← Løgtingsmál

52-050/2024

Tunnil til Vestmanna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. nov. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
050.24 Svar frá D. Holm til G. Sundstein - Tunnil til Vestmanna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
19. november 2024
Mál: 24/25439-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-050/2024
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-050/2024 frá Grími Sundstein,
løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum,
Dennis Holm, um tunnil til Vestmanna
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna ?
2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga
raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst ?
3. Fer arbeiðið at fyrireika og prosjektera tunnil til Vestmanna at halda fram
komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til
Vestmannatunnilin fyri 2025 og frameftir ?
Svar til spurning 1
Farleiðin til Vestmanna er sum heild góð, men tað kann vera trupult at koyra á vetri fyri
hálku og vindi, serliga á Høgareyni. Umstøðurnar eru tó ikki øðrvísi enn á øðrum
fjallavegum kring landið.
Landsverk røkir vetrarhaldið væl. Vegirnir verða saltaðir regluliga, og kavi verður grivin
nakrar dagar um árið. Av og á verður rátt frá at koyra vegna veður. Tað kemur fyri, at
Vestmannavegurin verður stongdur, eins og aðrir fjallavegir.
Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvørt ein tunnil skal gerast til
Vestmanna. Tó hevur játtan verið sett av til at kanna, hvørjar loysnir kundu verið.
Í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum ymiskum tunnilsloysnum, har onnur
loysnin er ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna, sum er 4,2 kilometrar langur. Hin loysnin
er ein tunnil úr Leynum til Vestmanna, sum er 6,2 kilometrar langur. Jarðfrøðiligar
kanningar eru gjørdar í hesum sambandi.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Landsverk hevur samskift við Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu um
linjuføringarnar, og nakrar tillagingar verða gjørdar.
Ein tunnil millum Kvívík og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 650 mió. kr.
við 40% váðaískoyti. Ein tunnil millum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta
umleið 950 mió. kr., við einum váðaískoyti uppá 40%.
Svar til spurning 2
Viðvíkjandi íløguætlanini verður árligi játtanarkarmurin 600 mió. kr. næstu árini, og tí
hevur verið neyðugt at raðfest. Innan íløgur í til dømis alla vegagerð (vegir, tunlar og
brýr), sum Landsverk fyrisitur, lækka játtanirnar frá 329 mió. kr. í 2024, til 73,6 mió. kr.
í 2025 eftir fíggjarlógaruppskotinum. Síðani verður játtanin til vegagerð 61,4 mió. kr. í
2026 og 80,4 mió. kr. í 2027.
Íløguætlanin verður dagførd javnan, og tí ber ikki til at tosa um nakra endaliga
raðfesting innan tunnilsgerð. Neyðugt er við breiðum, politiskum semjum um, hvørjar
íløgur skulu gerast í infrakervið komandi árini.
Svar til spurning 3
Sum tilskilað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera
Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at
vera liðugt fyrireikaður og prosjekteraður.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
050.24 Spm til D. Holm frá G. Sundstein - Tunnil til Vestmanna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum
Evni: Tunnil til Vestmanna
Spurningar:
1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna ?
2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga
raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst ?
3. Fer arbeiðið at fyrireika og projektera tunnil til Vestmanna at halda fram
komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til
Vestmannatunnilin fyri 2025 og frameftir ?
Viðmerkingar:
Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2025, stendur m.a. at ‘Vestmannatunnilin verður
fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan
farið undir Vestmannatunnilin.’
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, er 1 mió. kr. sett av til tunnil til Vestmanna í 2024,
men onki komandi árini! Til samanberingar hevði undanfarna samgonga í sínum
seinasta fíggjarlógaruppskoti játtað 75 mió. kr. til Vestmannatunnil í 2025.
Nú arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd, kann væntast at ferð eisini
kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá
Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’, kann
tað tykjast sum ein andsøgn, at ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til hendan
tunnilin komandi árini.
Farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta ikki koyrandi í
vetrarhálvuni fyri vindi og kava.
Umframt vestmenningar og avbygdarfólk koyra eisini bussar við skúlanæmingum,
tangabilar ísv. aling, lastbilar við farmi og framleiðslu, umframt á leið 40.000 ferðafólk,
ið ferðast um Høgareyn í summarhálvuni.
Fyri at fáa greiðu á støðuni viðvíkjandi Vestmannatunlinum verður hesin fyrispurningur
settur.
Brot úr fíggjarlógini 2025 – s.118
Virksemisyvirlit: 10 Nýgerð av landsvegum
2022 2023 2024 2025 2026 2027
R R J F Æ Æ
30. Tunnil til Vestmanna 1.067 642 1.000 - - -

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 4. november 2024
Grímur Sundstein

-- 2 of 2 --