52-069/2024
Effektiv nýtsla av MR-skannarum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
069.24 Svar frá S. Bertholdsen til Ei. í Jákupsstovu - Effektiv nýtsla av MR-skannarum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 21. januar 2025 HMR j. nr. 25/00669-7 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-069/2024 eftir § 52 a í tingskipanini effektiva nýtslu av MR-skannarum, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni Spurningar: 1. Hvørjar eru royndirnar hjá sjúkrahúsverkinum at skipa og nýta MR-skannararnar, nú verkið hevur ræði á tveimum slíkum skannarum, herundir eisini við atliti til at gera skanningar í Føroyum, sum ikki hava verið gjørdar her áður? 2. Hvussu er ætlaða býtið millum nýtslu av teimum báðum MR-skannarunum hjá sjúkrahúsverkinum? 3. Eru nøkur sløg av skanningum, sum betur kunnu gerast í eldra MR-skannaranum hjá sjúkrahúsverkinum enn í nýggjara skannaranum? 4. Er tað fíggjarliga og heilsuliga skynsamt, um mann framhaldandi brúkar eldra skannaran út á kvøldarnar, tá samlaði skannimøguleikin í øllum førum er tvífaldaður? Svar: Til spurning 1 Starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningar í Sjúkrahúsverkinum. Áðrenn 3T MR-skannarin varð tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi í mai 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum til at brúka nýggja skannaran. Arbeiðið at skipa og íverkseta MR skannararnar í Sjúkrahúsverkinum hevur gingið eftir ætlan, bæði viðvíkjandi upplæring av starvsfólkum og verkseting av kanningum. Í desember í fjør varð farið undir at skanna fyri prostata á Klaksvíkar sjúkrahúsi. MR skanningar av prostata hava ikki verið gjørdar í Føroyum áður. Arbeiðið við at íverkseta MR skanningar av prostata, hevur millum annað fevnt um broyting av avtalum millum Sjúkrahúsverkið og Aalborg Universitetshospital; umfatandi samskipanararbeiði hjá teimum, ið varða av urologiini í Sjúkrahúsverkinum; uppvenjing uttanlands av røntgenlæknum og radiografum; umframt at tillaga arbeiðsuppgávur hjá øðrum eindum í Sjúkrahúsverkinum. -- 1 of 2 -- Til spurning 2 Tað er ikki lagt nakað fast ítøkiligt býti millum MR-skannararnar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ávísingar verða visiteraðar av røntgenlækna. Í fyrstu syftu verður hetta gjørt eftir eini kliniskari læknafakligari avgerð, og síðan eftir, hvar sjúklingurin hevur bústað, so hann so vítt møguligt fær stytsta veg til MR-skanningina. Til spurning 3 Flestu skanningar kunnu gerast í báðum skannarunum, meðan onkrir sjúklingar bert kunnu skannast í øðrum MR-skannaranum, og aðrir bert í hinum MR-skannaranum. Hetta er bæði tengt at kanningarslagnum og at MR-trygd, og í hvørjum einstøkum føri er tað ein læknafaklig meting hjá røntgenlæknanum. Sum dømi kann nevnast, at skanning av prostata við kontrast bert verður framd í MR-skannaranum í Klaksvík, meðan sjúklingar, sum hava metal í kroppinum (t.d. stentar og protesur) verða skannaðir í MR-skannaranum á Landssjúkrahúsinum. Til spurning 4 Víkjandi skanning um kvøldarnar hevur tað verið ein politisk raðfesting, at Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum ger MR-skanningar eftir vanliga arbeiðstíð, fyri at stytta um bíðitíðina til MR-skanningar. Tá ið virksemið við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er komið í fasta legu er kapasiteturin so mikið stórur, at tað frameftir verður so at siga ongin bíðitíð at sleppa framat. Tá verður heldur ikki neyðugt og skynsamt at gera MR-skanningar eftir vanliga arbeiðstíð, og tí kemur tað ikki at halda áfram. Heilsumálaráðið, 21. januar 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
069.24 Spm til S. Bertholdsen frá Ei. í Jákupsstovu - Effektiv nýtsla av MR-skannarum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertoldsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Effektiv nýtsla av MR-skannarum Spurningar: 1. Hvørjar eru royndirnar hjá sjúkrahúsverkinum at skipa og nýta MR- skannararnar, nú verkið hevur ræði á tveimum slíkum skannarum, herundir eisini við atliti til at gera skanningar í Føroyum, sum ikki hava verið gjørdar her áður? 2. Hvussu er ætlaða býtið millum nýtslu av teimum báðum MR-skannarunum hjá sjúkrahúsverkinum? 3. Eru nøkur sløg av skanningum, sum betur kunnu gerast í eldra MR- skannaranum hjá sjúkrahúsverkinum enn í nýggjara skannaranum? 4. Er tað fíggjarliga og heilsuliga skynsamt, um mann framhaldandi brúkar eldra skannaran út á kvøldarnar, tá samlaði skannimøguleikin í øllum førum er tvífaldaður? Viðmerkingar: Nú hevur sjúkrahúsverkið í eina tíð havt ræði á tveimum ymiskum MR-skannarum, og tí hevði verið áhugavert at frætt, hvussu hetta hevur betrað um møguleikarnar hjá okkara heilsuverki, og um ein ætlan er løgd um, hvussu mann áhaldandi hevur eina skynsama nýtslu av tólum og arbeiðsmegi hjá sjúkrahúsverkinum. Fyri nøkrum árum síðan var frammi, at tað varð skilagott og neyðugt at brúka tá einasta MR-skannaran uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eisini fyri at bíðirøðirnar ikki skuldu gerast ov langar. At ein skannari er komin afturat kann hugsast at hava broytt hesar fyritreytirnar nakað. Á Løgtingi, 9. januar 2025 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --