← Løgtingsmál

52-053/2024

Forlongdar friðingar á landleiðini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. nov. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
053.24 Svar frá D. Holm til B. á Lakjuni - Forlongdar friðingar á landleiðini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
19. november 2024
Mál: 24/25789-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-053/2024
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-053/2024 frá Bárði á Lakjuni,
løgtingsmanni, settur Dennisi Holm, landsstýrismanni, um forlongdar friðingar á
landleiðini
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verður friðingin í Kassa I norður úr Mykinesi longd í 2025 á sama hátt, sum hon
bleiv í ár?
2. Verður friðingin í vestara parti av Geiranum norður úr Fugloynni longd í 2025 á
sama hátt, sum hon bleiv í ár?
3. Áttu søguliga frægar fiskileiðir, sum hava verið stongdar/friðaðar í mong, mong
ár, ikki at verið opnaðar aftur – í hvussu er partvís í eini royndartíð?
4. Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja? Er tað ikki eitt sindur løgið
fullkomiliga at friða og steingja frægar fiskileiðir í áratíggju og ikki at lata upp
aftur?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Eg skilji spurningin soleiðis, at spurt verður um tær broytingar, sum fyrr í ár vórðu
gjørdar í kunngerðini um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðunum. Broytingarnar,
sum m.a. fevndu um leiðir í kassa I og vestara part av Geiranum, bóru í sær, at
tíðarskeiðið fyri gýtingarfriðingini byrjar fyrr og endar seinni.
Broytingarnar vórðu, saman við øðrum stovnsrøktarátøkum, gjørdar fyri at verja
toskastovnin á landgrunninum, sum er mettur at vera sera illa fyri.
Ongar ætlanir eru í løtuni um at broyta galdandi kunngerð um tíðaravmarkað
veiðibann á gýtingarleiðum í teimum økjum spurt verður um.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Til spurning 3
Sum eg skilji spurningin, snýr hann seg um trolfriðingar á føroyska landgrunninum.
Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta reglurnar, sum friða ávísar leiðir í
føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.
Til spurning 4
Tá fiskileiðir í føroyskum sjógvi hava verið friðaðar, verður ofta skilt millum tvey
høvuðsendamál:
Tað fyrra er at skilja sundur reiðskap, húk og trol, sum illa fær roynt á somu leiðum
samstundis. Hetta var fremsta endamálið við meginpartinum av teimum stóru
trolfriðingunum, sum komu á landgrunninum í 1990-unum.
Hitt høvuðsendamálið við økisfriðingum er knýtt at lívfrøðiligu stovnsrøktini. Eitt dømi
um slíkar friðingar er tíðaravmarkað friðing av gýtingarleiðum, sum eru settar í verk fyri
at verja serliga gýtandi tosk, men eisini í ávísan mun gýtandi upsa. Gýtingarfriðingar
eru galdandi ein part av árinum í ávísum gýtingarøkjum. Annað dømi um friðingar,
sum skulu verja búøki, eru t.d. nøkur smá korall-øki, sum eru friðað fyri allari troling.
Harafturat verða fiskileiðir bráðfeingis stongdar, um íblandingin av ungfiski í veiðini er
ov stór.
Ongar fiskileiðir í føroyskum øki eru fullkomiliga friðaðar ella stongdar fyri fiskiskapi alt
árið.
Tað er rætt, at nógvar av trolfriðingunum hava verið galdandi óbroyttar í nógv ár, men
sum sagt, eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta regluverkið á økinum.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
053.24 Spm til D. Holm frá B. á Lakjuni - Forlongdar friðingar á landleiðini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Forlongdar friðingar á landleiðini
Spurningar:
1. Verður friðingin í Kassa I norður úr Mykinesi longd í 2025 á sama hátt, sum
hon bleiv í ár?
2. Verður friðingin í vestara parti av Geiranum norður úr Fugloynni longd í 2025
á sama hátt, sum hon bleiv í ár?
3. Áttu søguliga frægar fiskileiðir, sum hava verið stongdar/friðaðar í mong,
mong ár, ikki at verið opnaðar aftur – í hvussu er partvís í eini royndartíð?
4. Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja? Er tað ikki eitt sindur løgið
fullkomiliga at friða og steingja frægar fiskileiðir í áratíggju og ikki at lata upp
aftur?
Viðmerkingar:
Í svari upp á §52a fyrispurning í september í ár segði landsstýrismaðurin í fiskivinnu-
og samferðslumálum, at í dag eru umleið 56% av leiðunum innan fyri 300 m dýpi
stongdar fyri veiðu við troli alt árið, undantikið trolbátar, sum hava loyvi at trola eftir
flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið. Um gýtingarfriðingarnar verða lagdar
afturat, so eru umleið 69% av økinum innan fyri 300 metrar dýpdarkurvina heilt ella
partvíst friðað fyri trolveiðu. Flestu friðingar hava verið óbroyttar síðani í 1990unum,
og summar friðingar eru væl eldri enn tað.
Staðfestast kann, at friðingarnar fyri trolfiskiskap eru sera umfatandi, og tað sýnist at
vera torført at reka løngevandi vinnu. Sum steinur oman á byrðu vórðu friðingar í
Kassa I norður úr Mykinesi og í vestara parti av Geiranum longdar í mun til tað, sum
tær plaga at vera. Hesar friðingar komu sera illa við hjá einum parti av fiskiflotanum,
sum longu er sera sperdur. Spurningurin er so, um sama skil verður í 2025, sum tað
varð í ár. Hetta eigur vinnan í øllum førum at fáa at vita.
Tað er eisini upp á sítt pláss at spyrja nærri um friðingar og steingingar í heila tikið.
Stór øki, sum søguliga sæð hava verið frægar fiskileiðir fyri m.a. trolveiðu, hava verið
stongd í langa tíð, ja, í fleiri áratíggju í nógvum førum. Átti partur av hesum økjum
ikki at verið opnaður aftur í minsta lagi í eini royndartíð? Ella verður friðað og stongt
við tí fyri eyga, at hesi øki ongantíð skulu latast upp aftur?
Á Løgtingi, 7. novembur 2024
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --