52-071/2024
Valevnislistar til kommunuval
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
071.24 Svar frá B. K. Petersen til H. Abrahamsen - Valevnislistar til kommunuval.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postrúm 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 24. januar 2025 J. nr.: 25/01079-2 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-071/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um valevnislistar til kommunuval. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta? 3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild? Svar: Til spurning nr. 1 og 2 Endamálið er helst at tryggja fólkaræðisligan dynamikk við at eggja til fleiri listar, men í viðmerkingunum til kommunuvallógina verður ásetingin ikki neyvari viðgjørd. Atlitini hjá spyrjaranum eru viðkomandi at taka við í viðgerðina, um farið verður undir at eftirhyggja kommunuvallógina við tí fyri eyga at gera broytingar. Eingin ætlan er um hetta í løtuni. Til spurning 3 Løgmálaráðið metir, at kommunuvalið 12. novembur 2024 sum heild gekk væl. Øll bý- og bygdaráð vórðu mannað. Løgmálaráðið gjørdi eina kommunu varuga við, at valið ikki varð farið rætt fram sambært kommunuvallógini, og løgreglan viðger eitt mál um møguligt valsvik. Bjarni K. Petersen Landsstýrismaður -- 1 of 1 --
071.24 Spm til B. K. Petersen frá H. Abrahamsen - Valevnislistar til kommunuval.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Valevnislistar til kommunuval Spurningar: 1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta? 3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild? Viðmerkingar: Sambært løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur kann ein valevnislisti til kommunuval í mesta lagi hava 4 valevni fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum/býráðslimum, ið skulu veljast. Hetta hevur við sær, at um talið av valevnum fer upp um hetta markið, so er neyðugt at gera fleiri listar. Men valevnini á listunum hava í nógvum førum einki annað til felags enn bara tað, at tey standa á sama lista. Tí sóu vit eftir seinasta kommunuval, at kommunustýri skipaðu seg ella vóru nær við at skipa seg soleiðis, at onkur á einum lista var við í meiriluta saman við øðrum listum, meðan onkur annar á sama lista var í minniluta. Hetta reisir spurningin um, hvat endamálið er við at hava fleiri listar. Eisini tað, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur, kann hava við sær, at hjá onkrum lista skulu fleiri atkvøður til fyri hvørt valt umboð enn á øðrum listum. Hetta talar eisini ímóti kravinum um at hava fleiri listar. Síðani kommunuvalið í november hava søgur verið í fjølmiðlunum um, at á onkrum valstaði manglaðu atkvøðuseðlar, onkrastaðni varð kært til Kommunala eftirlitið um, at skipanarfundurin hjá nýggja býráðnum ikki varð hildin eftir røttum forskriftum, og eisini var dømi um, at meldað varð til løgregluna um valsvik. Tað er orsøkin til seinasta spurningin. Á Løgtingi, tann 13. januar 2025 Helgi Abrahamsen -- 1 of 1 --