← Løgtingsmál

52-063/2024

Føroyska altjóða skipaskráin (FAS) og upptøkukrøv sammett við Dansk Internationalt Skibsregister (DIS)

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. des. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
063.24 Svar frá H. Hoydal til B. á Lakjuni - FAS.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Løgtingið Tórshavn, 20. desember 2024
Journal nr.: 24/28363
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 063/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um
Føroyska Altjóða Skipaskrá (FAS) og upptøkukrøv sammett við Dansk Internationalt
Skibsregister (DIS)
Fyrispurningarnir vóru soljóðandi
1. Hví er eitt aldursmark á 20 ár sett í lógina um Føroyska Altjóða Skipaskrá?
2. DIS sær út til at vera hægst í metum, tá um altjóða skipaskráir ræður. Hvør er so
grundin til, at tað eru dømi um, at tað ikki ber til at fáa skip úr DIS og í FAS?
3. Átti tað at verið ein betri ventilur í lóggávuni, ið veruliga letur eina hurð standa á
gloppi inn í FAS fyri tílíkum skipum, ið fella fyri ásetingini um aldursmark í FAS,
men tó eru nóg góð til at vera skrásett í m.a. DIS?
4. Átti reglan viðvíkjandi aldursmarki at verið meiri treytað av tí standi, hvørt einstakt
skip er í, heldur enn einum aldursmarki?
5. Hvørja ávirkan hevði ein tílík áseting um aldursmark, sum ikki er so fýrkantað, havt á
FAS?
Svarað verður undir einum
Í 2010 varð arbeitt við at fáa føroyska flaggið av gráa lista og upp á hvíta lista hjá Paris MoU.
Í hesum sambandi vórðu ymiskar broytingar gjørdar í FAS-lógini, ið skuldu bøta um FAS-
flotan. Undan broytingini vórðu øll skip, sum søktu um upptøku í FAS, skrásett, tí heimild
var ikki til at nokta fyri skráseting.
Við kravinum í § 4a, stk. 1 um aldursmark fekk Sjóvinnustýrið greiða heimild at nokta
skipum at verða skrásett í FAS. Tó hevur Sjóvinnustýrið eina heimild til at loyva eldri skipum
upptøku í FAS, um serlig atlit tala fyri tí, sbr. í § 4a, stk. 2, í FAS-lógini, ella at nokta yngri
skipum upptøku í FAS sbr. § 4 a stk. 3, um tey ikki lúka krøvini í ásetingini.
Listaskipanin hjá Paris MoU byggir m.a. á, hvussu skipini hjá flaggstatinum standa seg til
eftirlitsvitjanir (Port State Control) í fremmandum havnum. Eftirlit verður havt við, at skip,
sum koma í havnir í Evropa, lúka altjóða krøv. Standa skipini ikki eitt tílíkt eftirlit, verða tey
afturhildin. Nýggj skip eru lutfalsliga í betri tekniskum standi enn eldri skip, og tí verða tey
sbrt. hagtølunum ikki eins ofta fyri eftirlitsvitjan sum eldri skip, og tey verða heldur ikki eins
ofta afturhildin.
Tað er ein sannroynd, at eldri skipini standa fyri meginpartinum av afturhaldingunum kring
heimin. Týdningurin av einum afturhaldi er lutfalsligur í mun til samlaða talið av skipum í

-- 1 of 2 --

2 / 2
skránni. FAS hevur fá skip, og tí telur hvørt afturhald samsvarandi nógv í uppgerðunum hjá
Paris MoU. Heimildin í § 4a, stk. 2, verður tí umsitin við varsemi, tí FAS er ein lítil
skipaskrá, sum ikki tolir nógvar afturhaldingar, áðrenn vandi er fyri at FAS missir plássið á
hvítalista í Paris MoU.
DIS hevur 700 skip skrásett, meðan FAS í løtuni hevur 77. Tískil tolir DIS nógv fleiri
afturhald, áðrenn tað ávirkar teirra flagg.
Sum heild hava ásetingarnar í § 4a virkað fyri, at FAS er styrkt munandi. Ein liberalisering av
aldurskravinum ella ein meira opin umsiting av undantaksheimildini í § 4 a, stk. 2, økir
sannlíkt váðan fyri fleiri afturhaldingum. Hevur FAS fleiri enn trý afturhald um árið, kann
flaggið bara av hesi orsøk fella niður á gráa lista hjá Paris MoU.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 20. desember 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
063.24 Spm. til H. Hoydal frá B. á Lakjuni - Føroyska altjóða skipaskráin FAS og upptøkukrøv sammett við Dansk Internationalt Skibsregister DIS.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Føroyska altjóða skipaskráin (FAS) og upptøkukrøv sammett við Dansk
Internationalt Skibsregister (DIS)
Spurningar:
1. Hví er eitt aldursmark á 20 ár sett í lógina um Føroyska Altjóða Skipaskrá?
2. DIS sær út til at vera hægst í metum, tá um altjóða skipaskráir ræður. Hvør er
so grundin til, at tað eru dømi um, at tað ikki ber til at fáa skip úr DIS og í
FAS?
3. Átti tað at verið ein betri ventilur í lóggávuni, ið veruliga letur eina hurð
standa á gloppi inn í FAS fyri tílíkum skipum, ið fella fyri ásetingini um
aldursmark í FAS, men tó eru nóg góð til at vera skrásett í m.a. DIS?
4. Átti reglan viðvíkjandi aldursmarki at verið meiri treytað av tí standi, hvørt
einstakt skip er í, heldur enn einum aldursmarki?
5. Hvørja ávirkan hevði ein tílík áseting um aldursmark, sum ikki er so
fýrkantað, havt á FAS?
Viðmerkingar:
Dømi er um minst eitt føroyskt reiðaríi, sum hevur skip í Dansk Internationalt
Skibsregister (DIS), men sum ynskir at fáa tey yvir í FAS. Hetta verður tó ikki loyvt
grundað á regluna í føroysku lógini, sum sigur í § 4 a, stk. 1, at: «Skip, sum eru 20 ár
ella eldri, tá ið søkt verður um skráseting, kunnu ikki verða skrásett í Føroya Altjóða
Skipaskrá.»
Tað er væl skilligt, at man í Føroyum ynskir eina skipaskrá við greiðum reglum, har
skip skulu lúka strong krøv, og at man ynskir at hava ein rímiliga nýggjan skipaflota,
har tað er størri trygd fyri skipum, sum eru í góðum standi. Tó kann tað undra, at tað
ber til at vera skrásettur í DIS, sum liggur nummar 1 á sera umráðandi hvíta listanum
hjá ParisMoU Performance List 2024/25, meðan tað ikki ber til at sleppa úr DIS og í
FAS, ið er nummar 29 á hesum sama lista. Hetta vegna regluna um aldursmark.
The International Chamber of Shipping (ICS) er – sum undirritaði hevur skilt – eisini
ein umráðandi leikari, tá tað kemur til at meta um altjóða skipaskráir. ICS hevur ein
lista undir heitinum Flag State Performance Table, har lond verða dømd út frá
ymiskum treytum og fáa so antin grønar ella reyðar indikatorar á ymsum økjum. Um
skipsaldur sigur ICS soleiðis í frágreiðingini fyri 2023/24: «Age of Fleet:
....Nevertheless, it is strongly emphasised by ICS that the age of an individual ship is
not an indicator of quality, and that the condition of an individual ship is ultimately
determined by how it is maintained.»

-- 1 of 2 --

§ 4 a í løgtingslógini um Føroyska Altjóða Skipaskrá sigur í stk. 2, at: «Hóast
ásetingina í stk. 1, kann skráseting verða loyvd, um serlig atlit tala fyri, at skipið
verður skrásett,» tó sær henda áseting ikki út til at muna fyri skip, ið eru væl omanfyri
tey 20 árini, hóast tey eru í so mikið góðum standi, at tey eru í DIS. Í stk. 4 stendur,
at: «Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu stk. 1-3 skulu umsitast.»
Og tá væl rikin føroysk reiðarí við væl hildnum skipum, ið hava føroyska manning,
ynskja at sleppa í FAS og savna virksemi sítt í Føroyum heldur enn at vera í DIS og
hava umsitingarligar útreiðslur í Danmark, so átti ásetingin við aldursmarkinum
møguliga at verið umsitin øðrvísi.
Í øllum førum hevði verið áhugavert at hoyrt, hvat ið landsstýrismaðurin heldur um
hesi viðurskifti. Tískil hesir spurningar.
Á Løgtingi, 12. desembur 2024
Bárður á Lakjuni

-- 2 of 2 --