← Løgtingsmál

52-058/2024

Limaskapur í European Higher Education Area (EHEA) og Erasmus+

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. des. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
058.24 Svar frá D. N. Joensen til B. M. Petersen - Limaskapur í European Higher Education Area (EHEA) og Erasmus+.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 6. desember 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-101
100 Tórshavn Viðgjørt: TB
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-058/2024 eftir § 52a í Tingskipanini, frá Biritu Matras Petersen,
løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum, um limaskap í European Higher Education Area (EHEA) og Erasmus+.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji stig eru framd í arbeiðinum við føroyskum limaskapi í EHEA og Erasmus+?
2. Hvat er eftir at gera til tess at fáa fullan limaskap í EHEA og Erasmus+?
Svar:
Til 1: Føroya Løgting samtykti 18. mars 2022, at landsstýrið fekk settan í gildi fyri Føroyar sáttmálan
millum Føroyar og Evropasamveldið (ES) um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins, og
tilhoyrandi frumskjal viðvíkjandi tilknýti Føroya til Horizon Europe – Rammuverkætlanin fyri
gransking og nýskapan (2021-2027). Sáttmálin var undirritaður í Brússel 30. mai 2022.
Talan er um ein rammusáttmála, sum er liður í eini nýggjari skipan hjá ES fyri atlimaskap hjá
triðjalondum, ið fevna um allar atlimaskapir í samstarvsætlanum hjá ES. Føroyar og ES nevndin hava
í hesum sambandi samráðst um ein rammusáttmála, sum gevur Føroyum møguleika at gerast partur
av øllum samstarvsskráum hjá ES, ið loyva atlimaskap fyri lond uttanfyri ES. Formliga er tí klárt hjá
Føroyum at senda formliga fráboðan til ES Nevndina um, at Føroyar ynskja at fara undir samráðingar
um føroyskan atlimaskap í útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+.
Í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er peningur settur av, sum ger tað møguligt at raðfesta
økið á ein haldgóðan hátt. Erasmus+ hevur havt eina játtan á 200 t.kr., men sambært
fíggjarlógaruppskotinum verður hetta hækkað við 600 t.kr., sum harvið gevur eina samlaða upphædd
á 800 t.kr. Tað er eitt krav til øll Erasmus+ londini at skipa eina tjóðarskrivstovu, sum skal umsita
Erasmus+ limaskapin, stuðulin og samskipa luttøkuna av Erasmus+ stuðulsskipanini. Ætlanin er at
nýta játtanina til at skipa føroysku Erasmus+ tjóðarskrivstovuna, sum í fyrstu syftu fær til uppgávu at
kanna, lýsa og skipa øll formligu viðurskiftini rundan um føroyska atlimaskapin. Tjóðarskrivstovan
verður staðsett í Undirvísingarstýrinum.
Evropeiska økið fyri hægri útbúgvingar, EHEA, er tað man hevur valt at kalla londini, sum hava
undirskrivað Bolognaavtaluna og harvið bundið seg til at skipa teirra hægri útbúgvingar og
útbúgvingarskipan eftir Bolognatilgongdini. Tað vil siga, at tað arbeiði, sum hevur verið gjørt í
Føroyum mótvegis Bolognatilgongdini, er tað sama, sum við EHEA. Tilgongdin í hesum arbeiði

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/3
hevur verið at nærkast krøvunum í Bolognatilgongdini mest møguligt, soleiðis at vit fáa eina lættari
tilgongd, tá Føroyar formliga fara eftir at undirskriva Bolognaavtaluna.
Bygnaðarliga hava føroysku útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya verið í samsvari við EHEA
síðan Seturslógin kom í gildi í 2008.
Eftirmetingin av Fróðskaparsetri Føroya, sum ein uttanhýsis serfrøðingabólkur framdi í
tíðarskeiðnum 2021 – 2022, tók í stóran mun útgangsstøði í reglunum um uttanhýsis góðskutrygging
sambært European Standards and Guidelines, ESG. Hetta eru góðskutryggingarreglurnar, sum verða
brúktar í EHEA, og sum einhvør formlig akkreditering eisini hevði verið gjørd eftir.
Á Fróðskaparsetri Føroya verður miðvíst arbeitt við at tryggja innanhýsis góðskuna á útbúgvingunum
á Setrinum. Hetta verður gjørt við útgangsstøði í reglunum um innanhýsis góðskutrygging í ESG,
sum sostatt eisini er í samsvari við EHEA.
Tann 10. mai í ár viðtók Løgtingið lógina um tann føroyska førleikakarmin. Hesin førleikakarmurin
er ein sokallaður National Qualifications Framework, NQF, sum er ein skipan, sum definerar støðið
á útbúgvingunum, og sum ger tað møguligt at samanbera útbúgvingar tvørturum lond.
Førleikakarmurin er skipaður við útgangsstøði í EQF og QF-EHEA. At førleikakarmurin er skipaður
eftir EQF merkir, at hann er í samsvari við standardarnar í ES, og at hann fevnir um allar
próvskyldugar og førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum. At hann er skipaður eftir QF-EHEA,
merkir, at hann eisini er í samsvari við EHEA.
Eftir er at lýsa eina kunngerð, sum nærri lýsir reglurnar fyri førleikakarmin, og har førleikakarmurin
sjálvur eisini verður hjálagdur sum fylgiskjal. Tá kunngerðin er lýst, verða allar próvskyldugar og
førleikagevandi útbúgvingar flokkaðar inni á Kervi+.
Tørvur er eisini á at finna eina hóskandi loysn fyri tí uttanhýsis góðskutryggingina, uttan at gera eina
ov tunga skipan at reka. Vanliga verður hetta gjørt við at stovna eina tjóðarskrivstovu, sum tekur sær
av uttanhýsis góðskutryggingini, men møguleiki er eisini at keypa seg frá tí, so leingi talan er um ein
góðkendan góðskutryggingarstovn. Hetta kundi t.d. verið umvegis tí íslendsku skipanina, ella
umvegis ein ENQA/EQAR-góðkendan góðskutryggingarstovn, sum t.d. Institutional Evaluation
Programme, IEP, sum arbeiðir við góðskutrygging burturav. Hetta seinna er leisturin, sum San Marino
valdi, tá tey í 2020 undirskrivaðu Bolognaavtaluna og tí gjørdist limir í EHEA.
Til 2: Fyri at gerast partur av Erasmus+ skal ein tjóðarskrivstova skipast, sum í fyrstu atløgu skal
fyrireika skipanina í Føroyum. Síðan er neyðugt, at Føroyar fráboða ES Nevndini, at ynski er um at
fara undir ítøkiligar samráðingar um luttøku í Erasmus+ útbúgvingarsamstarvinum. Hetta til tess at
kunna seta gongd á formliga samskiftið við ES um føroyskan atlimaskap í Erasmus+. Eftirfylgjandi
verður ein fylgibólkur helst sendur til Føroya, sum skal vegleiða og fylgja tilgongdini.
Fyri at gerast partur av EHEA skulu Føroyar undirskriva Bolognaavtaluna. Men fortreytin fyri
yvirhøvur at kunna undirskriva avtaluna er, at Føroyar eisini hava undirskrivað tí evropeisku
mentanarkonventiónina frá 1954 og Lisabonkonventiónina um viðurkenning av hægri útbúgvingum
frá 1997.

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
3/3
Danmark hevur undirskrivað báðar konventiónirnar og hevur í mentanarkonventiónini ikki sýnt
Føroyum fyrilit, soleiðis at Føroyar at síggja til eru fevndar av konventiónini. Í Lisabonkonventiónini
er fyrilit sýnt Føroyum, sum merkir, at konventiónin ikki er galdandi fyri Føroyar.
Tí skal greiði fáast á, um Føroyar sjálvstøðugt kunnu undirskriva konventiónirnar og síðan
Bolognaavtaluna, ella um hetta verður gjørt umvegis Danmark.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
058.24 Spm D. N. Joensen frá B. M. Petersen - Limaskapur í European Higher Education Area (EHEA) og Erasmus+.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Birita Matras Petersen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Limaskapur í European Higher Education Area (EHEA) og Erasmus+
Spurningar:
1. Hvørji stig eru framd í arbeiðinum við føroyskum limaskapi í EHEA og Erasmus+?
2. Hvat er eftir at gera til tess at fáa fullan limaskap í EHEA og Erasmus+?
Viðmerkingar:
Hóast tøl hjá Studna staðfesta, at talið av lesandi undir hægri útbúgving í Føroyum er hækkað
seinastu tíggju árini, vísa tøl hjá Hagstovuni, at á leið 40 prosent í hvørjum árgangi flytur av
landinum, tá tey eru í tjúguárunum. Við støði í nýggjari kanning hjá Hægri Námi á Glasi eru
eisini greiðar ábendingar um, at ein stórur partur av ungdóminum ynskir at fara undir
útbúgving í øðrum londum. Sambært somu kanning er serliga Danmark landið, ið dregur
føroyska ungdómin at sær. Sostatt kann sigast, at Føroyar eru í kapping við umheimin, tá tað
ræður um útbúgving.
Gongd er í arbeiðinum við einum kampus til Fróðskaparsetur Føroya, ið er eitt fet á leiðini at
skapa eitt dragandi og livandi lestrarumhvørvi í Føroyum. Í strategiætlanini fram til 2030 hjá
Fróðskaparsetrinum verður víst á, at Føroyar skulu gerast limir í European Higher Education
Area (EHEA) og Erasmus+. Yvirskipaða endamálið við limaskapinum er at gerast partur av
einum størri evropeiskum útbúgvingarøki og samstarvi, umframt at tryggja altjóða flytføri hjá
lesandi, granskarum og undirvísarum á Fróðskaparsetrinum.
Í longri tíð hevur politiska skipanin arbeitt fram ímóti, at Føroyar skulu gerast partur av
EHEA. Harafturat hava lestrarfeløgini Meginfelag Føroyskra Studenta og Ráð Teirra Lesandi
á Fróðskaparsetrinum miðvíst virkað fyri, at Føroyar skulu gerast partur av Bolognaavtaluni
og EHEA.
Við føroysku útbúgvingarstovnunum hava ung og onnur møguleika at nema sær útbúgving, ið
er kjølfest í føroyskum viðurskiftum. Við limaskapi í EHEA og Erasmus+ fáa føroysk lesandi
fleiri møguleikar, eitt nú at taka ein part av útbúgvingini í øðrum londum. Til tess at fáa fullan
limaskap í EHEA og Erasmus+ skulu Føroyar lúka ávís krøv. Enn eru vit ikki komin á mál
við hesum arbeiðinum, og tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 26. november 2024
Birita Matras Petersen

-- 1 of 1 --