← Løgtingsmál

52-062/2024

Trygdarreglur fyri kritiskt infrakervi og nettrygd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. des. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
062.24 Svar frá H. Hoydal til B. S. Nielsen - Trygdarreglur fyri kritiskt infrakervi og nettrygd SVAR.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jan. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Trygdarreglur fyri kritiskt infrakervi og nettrygd
Spurningar:
1. Er ætlanin at seta reglur í gildi fyri Føroyar, eins og gjørt er við CER- og
NIS2-fyriskipanunum í ES?
2. Um so er, hvørja ávirkan kunnu hesar reglur hava á føroyskar fyritøkur,
myndugleikar og stovnar?
3. Er ætlanin at tillaga lóggávuna kring fyriskipanirnar til føroysk viðurskifti og
um so er, hvussu?
Svarað verður undir einum
Til tess at leggja upp fyri áhaldandi váðanum fyri netálopum og ávirkan teirra, tá ið tey
henda, legði landsstýrið á heysti 2023 fram Nettrygdarætlanina, sum setir 8 strategisk
mál og inniheldur 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. Tað mest
grundleggjandi av hesum málum er at fyrireika og leggja fyri løgtingið uppskot til
nettrygdarlóg, ið skal fevna um allar geirar, og virka sum bulurin í arbeiðinum at tryggja
ein høgt nettrygdarstig í Føroyum.
Uppskot til løgtingslóg um nettrygd
Uppskot til løgtingslóg um nettrygd er nú sent til hoyringar og verður ætlandi lagt fyri
tingið í vár.
Við nettrygdarlógini verður skotið upp at seta á stovn ein nettrygdardepil, sum við eini
røð av heimildum samskipar nettrygdina í Føroyum og hevur eftirlit við, at
kjarnutænastur í Føroyum eru vardar á ein skilagóðan og tryggan hátt í mun til
nethóttanir.
NIS2 og CER
Uppskotið til nettrygdarlóg byggir í stóran mun á tvey ES-direktiv, NIS2 (Network and
Information Systems II Directive) og mótstøðuførisdirektivið, CER (Critical Entities
Resilience Directive), umframt viðkomandi danska lóggávu, serliga CFCS-lógina.
Omanfyrinevndu ES-direktiv eru tætt samantvinnað, og ætlað sum ein skipað heild, ið
skal verja ímóti nethóttanum og fysiskum hóttanum móti eindum, ið hava týdning fyri,
at samfelagið virkar.

-- 1 of 3 --

Sum liður í at styrkja nettrygd og mótstøðuførið í Føroyum, verður sambært
uppskotinum lagt upp til, at kortleggingin av undirstøðukervinum heldur fram, so til
ber hjá Nettrygdardeplinum at skapa yvirlit og at útnevna myndugleikar, fyritøkur o.o.
sum kjarnueindir, ið skulu verjast serliga væl. At verða útnevnd sum kjarnueind kann
hava við sær, at kjarnueindin skal skipa seg á øðrvísi hátt fyri at styrkja mótstøðuførið
í kjarnutænastuni. Krøvini í nettrygdarlógini fylgja NIS2, men harumframt verða
serføroysk krøv um skipan av rakstri umvegis fylgisvein. Krøvini í NIS2 eru væl kend,
og kunnu í stóran mun røkkast við at fylgja væl kendum nettrygdarstandardum, so sum
ISO 27001, 27002 og 27005.
Ávirkan á føroyskar fyritøkur, myndugleikar og stovnar
Við nettrygdarlógini verður álagt eindum, sum veita kjarnutænastur, at tær skulu
tryggja eitt nettrygdarstig, sum lýkur krøv svarandi til NIS2. Hvussu stór byrðan verður,
valdast hvussu væl eindirnar eru fyri frammanundan, hvat nettrygd viðvíkir. Ongin
beinleiðis kostnaðarmeting er gjørd fyri Føroyar. Ein meting hjá frontier economics frá
juli 2023 metir miðal kostnaðin til 0,31% av umsetninginum hjá fyritøkum, sum fyri
fyrstu ferð koma undir NIS2, tvs. sum ikki longu lúka krøvini í NIS1, men stór spjaðing
í kostnaðinum má væntast millum bæði vinnugeirar og einstakar eindir.
Tillagingar til føroysk viðurskifti
At leggja føroyska lóggávu upp at viðkomandi ES-lóggávu á økinum, verður mett
neyðugt fyri at tryggja samstarv við skikkaðar myndugleikar uttanlands, sínámillum
deiling av upplýsingum, umframt m.a. atgongd at gagnnýta útbúgvingar, vitan eins og
amboð og skipanir.
Føroyar eru í mun til londini í ES eitt lítið land við lutfalsliga smáum fyritøkum og
eindum, ið krevja vernd í nettrygdarhøpi. Uttan at víkja frá meginreglunum í NIS2 og
mótstøðuførisfyriskipanini, er tí lagt upp fyri tillagingum í mun til føroysk viðurskifti.
Til dømis skilir NIS2 ímillum kjarnueindir og týðandi eindir, ið skulu lúka ymisk krøv,
alt eftir, hvussu álvarsamar avleiðingarnar av einum álopi kunnu vera. Í nettrygdarlógini
verður lagt upp til eitt slag av eind: kjarnueind. Kjarnueindir í nettrygdarlógini svara
soleiðis til tað, sum verður nevnt kjarnueindir í NIS2 og avgerandi eindir í
mótstøðuførisdirektivinum.
Harumframt fevnir NIS2 um eindir í ES, sum hava fleiri enn 50 starvsfólk og ein javnað
á minst 10 mió. evrur. Í nettrygdarlógini er einki tílíkt støddarmark, tí mett verður, at
tað hóskar ikki til viðurskiftini í Føroyum, her eindin, hóast týðandi, mangan hevur
lutfalsliga fá starvsfólk.
Ein annar munur er, at sambært lógaruppskotinum skal Nettrygdardepilin eyðmerkja
og útnevna týðandi eindir við støði í eini meting, ið byggir á eitt yvirlit yvir týðandi
tænastur. Í ES-direktivunum eru tað eindir sjálvar, ið skulu lata seg skráseta. Av tí, at
Føroyar eru lutfalsliga smáar, er talan um eina skynsama uppgávu hjá
Nettrygdardeplinum samanborið til tilsvarandi myndugleikar í stórum ES londum.
Harumframt eru tillagingar í mun til sektorábyrgdarbýtið samanborið við viðkomandi
danska lóggávu.

-- 2 of 3 --

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 23. desember 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaür

-- 3 of 3 --
062.24 Spm Til H. Hoydal frá B. S. Nielsen - Trygdarreglur fyri kritiskt infrakervi og nettrygd.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Trygdarreglur fyri kritiskt infrakervi og nettrygd
Spurningar:
1. Er ætlanin at seta reglur í gildi fyri Føroyar, eins og gjørt er við CER- og
NIS2-fyriskipanunum í ES?
2. Um so er, hvørja ávirkan kunnu hesar reglur hava á føroyskar fyritøkur,
myndugleikar og stovnar?
3. Er ætlanin at tillaga lóggávuna kring fyriskipaninar til føroysk viðurskifti og
um so er, hvussu?
Viðmerkingar:
Trygdarstøðan í heiminum er nógv broytt seinastu árini. Serliga hevur hybridkríggj
vundið uppá seg, har lond gera seg inn á kritiskt infrakervi og nettrygdina hjá øðrum.
Fyri at fyribyrgja slíkum hóttanum hevur ES sett tvær nýggjar fyriskipanir í gildi, sum
hava sum yvirskipað mál at verja kritiskt infrakervi og økja nettrygdina.
CER-fyriskipanin, sum stendur fyri “Critical Entities Resilience”, leggur dent á at
tryggja fyritøkur og stovnar, sum veita kritiskar samfelagstænastur. Hetta kann vera alt
frá orkuveiting og vatnveiting til heilsutænastur og talgilding.
NIS2-fyriskipanin, ið stendur fyri “Network & Information Systems”, er ein dagføring
av upprunaligu NIS-fyriskipanini og leggur dent á nettrygd og at verja dátur og
týdningarmiklar upplýsingar fyri teldusníkum og dátulekum.
Fyriskipaninar áleggja limalondunum krøv um eftirlit og støðugar váðametingar, og
harumframt skulu ávirkaðu fyritøkurnar, myndugleikarnir og stovnarnir lúka ymisk
krøv um trygd, tó við fyriliti fyri, at limalondini kunnu tillaga sína lóggávu eftir egnum
viðurskiftum.
Ongin ítøkilig kunning er komin frá landsstýrinum um hesi viðurskifti, og tí verða hesir
spurningar settir.
Á Løgtingi, 11. desember 2024
Bárður á Steig Nielsen

-- 1 of 1 --