52-066/2024
Mobilepay loysn til Føroyar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
066.24 svar frá H. Hoydal til S. K. Poulsen - Mobilepay loysn til Føroyar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Tórshavn, 10. januar 2025 J.nr.: 25/00453 Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-066/2024 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, um MobilePay Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Veit landsstýrismaðurin, um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroyar? 2. Eru nakrar løgligar forðingar fyri, at Mobilepay ella ein líknandi loysn kemur til Føroyar? 3. Eru aðrar forðingar fyri at ein slík loysn kemur til Føroyar? 4. Kunnu føroyskir útisetar brúka Mobilepay við føroyskari bankakontu í dag? Svarað verður undir einum: Eingin løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum. Føroyskir peningastovnar arbeiddu fyri eini tíð síðani við at fáa MobilePay-skipanina til Føroya, men tøkniligu forðingarnar høvdu tá við sær, at komið varð ikki á mál. Ein týðandi tøknilig forðing var, at skipanin var knýtt at donskum telefonnumrum, og at tað ikki uttan víðari bar til at seta skipanina í verk í øðrum londum. Síðani er MobilePay-skipanin broytt, og tøkniligu forðingarnar, sum áður vóru, eru ikki viðkomandi longur. Skipanin, sum upprunaliga er donsk, er nú løgd saman við eini líknandi norskari skipan (Vipps), og farið er undir at seta skipanina í verk í m.a. Svøríki og Finnlandi. Vipps arbeiðir saman við Talgildu Føroyum at fáa skipanina setta í verk í Føroyum. Í løtuni verður arbeitt við at knýta í tøkniliga undirstøðukervið í Føroyum, t.e. Heldin, Landsfólkayvirlitið og Samleikin. Tað ber kortini ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði, og tí ber heldur ikki til at siga, nær MobilePay-skipanin fer at virka í Føroyum. At enda kann upplýsast, at tað Uttanríkis- og vinnumálaráðnum kunnugt ber til at brúka MobilePay við føroyskum kontunummari. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. januar 2025 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
066.24 Spm til H. Hoydal frá S. K. Poulsen - Mobilepay loysn til Føroyar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Mobilepay loysn til Føroyar Spurningar: 1. Veit landsstýrismaðurin, um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroyar? 2. Eru nakrar løgligar forðingar fyri, at Mobilepay ella ein líknandi loysn kemur til Føroyar? 3. Eru aðrar forðingar fyri at ein slík loysn kemur til Føroyar? 4. Kunnu føroyskir útisetar brúka Mobilepay við føroyskari bankakontu í dag? Viðmerkingar: Mobilepay er blivin ein integreraður partur av gerandisdegnum hjá dønum. Teir kunnu lættliga flyta pengar við appini. Ja líka so lætt sum tað er at senda eitt sms. Og pengarnir koma fram eftir nøkur fá sekund. Hetta ger gerandisdagin hjá dønum munandi lættari. Serliga hjá privatfólki og smærri vinnurekandi. Fyri at seta tað inn í ein føroyskan samanhang, so vildi ein slík loysn millum annað lætt nógv um hesar støðurnar: tá innandura tímin skal gjaldast av 8-10 spælarum. Tá ein skal keypa okkurt frá einum sølubási á marknaðardegi. Tá vinabólkurin skal rinda fyri matin á matstovuni og so framvegis. Tann 18. november 2016 kundi lesast í grein á in.fo, at BankNordik (nú Føroya Banki) fór uppí samstarv við Mobilepay. Hetta bleiv tó av ongum. Tann 29. september 2021 hoyrast tíðindi í Kringvarpi Føroya um, at føroyskir útisetar, sum brúka Mobilepay, ikki kunnu gera hetta longur við føroyskari bankakontu. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 7. januar 2025 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --