52-051/2024
Koppsetingar fyri skáldkoppar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
051.24 Svar frá S. Bertholdsen til Ei. í Jákupsstovu - Koppsetingar fyri skáldkoppar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. november 2024 HMR j. nr. 24/25525-4 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-051/2024 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi koppsetingar fyri skáldkoppar frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni. Spurningur: 1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um møguleikan at gera koppseting fyri skáldkoppar til part av koppsetingarætlanini fyri børn í Føroyum? Svar: Heilsumálaráðið hevur spurt Sundhedsstyrelsen um ætlan er at koppseting fyri skáldkoppar verður partur av koppsetingarætlanini fyri børn. Sundhedsstyrelsen hevur svarað, at enn er støða ikki tikin til málið, men tey fara at viðgera málið á fundi seinni í november. Heilsumálaráðið fylgir neyvt við, hvat hendir viðvíkjandi tilboðum um koppsetingar, og Heilsumálaráðið fer somuleiðis at fylgja neyvt við, um tað verður mælt til at koppseta børn fyri skáldkoppar. Verður tilboð um ókeypis koppseting fyri skáldkoppar sett í verk í Danmark, fara vit at viðgera, um sama tilboð skal setast í verk í Føroyum. Heilsumálaráðið, 15. november 2024 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
051.24 Spm til M. Stórá frá Ei. í Jákupsstovu - Koppsetingar fyri skáldkoppar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Koppsetingar fyri skáldkoppar Spurningar: 1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um møguleikan at gera koppseting fyri skáldkoppar til part av koppsetingarætlanini fyri børn í Føroyum? Viðmerkingar: Í Danmark hava barnalæknar í rúma tíð víst á, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri børnini, um tey sluppu undan at gerast sjúk av skáldkoppum. Politikarar og onnur hava víst á, at hetta hevði verið ein fyrimunur fyri arbeiðsútboð, arbeiðsmarknað og annað, um børnini ikki gjørdust sjúk av skáldkoppum, og foreldur harvið ikki skuldu vera heima við børnunum hesar dagarnar. Somuleiðis hevur verið víst á, at tað gevur ein sosialan ójavna, at summi sjálvi rinda fyri koppseting fyri skáldkoppar og tí ikki verða rakt av negativu avleiðingunum av skáldkoppum. Á Løgtingi, 5. november 2024 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --