← Løgtingsmál

52-059/2024

Sáttmálaviðurskifti hjá føroyskum miðlafólkum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. des. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
059.24 Svar frá R. Vang til L. Weihe - Sáttmálaviðurskifti hjá føroyskum miðlafólkum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið Tórshavn, 18. desember 2024
Tinghúsvegur J. nr. 24/27645
100 Tórshavn Viðgjørt: JM
Svar til §52a fyrispurning nr. 251-059/2024 frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um sáttmálaviðurskifti hjá Føroyskum
Miðlafólkum
1. Hví sleppa Føroysk Miðlafólk ikki at samráðast við Fíggjarmálaráðið?
2. 2. Hvussu skulu Føroysk Miðlafólk verja limir sínar á almenna
arbeiðsmarknaðinum og virka fyri teirra áhugamálum, um tey ikki sleppa til
samráðingarborðið?
3. Hvat skal til fyri, at Føroysk Miðlafólk verða sáttmálapartur?
Svar til spurning 1
Fíggjarmálaráðið ynskir ikki at gera paralellsáttmálar á økjum, har sáttmálar longur eru. Við at
avmarka seg til ein sáttmála fyri hvørt fakøkið, kann Fíggjarmálaráðið betri tryggja greidleika í
umsiting av sáttmálunum.
Tað sama er galdandi í sambandi við samráðingar, har paralellsáttmálar eisini kunnu viðføra
óneyðugar avbjóðingar. Rættarstøðan á økinum vísir eisini, at arbeiðsgevarin ikki hevur skyldu
at gera sáttmála við eitt fakfelag fyri eitt øki, har sáttmáli longu er galdandi.
Tað er greitt, at flestu starvsfólkini í Kringvarpinum eru limir í Starvsfelaginum. Í mai 2024 vóru
76 starvsfólk í føstum starvi, sum vóru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Av hesum
vóru 48 limir (63%) í Starvsfelagnum og 16 limir (21%) í Føroysk Miðlafólk. Harumframt vóru
12 starvsfólk (16%), hvørs limaskapur var ókendur.
Svar til spurning 2
Starvsfelagið hevur saman við Fíggjarmálaráðnum ábyrgdina av at røkja áhugamálini á
sáttmálaøkinum. Viðurskiftini hjá limunum hjá Føroysk Miðlafólk eru sostatt skipað í sáttmála,
sum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið varða av.
Eftir áheitan frá Føroyskum Miðlafólkum um mál, ið felagið metir eigur at verða viðgjørt, ger
Fíggjarmálaráðið eina ítøkiliga meting av, um málið eigur at verða reist og viðger hetta saman
við Starvsfelagnum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning 3
Grundleggjandi er tað ein samráðingarspurningur, um eitt felag kann fáa samráðingarrætt á
einum øki, har sáttmáli longu er galdandi.
Um Føroysk Miðlafólk fer at umboða meginpartin av starvsfólkunum í Kringvarpinum ella
semja verður millum Føroysk Miðlafólk og Starvsfelagið um markamót fyri starvsbólkin, so er
hetta ein nýggja støða, sum Fíggjarmálaráðið viðger.
Tinganes, 18. desember 2024
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
059.24 Spm. til R. Vang frá L. Weihe - Sáttmálaviðurskifti hjá føroyskum miðlafólkum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Sáttmálaviðurskifti hjá føroyskum miðlafólkum
Spurningar:
1. Hví sleppa Føroysk Miðlafólk ikki at samráðast við Fíggjarmálaráðið?
2. Hvussu skulu Føroysk Miðlafólk verja limir sínar á almenna
arbeiðsmarknaðinum og virka fyri teirra áhugamálum, um tey ikki sleppa til
samráðingarborðið?
3. Hvat skal til fyri, at Føroysk Miðlafólk verða sáttmálapartur?
Viðmerkingar:
Journalistar og onnur miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum hava vanliga verið sett
og lønt eftir sáttmálanum hjá Føroyskum Miðlafólkum, meðan journalistar, fotografar
og miðlatøkningar og onnur miðlafólk í Kringvarpinum hava verið sett og lønt eftir
sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.
Føroysk Miðlafólk hava nú í áravís arbeitt fyri, at eisini journalistar í Kringvarpinum
fáa sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Higartil uttan úrslit.
Journalistiska yrkið er ikki sum onnur yrki. Arbeiðstíðirnar eru ikki tær somu, sum hjá
øðrum – og í mun til onnur størv, so er markið millum arbeiðstíð og frítíð meira
flótandi enn hjá øðrum fakbólkum. Journalistar arbeiða undir lóg um fjølmiðlaábyrgd
og leiðreglur um góðan fjølmiðlasið.
Yvirhøvur kann sigast, at journalistikkur er eitt fak og yrki, við serligum eyðkennum,
serligum arbeiðsumstøðum og stórari ábyrgd. Tí kann tað undra, at felagið hjá
miðlafólkum, Føroysk Miðlafólk, ikki hevur rætt til at samráðast við Fíggjarmálaráðið
egna vegna, tá aðrir sermerktir fakbólkar hava rætt til tað.
Tað er eisini nakað, sum undrar øll fakfeløgini hjá miðlafólkum í Norðurlondum, sum
øll hava vunnið sær rættin at samráðast bæði á privata og almenna
arbeiðsmarknaðinum. Tey hava víst á, at tað at forða Føroyskum Miðlafólkum at
sleppa framat samráðingarborðinum, er reelt tað sama sum at forða journalistum og
miðlafólkum annars at skipa seg fakliga. Grein 11 í menniskjarættindasáttmálanum
vísir annars á, at øll hava rætt til at skipa seg í fakfeløgum fyri at verja egin áhugamál.
Á Løgtingi, 4. desember 2024
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --