← Løgtingsmál

52-060/2024

Kunning um fráveru á miðnámi vegna vánalig veðurlíkindi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. des. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
060.24 Svar frá D. N. Joensen til J. Joensen - Frávera á miðnámi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 20. desember 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-105
110 Tórshavn Viðgjørt:
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-060/2024, eftir § 52a í tingskipanini, frá Jóhannis Joensen,
løgtingsmanni, settur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um kunning um fráveru á miðnámi vegna vánalig veðurlíkindi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at mannagongdirnar í sambandi við fráveru vegna
vánaligt veður eru greiðar á miðnámi?
2. Er kunningin til næmingarnar greið og nøktandi á øllum miðnámsskúlum, tá tað kemur til
fráverureglur?
3. Vita allir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum av, at skjalprógvað sjúka og vánalig
veðurlíkindi sum orsøk til fráveru ongantíð kann gerast grundarlag fyri ávaringum ella
burturvísingum frá miðnámsútbúgvingum?
Svar
Til 1: Skyldan at møta til undirvísing á miðnámi er ásett í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um
gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015,
umframt í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast
broytt við kunngerð nr. 118 frá 19. juli 2019 og kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar-og
skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar við hartil hoyrandi kunngerðum, rundskrivum og
skilhaldsreglum einstaka skúlans, byggja á ta meginreglu, at næmingur skal vera til staðar og virkin
í undirvísingini, fyri at stuðla undir støðugu fakligu menning næmingsins.
Tað áliggur sambært kunngerð leiðara útbúgvingarstovnsins at gera reglur um at vera tilstaðar og
virkin.
Ásetingar eru í kunngerðum, sum taka hædd fyri ávísum sløgum av fráveru t.d. sjúku og
úrvalsvirksemi. Í løtuni eru ikki ásetingar, sum taka hædd fyri fráveru, tá veðrið ávirkar samferðsluna.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Allir miðnámsskúlar hava sínar egnu lestrar- og skilhaldsreglur. Á flestu miðnámsskúlum eru
mannagongdir við talgildari undirvísing, tá ferðasambandið er ávirkað. Tað er ikki altíð sett í lestrar-
og skilhaldsreglurnar. Tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðirnar, verður undirvísingin løgd á ein
talgildan pall t.d. Teams.
Flestu miðnámsskúlar hava ítøkiligar innanhýsis mannagongdir fyri fráveru vegna vánaligt veður.
Til 2: Flestu miðnámsskúlar hava skipaðar mannagongdir við at undirvísing verður flutt á talgildan
pall, tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðir, og skúlin velur at skipa undirvísing á t.d. Teams.
Kunning um hesar mannagongdir er í nøkrum førum sett í skilhaldsreglur skúlans, og í øðrum førum
latin næmingum sum onnur kunning.
Tá ein skúli vegna veður velur at skipa undirvísing á t.d. Teams, verður hetta eisini samskift til
næmingarnar umvegis heimasíðu og á internum samskiftispalli.
Í teimum førum at skúli hevur skipað undirvísing, og samferðsla annars er avlýst, tá kemur fyri, at
næmingar ikki fáa møtt. Her hava skúlar eisini mannagongdir, har hædd verður tikið fyri viðurskiftum
sum t.d. samferðslu.
Til 3: Tað áliggur leiðara útbúgvingarstovnsins sbrt. bæði lóg og kunngerðum at kunna um reglur og
mannagongdir á stovninum.
Somuleiðis má tað í framhaldi av hesum eisini liggja ein ábyrgd á teimum lesandi um at halda seg
kunnaðan um reglur og mannagongdir, sum avvarðandi skúli hevur.
Eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at
samferðslan er avlýst vegna veður ella vegna skjalfesta sjúku.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
060.24 Spm. til D. N. Joensen frá J. Joensen - Frávera á miðnámi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Kunning um fráveru á miðnámi vegna vánalig veðurlíkindi
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at mannagongdirnar í samband við
fráveru vegna vánaligt veður eru greiðar á miðnámi?
2. Er kunningin til næmingarnar greið og nøktandi á øllum miðnámsskúlum, tá
tað kemur til fráverureglur?
3. Vita allir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum av, at skjalprógvað sjúka og
vánalig veðurlíkindi sum orsøk til fráveru ongantíð kann gerast grundarlag fyri
ávaringum ella burturvísingum frá miðnámsútbúgvingum?
Viðmerkingar:
Undirritaði hevur tikið hetta upp fyrr. Tað vísir seg, at miðnámskúlanæmingar eru av
teirri fatan, at frávera vegna vánalig veðurlíkindi verður brúkt sum eitt grundarlag fyri
ólógligari fráveru hjá næmingunum.
Føroyar hava valt at leggja miðnámsskúlar út í fýra økir í Føroyum. Føroyar eru eitt
oyggja- og fjallaland, sum ger, at vit mugu ferðast um dalar og fjøll fyri at møta í
skúla. Ofta koyra bussar millum heim og skúla, tí fleiri ung ikki hava koyrikort.
Avbjóðingin um veturin er, at veðrið ikki altíð er til vildar, og øll almenn ferðsla kann
verða niðurløgd. Øll hava rætt til javnar treytir fyri skúlagongd og tí hevur tað
týdning, at hædd verður tikin fyri atkomumøguleikunum til skúlan.
Tað hevur javnan verið frammi, at tá veðrið er vánaligt, og almenna ferðslan ikki
virkar, eru miðnámsskúlanæmingar um ein háls. Tey skulu møta líkamikið hvat, halda
fleiri. Hetta siga lærararnir, siga fleiri. Annars fáa tey fráveru og reyðan blokk.
Á summum miðnámsskúlum er gjørt greitt, at tey ikki verða skrivað fyri fráveru, men
á øðrum miðnámsskúlum verður skrivað frávera, men tað er ikki ein grundgeving og
orsøk fyri ávaring og burturvísing.
Spurningurin er, hvat næmingarnir fáa at vita, og um hetta framgongur týðiliga á
heimasíðuni ella aðrastaðni. Verða næmingarnir eitt nú kunnaðir um, at teir ikki skulu
váða lív fyri at møta í skúlanum.
Fyri at fáa at vita, hvør mannagongdin er á ymisku skúlunum og fyri at fáa at vita, um
næmingarnir verða nóg væl kunnaðir um reglurnar, verður hesin fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 9. desember 2024
Jóhannis Joensen

-- 2 of 2 --