52-049/2024
Útbúgva fleiri til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
049.24 Svar frá D. N. Joensen til H. Jensen - Útbúgva fleiri til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 12. november 2024 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-97 100 Tórshavn Viðgjørt: - Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-049/2024, eftir § 52 í Tingskipanini, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um at útbúgva fleiri til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er ætlanin at seta útbúgving í gongd aftur at útbúgva fólk til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál? 2. Um ja, hvussu verður útbúgvingin skipað, og nær væntast hon at byrja? Svar Til 1: Tað er eingin ítøkilig ætlan í løtuni at seta somu útbúgving í gongd aftur, sum hevur verið gjøgnumførd. Sambært Undirvísingarstýrinum er kostnaðurin fyri 28 lesandi, um hildið verður fram við sama leisti sum seinast, uml. 8. mió. íroknað lestrargjald og niðurskurð fyri lærarar, ið taka útbúgvingina. Um útbúgvingin skal fremjast í sama líki, so er neyðugt, at hetta verður uppraðfest fíggjarliga. Hetta kundi verið liður í nýggju integratiónslógini, sum verður fyrireikað. Námsvísindadeildin arbeiðir við einum nýggjum leisti at skipa eftirútbúgvingar til lærarar í fólkaskúla og á miðnámi. Sambært hesum leistinum verða hesar útbúgvingar skipaðar við ávísum kravdum skeiðum og valskeiðum. Í hesum sambandi verður ætlandi eitt skeið í føroyskum sum annaðmál á 7,5 ECTS boðið út á heysti 2025 og eitt afturat í føroyskum sum annaðmál á 7,5 ECTS á vári 2026. Í fyrstu syftu er hetta ikki ein beinleiðis eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál, men skeið, sum kunnu ganga inn í fleiri útbúgvingar og eftirútbúgvingar. Tó er ætlanin, at ein eftirútbúgving komandi árini verður í føroyskum sum annaðmál, har omanfyri nevndu skeið innganga.. Til 2: Sum nevnt er eingin ítøkilig ætlan í løtuni at bjóða somu útbúgving út aftur. Men arbeitt verður við eini nýggjari eftirútbúgvingarskipan, har eftirútbúgvingarskeið í føroyskum sum annaðmál kemur at verða ein týðandi partur. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Nevnast kann eisini, at júst nú verður lýst við einum adjunkt- ella lektarastarvi í føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini, har viðkomandi kann vænta at arbeiða og undirvísa tvørtur um deildir, eitt nú á Námsvísindadeildini. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
049.24 Spm til D. N. Joensen frá H. Jensen - Útbúgva fleiri til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Útbúgva fleiri til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál Spurningar: 1. Er ætlanin at seta útbúgving í gongd aftur at útbúgva fólk til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál? 2. Um ja, hvussu verður útbúgvingin skipað, og nær væntast hon at byrja? Viðmerkingar: Tað er væl kent, at stór tilflyting er og hevur verið til Føroya nú í rúma tíð. Fólk úr nærum øllum heiminum koma higar at arbeiða og búgva, og tað gevur okkum nýggjar uppgávur at loysa sum land, kommunur, stovnar og vinnulív. Ein týdningarmikil partur av eini væleydnaðari integratión (samlaging) er, at tilflytarar læra føroyskt væl og virðiliga. Tí varð útbúgving í tíðarskeiðinum 2019 -2023 fyrireikað og framd á Fróðskaparsetri Føroya fyri tey, sum skulu undirvísa í føroyskum sum annaðmál, sum partur av eini heildarætlan fyri tilflyting og integratión. Hendan útbúgving er gjøgnumførd einaferð, og tey, sum tóku prógv, eru í fullum virksemi kring landið sum lærarar hjá tilflytarum. Men enn eru mong, sum ikki hava lært føroyskt, og enn eru mong, sum antin undirvísa ella í framtíðini skulu undirvísa útlendingum í føroyskum, sum ikki hava fingið útbúgving ella eftirútbúgving í hesum serstaka førleika. Tað er sera týdningarmikið, at hildið verður fram at tryggja føroyska samfelagnum hesar førleikar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, samstundis sum arbeitt verður við at fáa fleiri av tilflytarunum ígjøgnum skeiðini í føroyskum. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 31. oktober 2024 Hanna Jensen -- 1 of 1 --