52-074/2024
Kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
074.24 Svar frá B. K. Petersen til A. Olsen - Kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3, Postsmoga 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 28. januar 2025 J. nr.: 25/01743-2 Svar upp á skriftligan fyrispurning nr. 52-074/2024 eftir § 52 a í tingskipanini, um kunngerðina um alment útboð av kommunalari fastogn, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin, at kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er nøktandi, til tess at kommunur kunnu skunda undir bústaðarbygging? 2. Um nei, eru ætlanir at broyta kunngerðina til tess at tryggja bústaðarbygging? Svar til spurning nr. 1 og 2: Tað er trupult at meta um, hvørt kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er nøktandi ella ikki, og tískil um ásetingar í kunngerðini møguliga eiga at verða broyttar (kunngerð nr. 122 frá 2000). Orsøkin er, at avbjóðingin er samansett. Tørvur er tí á, at land og kommunur seta seg saman, at finna skilagóðar langtíðar loysnir til frama fyri føroyska bústaðarmarknaðin. Eg eri samdur í, at støðan viðvíkjandi bústaðartroti er ein avbjóðing. Eisini, at tað er tørvur á at finna skilagóðar loysnir, til tess at gongd kann setast á at fáa tryggjað bústaðarbyggingina. Tað er harmiligt, um góð hugskot, at hjálpa við at loysa bústaðartrotið fara fyri skeytið, um tað er orsakað av, at kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn, forðar fyri hesum. Tí fari eg, sum áður boðað frá, í svari til fyrispurning 52-070/2024 til Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, dagfest 15. januar 2025, at taka hetta upp við kommunurnar í næstum, saman við málinum um útstykking og sølu av grundstykkjum hjá kommununum. Tað er mín vón, at hetta samskiftið, millum landsstýrið og kommunurnar, fer at bera við sær loysnir, ið skunda undir útboðið á bústaðarmarknaðinum. -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Fara loysnir, sum landsstýrið og kommunurnar koma fram til, at viðføra, at tørvur er at gera broytingar í kunngerðini um alment útboð av kommunalari fastogn, eri eg sinnaður at hyggja jaligt upp á hetta. Løgmálaráðið 28. januar 2025 Bjarni K. Petersen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
074.24 Spm til B. K. Petersen frá A. Olsen - Kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin, at kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er nøktandi, til tess at kommunur kunnu skunda undir bústaðarbygging? 2. Um nei, eru ætlanir at broyta kunngerðina til tess at tryggja bústaðarbygging? Viðmerking: Fyri nøkrum árum síðani varð sjálvsognarfelag stovnað í Havnini. Í hesum felag vóru einar 50 familjur, ið høvdu tikið seg saman til tess at byggja alternativar bústaðir í Marknagili í Havn. Talan var um familjur, ið ynsktu at búgva í Føroyum, og fleiri av teimum høvdu ætlanir um at flyta heim, eftir at hava búð uttanlands. Ætlanin var at fáa fatur á einum lendi á 21.000 m2 og fara undir eina bygging, sum minti um byggingina í Tórsbyrgi í Tórshavn. Ein verkætlan, sum hevði kunnað givið 50 familjum tak yvir høvdið. Verkætlanin strandaði, tí Tórshavnar kommuna hevði ikki heimild at selja sjálvsognarfelagnum lendið, uttan at lendið varð boðið alment út. Hóast Tórshavnar kommuna í fleiri umførum heitti á landsstýrið um at loyva hesum ella at fáa kunngerðina broytta, so bar hetta ikki til. Kommunurnar hava nú fingið møguleika at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, og tað er gleðiligt, men um so er, at 5-10 familjur taka seg saman um eina bústaðarbygging, ella eitt nú 10 eldri fólk ynskja fara undir at byggja eldraíbúðir í felag, so er hetta ikki møguligt. Stórt bústaðartrot er, og tí er spurningurin, um ætlanin er at geva kommununum rásarúm at útvega lendi, tá talan er um gagnligar og skilagóðar verkætlanir, sum kunnu bøta um bústaðarneyðina. Á Løgtingi, 17. januar 2025 Annika Olsen -- 1 of 1 --