← Løgtingsmál

52-070/2024

Lógarheimild til at selja kommunal grundstykkir fyri marknaðarprís

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jan. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
070.24 Svar frá B. K. Petersen til H. Pálsdóttir - Lógarheimild til at selja kommunal grundstykkir fyri marknaðarprís.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
070.24 Spm til B. K. Petersen frá H. Pálsdóttir - Lógarheimild til at selja kommunal grundstykkir fyri marknaðarprís.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Lógarheimild til at selja kommunal grundstykkir fyri marknaðarprís
Spurningar:
1. Er landsstýrismaðurin sinnaður at veita kommunum lógarheimild til at selja
kommunal grundstykkir fyri marknaðarprís, hóast hann er lægri enn ein
møguligur kostprísur?
Viðmerkingar:
Tøk grundstykkir fyri ein rímiligan kostnað eru grundarlagið, um bústaðir skulu
byggjast.
Í 2017 boðaði kommunala eftirlitið frá, at tað ikki er fíggjarliga skynsamt fyri eina
kommunu at selja grundstykkir fyri kostprís, um kostprísurin er lægri enn
marknaðarprísurin. Tað vil siga, at nýgjørd grundstykkir í einum øki eru javnsett við
onnur stykkir í sama øki.
Seint í fjør kom ein niðurstøða frá kommunala eftirlitinum um, at kommunufulltrúin
ikki heimilar, at kommunur kunnu selja nýggj grundstykkir við halli, tí hetta ikki er
fíggjarliga skynsamt fyri kommunurnar sjálvar.
Henda støðan hevur við sær, at flestu kommunalu grundstykkir uttan fyri miðstaðirnar
fáa ein kostnað, sum er munandi hægri enn í dag, og tí eggjar enn meira til, at fólk
skulu flyta inn ímóti miðstøðunum.
Til dømis dylja peningastovnarnir ikki fyri, at endaliga marknaðarvirðið av einari
grund og einum bústaði hevur týdning fyri, hvussu hugurin er at veita fígging. Tað er
greitt, at ein bústaður í miðstaði hevur hægri marknaðarvirði enn ein bústaður
uttanfyri.
Helst ber til at argumentera fyri, at ein útstykking, sum verður til bústaðir, fær eitt
fíggjarligt virði fyri eina kommunu sum frá líður, óansæð um sjálv útstykkingin
verður seld fyri undir kostprís. Men um verandi tulking stendur við, so er ein ítøkilig
lógarheimild at selja fyri marknaðarprís, hóast hesin er lægri enn kostprísur, ein
møguleiki, um vilji er til tað.
Tí hesin spurningur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 9. januar 2025
Hervør Pálsdóttir

-- 2 of 2 --