52-067/2024
Embætisførslan hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í sambandi við broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
067.24 Svar frá A. V. Johannesen til J. Niclasen - Embætisførslan hjá landsstýriskvinnuni í fíggmálanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 067/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í sambandi við broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Metir løgmaður, at landsstýriskvinnan við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur hevur brotið § 41 í stýrisskipanarlógini? 2. Metir løgmaður, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur brotið § 54 í stýrisskipanarlógini, tá hon ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur varð sett í gildi? 3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at landsstýriskvinnan hækkar skattin munandi hjá ávísum bólkum uttan at spyrja Løgtingið? Svar: Til spurning 1 Sambært § 41 í stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Heimildin at skatta inntøkur, ið eru vunnar uttanlands, er framvegis í vanligu skattalóggávuni, ið inniheldur eina globalinntøkumeginreglu. Tvískattasáttmálar snúgva seg ikki um at áleggja skatt, men um at linka skatt. Broytingin í linkingarháttinum frá eksemptión til kreditt varð framd við løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018, um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, skjal 2, rómartal X til grein 25, har tað stendur, at ásetingin í grein í 25, stykki 2.c, eftir umbøn frá Føroyum, kann verða strikað. Kunning um broytta linkingarháttin varð fráboðað við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 við virknaði frá 1. januar 2025. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Sambært viðmerkingunum til løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018, var hetta eisini endamálið við lógaruppskotinum, har sagt verður, at uppskotið dagførir: “protokollini tvískattasáttmálan soleiðis, at Føroyar eins og Danmark, Ísland, Noreg og Svøríki einsæris kunnu skifta linkingarhátt frá eksemptión til kreditt”. Víðari verður sagt, at: “Landsstýrið hevur ætlanir um, at broyta linkingarhátt frá eksemptión til kreditt”. Leggjast kann afturat, at í uppskoti til løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018, um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (lm- 076/2018), stendur undir pkt. 2.14. Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein annan enn landsstýrismannin ella til kommunur, at: “Uppskotið heimilar, at landsstýrismaðurin broytir linkingarhátt frá eksemptión til credit.” Sostatt hevur spurningurin um broyttan linkingarhátt fingið drúgva viðger í Løgtinginum. Her skal viðmerkjast, at spyrjarin Jørgen Niclasen, tá hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum, sjálvur legði uppskot fram, har mælt var til at broyta linkingargátt. Víst verður til løgtingsmál 34/2012. Vísast kann á, at broytingin í linkingarhátti frá eksemptión- til kreditt-regluna eisini er framd í grannalondum okkara, og at hetta, t.d. eisini í viðgerðini á Fólkatingi, varð mett at kunna gerast fyrisitingarliga. Sí 1999/1 LSF 43. Til spurning 2 Mett verður ikki at talan er um eitt mál, ið krevur ráðførslu sambært stýrisskipanarlógini §54. Til spurning 3 Sí svar til spurning 1. Í Tinganesi, 20. januar 2025 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
067.24 Spm til A. V. Johannesen frá J. Niclasen - Embætisførslan hjá landsstýriskvinnuni í fíggmálanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Embætisførslan hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í sambandi við broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum Spurningar: 1. Metir løgmaður, at landsstýriskvinnan við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur hevur brotið § 41 í stýrisskipanarlógini? 2. Metir løgmaður, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur brotið § 54 í stýrisskipanarlógini, tá hon ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur varð sett í gildi? 3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at landsstýriskvinnan hækkar skattin munandi hjá ávísum bólkum uttan at spyrja Løgtingið? Viðmerkingar: 6. desember 2024 setti undirritaði løgmanni ófráboðaðan spurning um heimildina hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, tá hon við kunngerð strikaði eina áseting í tvískattasáttmálanum millum norðurlendsku londini og hækkaði skattin munandi hjá fleiri løntakarum. Løgmaður boðaði frá, at hann fekk ikki svarað beinanvegin og bað um, at spurningurin varð settur skrivliga. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Við broytingini í nevndu kunngerð skulu føroyingar, sum hava uttanlandsinntøku, serliga fólk sum sigla við norskum skipum og arbeiða í Norra, rinda dupultan skatt. Tað vil siga rinda skatt í Norra og í Føroyum. Hetta kemur omaná, at samgongan hevur lækkað uttanlandsfrádráttin munandi og noktað hesum somu at draga NAV-folketrygd frá í skatti. Sambært § 41 í stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Tí verður spurt, um løgmaður metir, at landsstýriskvinnan hevur brotið § 41 í stýrisskipanarlógini, tá hon uttan um Løgtingið við kunngerð hækkaði skattin hjá fleiri løntakarum. Sambært § 54 í stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Fyri nógvar føroyskar familjur hevur avgerðin stóran negativan týdning, og norsk fakfeløg og norsk skipaeigarafeløg hava sent bæði føroysku og norsku stjórnini skriv við mótmæli, har spurnartekn verður sett við, um avgerðin og framferðin í Føroyum er í samsvari við tvískattasáttmálan, og tað er ikki óhugsandi, at norska stjórnin fer at reagera. Tí verður eisini spurt, um landsstýriskvinnan ikki átti at ráðført seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, áðrenn ein so stór avgerð sum at broyta norðurlendska tvískattasáttmálan varð tikin og gjøgnumførd við eini kunngerð. Viðmerkjast kann eisini, at í Danmark varð í 1999 gjørd sama broyting í norðurlendska tvískattasáttmálanum. Men tað varð lagt fyri Fólkatingið, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Eisini samtykti Fólkatingið tá, at um ein rindar sosial gjøld í tí landi, ein arbeiðir, t.d. norska NAV- -- 1 of 2 -- folketrygd, so er ein undantikin skatt í Danmark. T.e., at persónur, sum býr í Danmark og arbeiðir í Norra, rindar einans norskan skatt og norsk sosial gjøld. Júst sum skipanin hevur verið í Føroyum til nú. Á Løgtingi, 8. januar 2025 Jørgen Niclasen -- 2 of 2 --