52-064/2024
Um talgilda tolling av frakt hjá privatpersónum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
064.24 Svar frá R. Vang til J. Niclasen - Um talgilda tolling av frakt hjá privatpersónum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 15. januar 2025 J. nr.: 25/01126-2 Skrivligur fyrispurningur eftir §52a í Tingskipanini Svar frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til §52 a – fyrispurning nr. 52-064/2024 frá Jørgini Niclasen, løgtingsmanni, um talgilda tolling av frakt hjá privatpersónum Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva privatfólki at tolla frakt sjálvi talgilt, eins og vinnulívið kann? 2. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva speditørum at tolla frakt talgilt fyri privatkundar, eins og speditørar kunnu fyri vinnukundar? 3. Um ja, nær kann roknast við at slík skipan verður sett í verk? Svar Ætlanin er, við kunngerð, at loyva flutningsfeløgum og speditørum at tollavgreiða fyri privatkundar á sama hátt, sum hesi tollavgreiða fyri vinnukundar. Á TAKS eru tey um at verða liðug við at broyta KT-skipanina, so latið verður upp fyri, at flutningsfeløg og speditørar kunnu tollavgreiða fyri privatkundar. Tað verður væntandi til várs, um ikki okkurt óvæntað stingur seg upp. At privatkundar kunnu tollavgreiða frakt talgilt sjálvi, er ikki ein partur av hesum. Tinganes, 15. januar 2025 Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
064.24 Spm til R. Vang frá J. Niclasen - Um talgilda tolling av frakt hjá privatpersónum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. jan. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Um talgilda tolling av frakt hjá privatpersónum Spurningar: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva privatfólki at tolla frakt sjálvi talgilt, eins og vinnulívið kann? 2. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva speditørum at tolla frakt talgilt fyri privatkundar, eins og speditørar kunnu fyri vinnukundar? 3. Um ja, nær kann roknast við at slík skipan verður sett í verk? Viðmerkingar: Ofta hoyrist frá fólki, at tað tekur langa tíð at fáa tollað frakt til privatpersónar. Vinnukundar kunnu í dag á Vinnuglugganum tolla sjálvi talgilt, og TAKS kann síðan gera stakroyndir fyri at tryggja, at rætt er tollað. Ein einføld, bílig og væl virkandi skipan. Hetta kunnu privatpersónar ikki. Her skal TAKS gera alt arbeiðið og kundin má bíða. Tí verður spurt, hví privatpersónar ikki sjálvir kunnu tolla talgilt. Nógvir speditørar standa fyri innflutningi av frakt og pakkum fyri vinnukundar og privatkundar. Fyri vinnukundar kunnu speditørar avgreiða tollin fyri teir, men tað kunnu speditørar ikki fyri privatkundar; har skal TAKS gera alla tollingina. Í tí tøkniverð vit liva í, kann hetta tykjast løgið, tungt og dýrt. Um landsstýrið/TAKS ikki vil loyva privatpersónum at tolla sjálvi, so verður spurt, um landsstýrið/TAKS fer at loyva speditørum at tolla talgilt fyri privatkundar, eins og tey gera fyri vinnukundar. Hesar somu spurningar setti undirritaði í Løgtinginum í mei mánaði 2024 (MS- 133/2023). Tá svaraði landsstýriskvinnan, at TAKS arbeiðir ítøkiliga við einari ætlan um, at speditørar skulu sleppa at tolla talgilt fyri privatkundar. Eisini segði hon, at TAKS metir, at tíðarætlan kann gerast til einaferð í heyst. Nú er heystið liðugt, og enn hoyrist einki um nevndu tíðarætlan. Tí verða hesir spurningar settir skrivliga. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 7. januar 2025 Jørgen Niclasen -- 2 of 2 --