← Løgtingsmál

52-072/2024

Skattur av lágum inntøkum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jan. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
072.24 Svar frá R. Vang til H. J. Thomsen - Skattur av lágum inntøkum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 30. januar 2025
J. nr.: 25/01413-2
Skrivligur fyrispurningur
eftir §52a í Tingskipanini
Svar frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til §52 a – fyrispurning nr. 52-072/2024 frá Hans
Jacob Thomsen, løgtingsmanni, um skatt av lágum inntøkum
Spurningar:
1. Hvussu nógv í landsskatti rindaði ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 kr., 22.500
kr., 27.500 kr., 32.000 kr., 37.500 kr., 50.000 kr. og 85.000 kr. í 2015?
2. Hvussu nógv í landsskatti rindar ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 kr., 22.500
kr., 27.500 kr., 32.000 kr., 37.500 kr., 50.000 kr. og 85.000 kr. í 2025?
3. Hvussu stóra skattalækking/-hækking hava inntøkurnar omanfyri fingið í 2025 í mun til
2015?
Svar
Talva 1 vísir hvussu nógv, fólk við somu mánaðarligu inntøku, rinda í skatti ávikavist í 2015 og í
2025.
Sum talvan vísir, rinda allir bólkar minni í landsskatti í 2025, enn í 2015.
Talva1
krónur um árið
inntøka 	landsskattur 2015 landsskattur 2025 munur 	munur
17.500 	2.417 	1.621 	796	- 	9.550	-
22.500 	3.417 	2.371 	1.046	- 	12.550	-
27.500 	4.417 	3.121 	1.296	- 	15.550	-
32.000 	5.317 	4.021 	1.296	- 	15.550	-
37.500 	6.417 	5.121 	1.296	- 	15.550	-
50.000 	9.333 	8.246 	1.088	- 	13.050	-
85.000 	19.000 	18.746 	254	- 	3.050	-
krónur um mánaðin

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Samanberingin í talvu 1, skal tó takast við tí fyrivarni, at seinastu 10 árini er prís- og lønarlagið
hækkað. Lønarlagið í 2025, kann væntast at vera yvir 30 %1 hægri, enn í 2015. Í sama
tíðarskeiðið er brúkaraprístalið hækkað góð 20 %2. Ein króna í 2025 hevur tí ikki sama virði,
sum ein króna í 2015.
Gjøgnumførda skattaumskipanin í 2024-2025 gevur serliga lág- og miðalinntøkum ein munandi
skattalætta. Hetta var eisini endamálið við umskipanini. Sum frá líður ger prís- og lønarvøkstur,
at inntøkuskatturin økist aftur, hóast Løgtingið ikki broytir skattin. Tí fari eg í næstum at senda
uppskot til almenna hoyring, um javning av skatti og avgjøldum.
Tinganes, 30. januar 2025
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum
1 Miðinntøkan frá nov. 2014 til nov. 2024 er sambært hagstovuni hækkað 35%. Almenni lønarkarmurin er frá 1.okt
2024 til 1. okt 2024 vaksin 31%.
2 Brúkaraprístalið er vaksið 21% frá nov. 2024 til nov. 2024

-- 2 of 2 --
072.24 Spm til R. Vang frá H. J. Thomsen - Skattur av lágum inntøkum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Skattur av lágum inntøkum
Spurningar:
1. Hvussu nógv í landskatti rindaði ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 kr., 22.500
kr., 27.500 kr., 32.000 kr., 37.500 kr., 50.000 kr. og 85.000 kr. í 2015?
2. Hvussu nógv í landskatti rindar ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 kr., 22.500
kr., 27.500 kr., 32.000 kr., 37.500 kr., 50.000 kr. og 85.000 kr. í 2025?
3. Hvussu stóra skattalækking/-hækking hava inntøkurnar omanfyri fingið í 2025 í mun
til 2015?
Viðmerkingar:
Síðani 2012 eru broytingar gjørdar í landsskattinum tríggjar ferðir, sum hava lætt um
inntøkuskattin hjá fólki. Í 2012 kom sonevndi flatskatturin hjá borgarligu flokkunum, og tvær
reisur hevur samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn givið lág- og
miðalløntum eina skattaminking. Fyrru ferð í 2016, og so aftur nú árini 2024 og 2025.
Í sambandi við skattalættarnar til lág- og miðallønt hava andstøðupolitikkarar havt á lofti, at
láglønt hava ikki fingið lut í skattalættunum. Fyri at fáa greiðu á hesum máli, verða hesir
spurningar settir.
Á Løgtingi, 16. januar 2025
Hans Jacob Thomsen

-- 1 of 1 --