingum skúlakort, eins og lesandi? 2. Hvat hevði tað kostað, um lærlingar fingu skúlakort í sambandi við útbúgving sína? Svar Til 1: Eg haldi, at møguleikin fyri at veita lærlingum skúlakort, eins og øðrum lesandi, skal kannast nærri. Tó vil eitt møguligt skúlakort til lærlingar verða treytað av neyðugari játtan til hetta, sí svar til spurning 2. Til 2: Studni hevur gjørt eina meting um, hvat tað hevði kostað, um lærlingar høvdu fingið skúlakort til sína útbúgving. Hetta er tó ein varlig meting út frá verandi tølum hjá Studna, SSL og Yrkisdeplinum. Tí skal henda meting takast við tí fyrivarni. Í alt fingu 3757 næmingar studning í tíðarskeiðinum 01.01.24 – 31.12.24. Studni hevur eina skipan við Strandferðarskipum Landsins um skúlakort. Sambært SSL er miðal kostnaðurin fyri hvønn næming fyri skúlakort 6.000 kr. árliga. Sambært Yrkisdeplinum høvdu 1315 lærlingar lærusáttmála í tíðarskeiðinum 01.01.24 – 31.12.24. Av hesum høvdu 798 lærlingar bústað uttanfyri Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu, har til ber at koyra við býarbussunum ókeypis. Taka vit eisini tey frá, sum búgva í somu bygd/býi, har tey eru í læru, eru 624 lærlingar eftir, sum hava tørv á at ferðast til læruplássið ella skúla. 25,8% av teimum vóru undir 18 ár. Hesi kunnu í øllum førum hugsast at hava tørv á tænastunum hjá SSL. Tað svarar til 156 lærlingar. Nøkur av teimum, sum eru yvir 18 ár, kunnu eisini hugsast at brúka tænasturnar hjá SSL, tí verður tað ein metingarspurningur, hvussu nógv afturat munnu fara at gera gagn av møguleikanum við skúlakortinum. Um vit brúka omanfyri nevnda útgangsstøðið at útrokna -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 kostnaðin, vildi skúlakort til dømis til 300 lærlingar í eitt skúlaár kostað 300*6.000 = 1,8 mió kr. um árið. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
075.24 Spm til D. N. Joensen frá H. Pálsdóttir - Skúlakort til lærlingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Skúlakort til lærlingar Spurningar: 1. Er landsstýrismaðurin sinnaður at kanna møguleikan at veita lærlingum skúlakort, eins og lesandi? 2. Hvat hevði tað kostað, um lærlingar fingu skúlakort í samband við útbúgving sína? Viðmerkingar: Í dag er tað soleiðis, at lesandi – bæði á miðnámi og hægri lestri – fáa skúlakort fyri at sleppa aftur og fram frá bústaði til lestrarpláss. Lærlingar fáa ikki skúlakort, men hava rætt til koyripengar. Tó eru tað nógvir lærlingar, ið eru undir 18 ár, og tískil hava útreiðslur av flutningi, men ikki møguleika til endurgjald. Við eini lærlingaløn kann ferðaflutningur sostatt gerast ein tungur postur. Hesin spurningurin verður settur fyri at hoyra, hvat tað hevði kostað, um skúlakort varð latið lærlingum, og fyri at hoyra um landsstýrismaðurin er sinnaður at kanna hendan møguleikan. Á Løgtingi, 23. januar 2025 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --