52-073/2024
Lestrarpláss boðin út summarið 2025
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
073.24 Svar frá D. N. Joensen til B. Johannesen - Lestrarpláss boðin út summarið 2025.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 28. januar 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-112 100 Tórshavn Viðgjørt: TB Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-073/2024, eftir § 52a í Tingskipanini, frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um lestrarpláss, sum verða boðin út summarið 2025. Spurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út summarið 2025 innan miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar? Svar Til 1: Spurningurin um, hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út eitt ávíst tíðarskeið, er ein spurningur, sum ikki er líka lættur at svara, sum ein í fyrstu atløgu kann halda. Orsøkin er tann, at útbúgvingarnar eru somikið ymiskar, at neyðugt er at taka nøkur fyrivarni, áðrenn komast kann fram at einum tali. Hetta talið er ymiskt alt eftir, nær hugt verður, tí praksis fyri upptøku og harvið eisini talið av lestrarplássum eru ymisk til ymiska tíð. Hóast allar flestu útbúgvingar í Føroyum hava eina árliga upptøku, so eru tað summar útbúgvingar, sum hava dupulta upptøku, aðrar hava dupulta upptøku annað hvørt ár, og so eru aftur aðrar útbúgvingar, sum ikki taka lesandi ella næmingar inn á hvørjum ári. Afturat hesum eru eisini gymnasialar útbúgvingar, har ein praktiserað upptøkutreyt er, at umsøkjarar, sum søkja inn, og sum lúka krøvini fyri upptøku, verða tikin inn á gymnasialu útbúgvingarnar. Hetta merkir, at um talið av umsøkjarum vaksa, so kann tað í prinsippinum hava við sær, at nýggir flokkar verða stovnaðir, sum harvið geva fleiri lestrarpláss. Um størri tilgongd er til yrkisútbúgvingarnar, er eisini møguleiki fyri at økja um lestrarplássini. Tá tað er sagt, so kann sigast, at tað verður mett at verða á leið 856 lestrarpláss á teimum gymnasialu útbúgvingunum, 212 á yrkisútbúgvingunum, 20 innan klædna- og tilvirkisatstøði, 77 innan heilsu- og umsorgan, 192 lestrarpláss á teimum maritimu útbúgvingunum, 60 lestrarpláss á Hægri Námi, 260 á bachelorútbúgvingunum og 120 lestrarpláss á masterútbúgvingunum. Hetta gevur á leið 1797 lestrarpláss tilsamans. Afturat hesum tølum eru eisini 25 lestrarpláss til hjánámslestur á Fróðskaparsetri Føroya, umframt ph.d.-lestur, sum ikki er skipað við árligari upptøku. Ivamál er um, hvørjar útbúgvingar verða bodnar út á Hægri Námi, og tí kunnu tey tølini verða øðrvísi, tá vit koma til summarið 2025. Eisini er vert at -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 nevna, at vit eisini hava yrkisútbúgvingar við lærutíð í Føroyum, men har skúlagongdin er í Danmark, og tískil heldur ikki er við í hesi uppgerðini. Legg til merkis, at hesi tølini snúgva seg um lestrarpláss/kapasitet, og ikki upptøku á sjálvar útbúgvingarnar. Hetta svarið má takast sum eitt vegleiðandi svar, og ikki eitt endaligt svar, sum lýsir allan veruleikan. Til tað krevst eitt størri greiningararbeiði, og hevði betri hóskað seg í einari skrivligari frágreiðing. Niðanfyri er samlað yvirlit yvir lestrarpláss summarið 2025: Lestrarpláss tilsamans Gymnasiala breytaskipanin 856 Yrkisútbúgvingarskipanin 212 Aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar 20 Maritimar útbúgvingar 192 Heilsuskúlin 77 Hægri Nám 60 Bachelorútbúgvingar 260 Masterútbúgvingar 120 Lestrarpláss tilsamans 1797 Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
073.24 Spm til D. N. Joensen frá B. Johannesen - Lestrarpláss boðin út summarið 2025.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Lestrarpláss boðin út summarið 2025 Spurningar: 1. Hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út summarið 2025 innan miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar? Viðmerkingar: Seinastu tíðina hevur verið nógv ljós varpað á lestrarumhvørvið í Føroyum, tá kjak hevur verið um, at ung fara av landinum at nema sær útbúgving. Vit hava í Føroyum nógvar skúlar, ið bjóða útbúgvingar av alskyns slagi. Tær eru av ymsum slagi, og venda sær bæði til tann privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Tó kann tað altíð gerast betri í einari roynd at fáa útbúgvingar, ið bæði venda sær til eftirspurningin hjá arbeiðsmarknaðinum og teim lesandi. Tí kundi verið nærliggjandi at hugt at teimum útbúgvingum, vit hava í dag, og gjørt okkum greitt, um tær í nóg stóran mun nøkta tann eftirspurning, vit hava í dag. Nú er fíggjarlógin samtykt, og greitt er, hvør játtanin er hjá teim ymsu skúlunum. Fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út í summar, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 16. januar 2025 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --