52-052/2024
Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
052.24 Svar frá S. Bertholdsen til J. Dahl - Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. november 2024 HMR j. nr. 24/25814-2 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-052/2024 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvat er status við arbeiðinum at broyta lógina um heilsutrygd í sambandi við afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar? 2. Nær kann væntast nágreiniliga tíðspunktið, at lógaruppskot verður lagt fyri tingið? Svar: Til spurning 1 Lógaruppskotið um afturindan av heilsutrygdargjaldi er sent viðkomandi hoyringspørtum til hoyringar. Uppskotið sæst eisini á ummælisportalinum. Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 12. desember 2024. Til spurning 2 Tá hoyringarfreistin er úti, verða hoyringarsvarini viðgjørd í Heilsumálaráðnum. Miðað verður ímóti at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið í januar 2025. Heilsumálaráðið, 19. november 2024 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
052.24 Spm til M. Stórá frá J. Dahl - Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar Spurningar: 1. Hvat er status við arbeiðinum at broyta lógina um heilsutrygd í sambandi við afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar? 2. Nær kann væntast nágreiniliga tíðspunktið, at lógaruppskot verður lagt fyri tingið? Viðmerkingar: Útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya Rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægstarætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har. Útisiglarar og onnur, sum eru búsitandi í Føroyum, sum eru fevnd av “Nordisk konvention om social sikring”, og sum rinda fyri heilsutrygdarskipan í øðrum landi, hava ikki skyldu at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum og hava í mong ár av órøttum goldið til bæði Heilsutrygd og landið, har arbeiðsstaðið er í Norðurlondum. Landsstýriskvinnan sigur seg arbeiða við at tilevna lógaruppskot, sum gevur heimild til og ásetir, hvussu heilsutrygdargjaldið, sum er kravt frá omanfyri nevndu útisiglarum og øðrum, kann rindast aftur. Eftir løglistanum 2024 var ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið í oktober 2024. Tann 13. august 2024 svarar landsstýriskvinnan fylgjandi til undirritaða í einum § 52a fyrispurningi: ”Ætlanin er at leggja uppskot til løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi fyri Løgtingið í hesari tingsetuni.” Eitt nú hevur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, eisini eftirlýst einari loysn á hesum málinum. Onki lógaruppskot er enn lagt fyri Løgtingið, nú fyrsta hálvan av tingsetuni er við at vera liðug, og málið blívur við at draga út. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. november 2024 Johan Dahl -- 1 of 1 --