52-056/2024
Uppgerð av kommunuvalúrsliti
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
056.24 Svar frá B. K. Peteren til Ei. í Jákupsstovu - Uppgerð av kommunuvalúrsliti.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 27. november 2024 J. nr.: 24/26460-2 Viðgjørt: Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Uppgerð av kommunuvalúrsliti Spurningar: 1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur til uppgerð av kommunuvali ? 2. Um landsstýrismaðurin ikki er nøgdur við hetta, hvørji stig hevur hann so í hyggju at taka? Viðmerkingar: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevði 14. november grein á netsíðuni hjá Dimmalætting, har hann vísir á, at útrokningarhátturin, sum verður brúktur í samband við kommunuval, men farið er burtur frá til løgtingsval, er til beinleiðis fyrimun fyri størru flokkarnar. Í Havn merkti útrokningarhátturin til dømis, at størsti flokkurin Tjóðveldi fekk 4 umboð eftir verandi útrokningarhátti, men hevði fingið 3 umboð, um útrokningarhátturin við størsta brøki varð brúktur. Hetta gjørdist somuleiðis munurin á, um minni flokkurin Framsókn fekk umboðan ella ikki. Í Klaksvík gjørdist støðan, sambært samfelagsfrøðinginum, tann sama, har Fólkaflokkurin eftir verandi útrokningarhátti fekk 5 umboð og var líka við at fáa 6, meðan hátturin við størsta brøki, har allar atkvøður fáa sama virði, hevði givið Fólkaflokkinum 4 umboð, meðan Javnaðarflokkurin hevði komið upp á 2. -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Tá hesin spurningur verður reistur í samfelagnum, og spurnartekn harvið verður sett við javna virðið á atkvøðunum, verður mett hóskandi, at avvarðandi landsstýrismaður fyriheldur seg til spurningin. Á Løgtingi, 15. november 2024 Eirikur í Jákupsstovu Spurningur 1 Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur til uppgerð av kommunuvali ? Svarað verður undir einum D’Hondt útrokningarhátturin er ein væl kendur og nógv brúktur háttur at gera upp valúrslit og býta mandat. D’Hondt útrokningarhátturin tryggjar, at mandat verða býtt lutfalsliga í mun til atkvøður. Sum við øllum útrokningarháttum, eru eisini fyrimunir og vansar við D’Hondt háttinum. Av fyrimunum kunnu nevnast, at hann er nógv brúktur, einfaldur, lættur at skilja og harvið gjøgnumskygdur, sum alt annað líka er gott fyri fólkaræðið. Hinvegin ber D’Hondt í sær eina lutfalsliga skeikling í umboðanarbýti millum stórar og smáar flokkar. At smærri flokkar hava heldur torførari við at fáa umboðan í mun til størri flokkar, kann hava við sær, at fólk aftra seg við at atkvøða fyri nýggjum ella smáum flokkum, tí tey stúra fyri, at atkvøðan kann fara til spillis. At gáttin fyri smærri flokkar er lutfalsliga hægri, kann sjálvandi minka um fjølbroytni í politikki. Í 2010 var løgtingsvallógin broytt og farið var frá D’Hondt til størsta brøk. Í løtuni er eingin ætlan um at broyta útrokningarhátt fyri kommunuval, men tað hevur samstundis týdning, at vit geva okkum far um hvussu útrokningarhátturin, sum brúktur verður, ávirkar umboðanina av fólkinum. Tí tað er rætt, at smáu flokkarnir fáa eina lutfalsliga yvirumboðan í løgtingsvalið og tað øvugta, teir stóru flokkarnir og listarnir eru lutfalsliga yvirumboðaðir í kommuvali. Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður í lógarmálum -- 2 of 2 --
056.24 Spm. til B. K. Peteren frá Ei. í Jákupsstovu - Uppgerð av kommunuvalúrsliti.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Uppgerð av kommunuvalúrsliti Spurningar: 1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur til uppgerð av kommunuvali ? 2. Um landsstýrismaðurin ikki er nøgdur við hetta, hvørji stig hevur hann so í hyggju at taka? Viðmerkingar: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevði 14. november grein á netsíðuni hjá Dimmalætting, har hann vísir á, at útrokningarhátturin, sum verður brúktur í samband við kommunuval, men farið er burtur frá til løgtingsval, er til beinleiðis fyrimun fyri størru flokkarnar. Í Havn merkti útrokningarhátturin til dømis, at størsti flokkurin Tjóðveldi fekk 4 umboð eftir verandi útrokningarhátti, men hevði fingið 3 umboð, um útrokningarhátturin við størsta brøki varð brúktur. Hetta gjørdist somuleiðis munurin á, um minni flokkurin Framsókn fekk umboðan ella ikki. Í Klaksvík gjørdist støðan, sambært samfelagsfrøðinginum, tann sama, har Fólkaflokkurin eftir verandi útrokningarhátti fekk 5 umboð og var líka við at fáa 6, meðan hátturin við størsta brøki, har allar atkvøður fáa sama virði, hevði givið Fólkaflokkinum 4 umboð, meðan Javnaðarflokkurin hevði komið upp á 2. Tá hesin spurningur verður reistur í samfelagnum, og spurnartekn harvið verður sett við javna virðið á atkvøðunum, verður mett hóskandi, at avvarðandi landsstýrismaður fyriheldur seg til spurningin. Á Løgtingi, 15. november 2024 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --