← Løgtingsmál

52-065/2024

Búðstaðarskráseting av fólki á røktarheimi v.m.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
065.24 Svar frá B. K. Petersen til J. Niclasen - Búðstaðarskráseting av fólki á røktarheimi v.m..pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
065.24 Spm til B. K. Petersen frá J. Niclasen - Búðstaðarskráseting av fólki á røktarheimi v.m..pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Búðstaðarskráseting av fólki á røktarheimi v.m.
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað eru greiðar reglur um
bústaðarskráseting av fólki, sum býr á røktarheimi ella sambýli?
2. Um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera greiðar reglur um hetta,
og hvussu hugsar landsstýrismaðurin, at hesar skulu verða?
Viðmerkingar:
Fólk eiga at verða skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva, har tey hava sín bústað.
Tey eiga tískil at rinda skatt í tí kommunu, tey búgva. Spurnartekn kann tó setast við
hetta krav, tá tað snýr seg um røktarheim ella sambýli. Sum skilst eru ikki greiðar reglur
um bústaðarskráseting í hesum sambandi.
Dømi er frá, tá eldraøkið varð lagt til kommurnar at umsita. Ein borgari var á
røktarheimi í einum øðrum kommunalum eldraøki, enn viðkomandi var frá. Tá var
spurningurin, um viðkomandi skuldi flyta bústað. Tað hevði merkt, at kommunala
samstarvið, har røktarheimið lá, skuldi rinda tað, sum plássið kostaði.
Bústaðarkommunan hevði tá sloppið undan at rinda.
Tað varð tá avgjørt, at eingin kann hava adressu á røktarheiminum. Tað vil siga, at fólk
skuldu varðveita ta adressu, tey høvdu, áðrenn tey komu á heim. Hetta hevur við sær,
at kommunan sum viðkomandi búði í, fær skattainntøkurnar hjá viðkomandi persóni og
er við at rinda fyri røktarheimsplássið.
Annað dømi er um persón, sum er fluttur, uttan at familjan er kunnað ella spurd. Talan
er um lítla kommunu, sum er í eldrasamstarvi, men sum einki røktarheim hevur. Landið
hevur rindað fyri byggingina av røktarheiminum, meðan allar kommurnar í
samstarvinum rinda fyri raksturin. Men av tí, at persónurin verður fluttur, fær
kommunan, har heimið er staðsett, alla skattainntøkuna frá persóninum, og kommunan,
har viðkomandi búði, missir skattainntøkuna. Tað sum er verri, er at viðkomandi av
flytingini fekk eina munandi skattahækking. Hetta tí at skattaprosentið var munandi
hægri, har viðkomandi varð fluttur til.
Á Løgtingi, 7. januar 2025
Jørgen Niclasen

-- 1 of 1 --