← Løgtingsmál

52-057/2024

Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. des. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
057.24 Svar frá D. Holm til B. M. Petersen - Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. des. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
9. desember 2024
Mál: 24/27103-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-057/2024
Svar til § 52 a fyrispurning frá Biritu Matras Petersen, løgtingskvinnu, settur
Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um
snarbussin millum Klaksvík og Tórshavn
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja túratalið á leið 401 hjá
Bygdaleiðum?
2. Eru ætlanir um at endurskoða leið 400 hjá Bygdaleiðum?
Svar til spurning 1 og 2
Tað eru ítøkiligar ætlanir um at gera tillagingar á leið 401 millum Tórshavn og Klaksvík
umvegis Eysturoyartunnilin. Strandferðslan er tó í tí støðu, at sáttmálabundnar
útreiðslur við bussveitarar gera, at verður koyrt oftari á leiðunum gjøgnum
Eysturoyartunnilin, krevur tað hægri játtan, eitt nú til fleiri ferðaætlanartímar og hægri
tunnilsgjøld, um tænastan á øðrum leiðum ikki skal skerjast. Tað er ein avbjóðing fyri
Strandferðsluna, at almenna ferðslan hjá bygdaleiðum, sum fer gjøgnum
gjaldstunlarnar, skal rinda fult gjald fyri hvønn buss. Hetta avmarkar smidleikan
munandi fyri at nýta eitt nú Eysturoyartunnilin til at betra tænastuna og koyritíðina
millum samanbundnu økini.
Strandferðslan hevur nýliga útvegað sær eina nýggja planleggingarskipan. Skipanin
verður klár at seta í verk tíðliga í 2025, og hon fer at gera tað munandi lættari at tillaga
og broyta ferðaætlanir, eins og tað verður lættari at fáa effektivari rakstur á verandi
leiðum.
Tillagingar skulu eisini gerast á ávísum leiðum millum Norðurøkið og Miðstaðarøkið,
eins og á leiðum millum hesi øki og leiðirnar til Vestmanna og vestur í Vágar.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Leið 400 hevur í nógv ár verið mest nýtta farleiðin, og í dag eru 15 ymiskar bygdaleiðir
bundnar saman við koyringini á hesi leið. Tí má nýggja planleggingarskipanin takast í
brúk, áðrenn munandi broytingar kunnu fyrireikast og setast í verk.
Tillagingar á leið 401 og á leiðunum millum Vesturøkið og Miðstaðar- og Norðurøkið
verða raðfestar frammarlaga, og tí kunnu broytingar væntast á hesum leiðum komandi
hálvárið. Landsstýrismaðurin vónar, at hetta fer at betra tænastuna og at eggja
ferðandi til at gagnnýta almennu flutningstænastuna á bygdaleiðum.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
057.24 Spm til D. Holm frá B. M. Petersen - Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Birita Matras Petersen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja túratalið á leið 401 hjá Bygdaleiðum?
2. Eru ætlanir um at endurskoða leið 400 hjá Bygdaleiðum?
Viðmerkingar:
Síðan Eysturoyartunnilin varð latin upp er tíðin, ið skal brúkast uppá ferðing, munandi stytt
hjá fleiri borgarum. Kortini tykist, at fólk í Norðoyggjum og í pørtum av Eysturoynni, ið
brúka almenna ferðasambandið, hava fingið minni gleði av Eysturoyartunlinum, síðan hann
varð tikin í nýtslu.
Leið 401 hjá Bygdaleiðum, Snarbussurin, ið koyrir millum Klaksvík og Tórshavn umvegis
Eysturoyartunnilin, koyrir til samans fýra túrar hvønn gerandisdag. Í vikuskiftunum eru eingir
túrar við leið 401. Orsakað av avmarkaða túratalinum við leið 401 er sostatt neyðugt hjá fleiri
at brúka leið 400, ið koyrir millum Klaksvík og Tórshavn umvegis Sundalagið. Verður hugt at
hagtølum hjá Strandfaraskipum Landsins fram til oktober í 2024 var talið av ferðandi við leið
400 66.520. Sostatt er talið á ferðandi við leið 400 kortini lutfalsliga høgt, men havast skal í
huga her, at túratalið hjá leið 400 er munandi hægri, tá borið verður saman við leið 401.
Við hesi leiðini er ferðingin kortini munandi meira tíðarkrevjandi fyri brúkarar, sammett við
lutfalsliga stutta túrin við leið 401. Hetta hevur við sær, at tað kann vera torført at leggja
gerandisdagin til rættis. Ein bilur er ein stór útreiðsla fyri fleiri, og skal ein regluliga ferðast
langt millum bústað og arbeiði ella útbúgvingarstað, kann almenna ferðasambandið vera
einasti mátin at ferðast uppá hjá summum.
Við einum álítandi og tryggum almennum ferðasambandi millum oyggjarnar við eitt nú
øktum túratali kann tað gerast høgligari og lættari hjá fólki at velja almenna ferðasambandið
til. Hetta kann vera við til at eggja borgarum til at velja ein meira umhvørvisvinarligan hátt at
ferðast millum oyggjarnar. Fyri at fáa greiðu á, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við
leið 401 og 400, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 26. november 2024
Birita Matras Petersen

-- 1 of 1 --