52-055/2024
Fara stovnar landsins ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
055.24 Svar frá R. Vang til B. á Lakjuni - Fara stovnar landsins ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. des. 2024
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 29. november 2024 J. nr.: 24/26237-2 Viðgjørt: ASL Svar til §52a fyrispurning nr. 52-055/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum Spurningar: 1. Hvørjar eru royndirnar hjá landinum við at bjóða út alment? 2. Hví verða ásetingarnar um alment útboð ikki altíð hildnar? 3. Fær tað avleiðingar, um ein stovnur undir landinum ikki heldur ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð? 4. Er nøkur ætlan um at lækka upphæddarmørkini fyri, nær bjóðast skal út? Um ja, nær verður hetta so gjørt? Svar Ad 1: Viðvíkjandi royndinum av keypsrundskrivinum verður víst til ársfrágreiðingina um Keypsportalin fyri 2022, sum kom seint í 2023. Staðfest verður, at landið hevur havt góð úrslit av at bjóða út alment. Serliga, tá ið landsins stovnar bjóða út í felag. Gjaldstovan, sum umsitur Keypsportalin, mælir til, at landsins stovnar skulu bjóða meira út í felag – serliga við rammusáttmálum. Ad 2: Landsgrannskoðanin hevur staðfest, at fleiri stovnar ikki altíð fylgja reglunum í rundskrivinum um at bjóða vørur og tænastur vegna vantandi orku og royndir. Hetta hevur Gjaldstovan roynt at bøtt uppá við at átaka sær ein størri ráðgevandi leiklut og við vegleiðingum. Tað er helst ymisk viðurskifti sum gera galdandi fyri hví stovnar ikki fylgja rundskrivinum, sum t.d. at: • Stovnar latast vera óvitandi um krøvini • Stovnar hava ikki royndir ella dugir ikki at bjóða út • Stovnar hava ikki orku ella tíð at bjóða út, sum oftast tí farið verður ov seint í gongd • Stovnur hava longu keypt ein part frá veitara, sum man ynskir at halda fram við • Stovnar hava góðar royndir við verandi veitara • Stovnar hava forkærleika fyri ávísum merki av vøru ella tænastu. • Stovnar halda, at vøra ella tænasta er so serstøk, at hon ikki kann bjóðast út. • Stovnar halda, at eingin føroyskur veitari er. Hóast møguleiki er at søkja um undantak fyri at bjóða út, um grundgevingar eru fyri tí, so kemur tað oftani fyri, at stovnar heldur ikki gera tað. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Ad 3: Tað er eyðsæð, at um stovnar royna at sleppa undan ásetingunum í rundskrivinum, so máar hetta støði undan keypsrundskrivinum. Tí er neyðugt at landsstýrisfólk vísa ábyrgd og tryggja, at ásetingarnar í keypsrundskrivinum verða hildnar. Higartil hava avleiðingarnar verið, at Landsgrannskoðanin onkuntíð hevur víst á, at stovnur ikki hevur bjóðað ávíst keyp út, og á tann hátt hevur stovnurin komin í ringt ljós. Men møguleiki er fyri, at Fíggjarmálaráðið í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina lækkar játtanina hjá stovnum, sum mett verður ikki eru nóg virknir á Keypsportalinum. Um stovnur ikki bjóðar keyp út alment er helst orsøk til at halda, at játtanin er heldur rúmlig. Ad 4: Í ársfrágreiðingini um Keypsportalin fyri 2022 eru fleiri tilmæli um broytingar í keypsrundskrivinum. Arbeitt verður við at dagføra rundskrivið og at gera fleiri átøk fyri at kappingarútseta almenna keypið næstu árini. • Landsstýriskvinnan fer at taka málið upp við einstøku landsstýrisfólkini fyri at tryggja, at stovnar landsins frameftir í størri mun fylgja ásetingunum í rundskrivinum. • Herundir at tað eigur at fáa játtanarligar fylgjur, um tað verður staðfest, at rundskrivið ikki verður hildið • Eftirlitið við rundskrivinum skal betrast, millum annað við at stovnar eiga at vátta keyp, um tey eru kappingarútsett við serligari tøknligari loysn, sum Gjaldstovan mennir. • Ætlanin er eisini at fremja eina lækking av upphæddunum fyri nær bjóðast skal út og at dagføra sjálvan keypsportalin tøkniliga. Tinganes, 29. November 2024 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
055.24 Spm til R. Vang frá B. á Lakjuni - Fara stovnar landsins ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Fara stovnar landsins ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum Spurningar: 1. Hvørjar eru royndirnar hjá landinum við at bjóða út alment? 2. Hví verða ásetingarnar um alment útboð ikki altíð hildnar? 3. Fær tað avleiðingar, um ein stovnur undir landinum ikki heldur ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð? 4. Er nøkur ætlan um at lækka upphæddarmørkini fyri, nær bjóðast skal út? Um ja, nær verður hetta so gjørt? Viðmerkingar: Í rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum verður greitt ásett, at «Endamálið er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.» Í svari upp á § 52a fyrispurning frá Beini Johannesen í februar 2024 sigur landsstýriskvinnan, at reglurnar í rundskrivinum ikki altíð verða hildnar. Hetta ljóðar álvarsamt, tí landsins stovnar eiga altíð at hava sum aðalmál, at peningur skattaborgarans skal nýtast við størstu virðing og skynsemi. Verður hugt undir teigin «Farin útboð» á keypsportal.fo, ið er almenni útboðsportalurin, kann tað undra, at so fá tilboð verða umbiðin, tá hugsað verður um, hvussu nógvir og umfatandi stovnar landsins eru. Hóast rundskrivið letur upp fyri undantøkum og upphæddarmørkum, so er tað tó orðað sera greitt, tá sagt verður: «Sum meginregla eru øll keyp av vørum og tænastum fevnd av ásetingunum...» Tað er hugsandi, at mangt og mikið ikki verður boðið út, sum tað eigur at verða, og um tað er, so gongur tað í øllum førum beint ímóti endamálinum við at stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum. Tað kann ikki vera rætt, um tað er soleiðis, at stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð. Tískil verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 13. novembur 2024 Bárður á Lakjuni -- 1 of 1 --