← Løgtingsmál

52-054/2024

Avskrivingar fyri smærri íbúðarbyggingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
054.24 Svar frá R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - Avskrivingar fyri smærri íbúðarbygging.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 19. november 2024
J. nr.: 24/25886-2
Viðgjørt: JS
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Avskrivingar fyri smærri íbúðarbyggingar
Spurningar:
1. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan fyri sær, um markið í
avskrivingarlógini verða tillagað soleiðis, at smærri íbúðarverkætlanir – til dømis 4 eindir
– kunnu verða avskrivaðar eftir somu reglum sum íbúðarverkætlanir yvir 10 eindir?
Viðmerkingar:
Vinnuhúsið hevur ført fram, at tað er ein forðing fyri bygging av íbúðarverkætlanum hjá smærri
fyritøkum, at tað ikki eru somu avskrivingarreglur fyri verkætlanir uppá 10 eindir ella meira,
sum tað eru fyri verkætlanir við færri enn 10 eindum. Vinnuhúsið leggur upp til, at hetta talið
verður broytt, so tað til dømis verða 4.
Tað tykist sum, at alt samfelagið viðurkennir stóru bústaðaravbjóðingina, og tí er áhugavert at
vita, um nakrir møguleika liggja í hesum tankunum, ella um tað eru negativar avleiðingar, sum
hava við sær, at hetta ikki er vert at fara nærri inn í.
Á Løgtingi, 8. november 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar:
Eftir galdandi lóggávu kann skattlig avskriving ikki verða gjørd fyri útveganarvirði á
bygningum, sum verða nýttir til bústað. Fyri bygningar til útleiging við minst 10 íbúðum kunnu
skattligar avskrivingar gerast við upp til 7% av útveganarpeninginum fyri útveganarárið og 9
næstkomandi árini og síðan við upp til 2% hvørt av fylgjandi inntøkuárum.
Løgtingslóg um skattligar avskrivingar er frá 1971, og seinasta broytingin varð gjørd í 2001.
Tørvur er á ymiskum dagføringum.
Landsstýriskvinnan er sinnað at endurskoða treytirnar fyri at avskriva íbúðarbygningar hjá
teimum, sum byggja smærri bústaðareindir til útleiging, og undir hesum at viðgera, um markið á
10 íbúðir framvegis er hóskandi.
Arbeiðið at dagføra avskrivingarlógina er byrjað, og ætlandi verður lógaruppskot lagt fyri tingið
í komandi ári.
Tinganes, 19. november 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
054.24 Spm til R. Vang frá Ei. í Jákupsstovu - Avskrivingar fyri smærri íbúðarbygging.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Avskrivingar fyri smærri íbúðarbyggingar
Spurningar:
1. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan fyri sær, um markið í
avskrivingarlógini verða tillagað soleiðis, at smærri íbúðarverkætlanir – til
dømis 4 eindir – kunnu verða avskrivaðar eftir somu reglum sum
íbúðarverkætlanir yvir 10 eindir?
Viðmerkingar:
Vinnuhúsið hevur ført fram, at tað er ein forðing fyri bygging av íbúðarverkætlanum
hjá smærri fyritøkum, at tað ikki eru somu avskrivingarreglur fyri verkætlanir uppá 10
eindir ella meira, sum tað eru fyri verkætlanir við færri enn 10 eindum. Vinnuhúsið
leggur upp til, at hetta talið verður broytt, so tað til dømis verða 4.
Tað tykist sum, at alt samfelagið viðurkennir stóru bústaðaravbjóðingina, og tí er
áhugavert at vita, um nakrir møguleika liggja í hesum tankunum, ella um tað eru
negativar avleiðingar, sum hava við sær, at hetta ikki er vert at fara nærri inn í.
Á Løgtingi, 8. november 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --