← Løgtingsmál

52-068/2024

Starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkum í fólkaskúlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. jan. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
068.24 Svar frá D. N. Joensen til M. Rasmussen - Normering námsfrøðingar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 20. januar 2025
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-109
110 Tórshavn Viðgjørt: -
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-068/2024, eftir § 52a í Tingskipanini, frá Magnusi Rasmussen,
løgtingsmanni, setttur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkum í fólkaskúlanum.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett
námsfrøðingar í føstum starvi, sum arbeiða í serlokkum í fólkaskúlanum, í fult starv við
setanarbroti á 1,0?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fast settir námsfrøðingar í serflokkum í
fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við líknandi námsfrøðingar á serbreytini á
miðnámsskúlaøkinum?
3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá og grundgeva fyri, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum
í serflokkum í fólkaskúlanum er væl lægri enn setanarbrotið hjá námsfrøðingum á
serbreytini á miðnámsskúlaøkinum, tá talan er um serbreytir í báðum førum?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar í serflokkum í
fólkaskúlanum verða settir í fult starv við einum setanarbroti á 1,0 og fáa eins
setanarviðurskifti, sum námsfrøðingarnir, sum virka á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum?
Svar
Til 1: Í verandi skipan við serflokkum verður ein normeringslykil brúktur, har tað er 1 starvsfólk
til hvørji 3 børn. Og setanin millum lærarar og námsfrøðingar er 50/50. Tó við teirri tillaging, at
lærarar eru settir við broti 1,0 og námsfrøðingar við broti 0,85.
Tað eru í løtuni 38 námsfrøðingar í føstum starvi í sertilboðum í fólkaskúlanum. Skuldu allir
námsfrøðingar í føstum starvi eftir hesum normeringslykli verið settir við broti 1,0, hevði tað
kostað uml. 2,7 mió. kr. árliga eyka.

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/3
Ein annar møguleiki er at hækka brotið hjá námsfrøðingum í føstum starvi og lækka talið av
námsfrøðingum í tíðaravmarkaðum starvi. Tað kann gerast innanfyri somu samlaðu játtan, men
hevði merkt, at samlaða starvsfólkatalið lækkaði.
Til 2: Setanarbrotið tekur støði í galdandi ásetingum á økinum, sjá svar til spurning 3. Fyri at
eftirkanna í hvønn mun talan er um eitt rímiligt setanarbrot, er arbeiði sett í gongd at lýsa hetta
nærri, sjá svar til spurning 4.
Til 3: Námsfrøðingar í sertilboðum í fólkaskúlanum hava avmarkaðar undirvísingarligar
uppgávur grundað á løgtingslóg nr. 125 frá 1997 við seinni broytingum, har tað í § 35 verður ásett:
“Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum
fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla, Fróðskaparsetri Føroya ella donskum læraraskúla sbr.
stk. 2-5 ella aðra læraraútbúgving á sama støði, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.”
Á serøkinum verður i kunngerð nr. 127 frá 12. september 2018 víðari víst á arbeiðsbýtið millum
lærarar og námsfrøðingar, har tað í grein 14 verður ásett:
“§ 14. Lærarar skulu lesa serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk, og námsfrøðingar kunnu røkja
sernámsfrøðiligar stuðulsuppgávur sbrt. § 1.”
Tilsvarandi ásetingar á miðnámi eru øðrvísi og ikki á sama hátt avmarkandi viðvíkjandi
uppgávubýti millum fakbólkarnar, sum starvast á økinum.
Ein uppraðfesting í setanarbroti hjá námsfrøðingum eigur at taka støði í lóg og kunngerð, sum av
tí sama mugu tillagast samsvarandi, so arbeiðbýtið millum lærarar og námsfrøðingar verður
tillagað og meiri javnsett enn talan er um nú í fólkaskúlanum.
Á miðnámi eru serbreytir skipaðar við heimild í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um
støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 32
frá 30. apríl 2015, í § 2, stk. 6 og § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um
støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 30. apríl 2015 og í § 2, stk. 5
og § 17, stk. 6 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum
broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 15. mai 2014.
Námsfrøðingar og lærarar á serliga skipaðum skúlatilboði á miðnámi arbeiða mest sum altíð
burturav á serliga skipaða skúlatilboðnum.
Námsfrøðingar og lærarar í serliga skipaðum skúlatilboði hava førleikakrøv, ið eru lýst í kunngerð
nr. 36 frá 4. apríl 2017. Útbúgvingarkrøvini til starvsfólk á serbreytini er námsfrøðilig útbúgving,
eitt nú læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella hægri útbúgving innan sernámsfrøðiliga
økið og hóskandi yrkisfakligar førleikar. Orsakað av staðseting og heimild eru starvsfólkini á
miðnámi lønt eftir sáttmálum hjá Føroya Tekniska Lærarafelag og Yrkisfelagnum Miðnám.

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
3/3
Serliga skipaða skúlatilboðið er ætlað teimum næmingum, sum ikki megna at gjøgnumføra
miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini.
Til 4: Arbeitt verður í løtuni við at greina økið nærri og hyggja at møguleikum og fortreytum,
sum skulu til, um setanarbrotið hjá námsfrøðingum í føstum starvi skulu hava setanarbrot á 1,0.
Umráðandi er, at allir viðkomandi partar verða tiknir við, áðrenn møguligar tillagingar ella
broytingar verða gjørdar á økinum.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
068.24 Spm til D. N. Joensen frá M. Rasmussen - Normering námsfrøðingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkum í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett
námsfrøðingar í føstum starvi, sum arbeiða í serlokkum í fólkaskúlanum, í fult starv við
setanarbroti á 1,0?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fast settir námsfrøðingar í serflokkum í
fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við líknandi námsfrøðingar á serbreytini á
miðnámsskúlaøkinum?
3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá og grundgeva fyri, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum
í serflokkum í fólkaskúlanum er væl lægri enn setanarbrotið hjá námsfrøðingum á
serbreytini á miðnámsskúlaøkinum, tá talan er um serbreytir í báðum førum?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar í serflokkum í
fólkaskúlanum verða settir í fult starv við einum setanarbroti á 1,0 og fáa eins
setanarviðurskifti, sum námsfrøðingarnir, sum virka á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum?
Viðmerkingar:
Tað eru fleiri sertilboð/serflokkar skipað í Føroyum. Ymiskt er, hvussu hesir serflokkar eru í stødd
og skipan. Felags fyri øll tilboðini er, at tey eru skipað soleiðis, at ein skúli umsitur serflokkin og
tekur tískil næmingar inn frá einum ella fleiri skúlum í nærumhvørvinum.
Í serflokkum starvast lærarar og námsfrøðingar. Flestu lærararnir í føstum starvi eru settir við
setanarbroti 1,0, meðan flestu námsfrøðingarnir í føstum starvi, hóast sama tímatal saman við
næmingunum, eru settir við setanarbroti 0,85 ella lægri.
Tá talan er um at menna næmingar í serflokkum, arbeiða námsfrøðingar og lærarar í samráði og
samstarvi í sjálvstýrandi toymi. Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta
skúladagin hjá næmingunum. Arbeitt verður út frá læruætlan og menningarætlan hjá
einstaklinginum. Í slíkum arbeiði er avgerandi, at menningin er ein heildarmenning, har barnið
hvílir trygt í, at øll starvsfólkini hjálpa til, har tørvurin er.

-- 1 of 2 --

Tað kann tykjast øvut, at normeringin ikki er tann sama fyri lærarar og námsfrøðingar í serflokkum í
fólkaskúlanum, tá normeringin fyri hesar starvsbólkar er tann sama á serbreytini á
miðnámsskúlaøkinum.
Tí verður hesin spurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. januar 2025
Magnus Rasmussen

-- 2 of 2 --