← Løgtingsmál

52-048/2024

Leiguinntøkur skattast í kommunu, har húsið stendur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. nov. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
048.24 Svar frá R. Vang til H. Jensen - Leiguinntøkur skattast í kommunu, har húsið stendur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 13. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 12. november 2024
J. nr.: 24/25268-2
Viðgjørt: DH
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-048/2024 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálaum, Ruth Vang, um leiguinntøkur skattast í kommunu,
har húsið stendur.
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Leiguinntøkur skattast í kommunu, har húsið stendur
Spurningar:
1. Verður arbeitt við at gera lóggávu, sum tryggjar, at skattur av húsaleigu fer til ta
kommununa, har húsið er stendur?
2. Um ja, hvussu verður skipanin væntandi sett saman?
3. Um ja, hvussu gongur við málinum, og nær kann væntast at lógaruppskot kemur í
Løgtingið?
Spurningur 1
Í dag er skipanin soleiðis, at tá ið talan er um bruttohúsaleigu, so fer kommunuparturin av
skattinum altíð til kommununa, har ognin er.
Tá ið talan er um uppgerð av húsaleigu við roknskapi, so má borgarin siga TAKS frá, at ognin
ikki er í bústaðarkommununi, til dømis við at upplýsa matrikul nummar. Um hetta verður
upplýst, so hevur TAKS møguleika at tryggja, at skatturin fer til atvinnukommununa.
Fíggjarmálaráðið arbeiðir í løtuni við lóggávu, sum tryggjar, at skatturin av húsaleigu fer til
kommununa, har húsið stendur (atvinnukommununa).

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Spurningur 2
Sambært galdandi lóggávu, verður skatturin frá húsaleigu, sum er gjørdur upp eftir
bruttoskipanini, býttur millum atvinnukommununa og landið.
45% fer til atvinnukommununa og 55% fer til landskassan.
Er talan um uppgerð av húsaleigu eftir roknskapi, kann atvinnukommunan fáa kommunuskattin
av tí inntøkuni.
Ætlanin er, at skatturin av húsaleigu frameftir fer 100% til atvinnukommununa.
Spurningur 3
Uppskotið, sum er í gerð, snýr seg bæði um landtíðarleigu og stuttíðarleigu, men enn er ov
tíðliga at siga, hvussu endaliga uppskotið verður skipað.
Lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið á vári 2025.
Tinganes, 12. novembur 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
048.24 Spm til R. Vang frá H. Jensen - Leiguinntøkur skattast í kommunu, har húsið stendur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 31. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Leiguinntøkur skattast í kommunu, har húsið stendur
Spurningar:
1. Verður arbeitt við at gera lóggávu, sum tryggjar, at skattur av húsaleigu fer til
ta kommununa, har húsið er stendur?
2. Um ja, hvussu verður skipanin væntandi sett saman?
3. Um ja, hvussu gongur við málinum, og nær kann væntast at lógaruppskot
kemur í Løgtingið?
Viðmerkingar:
Evnini bústaður, hús, heim og útleiga, bæði langtíðar og stuttíðar, eru tíðarbær, m.a. tí
mongum vantar bústað, og mong hús standa tóm kring landið. Eisini snýr umrøðan
seg nógv um, hvat slag av býlum skulu byggjast, sethús ella íbúðir, og um hvør skal
byggja, og hvussu tryggjast kann, at møguleiki framvegis kann vera at búgva um alt
landið.
Ein partur av hesum víðfevnda evni snýr seg um tær kommunur, har hús m.a. standa
tóm, og eingin skattur tí kemur inn í kommunukassan haðani, tó at kommunur hava
ávísar útreiðslur av at veita tænastur.
Ein annar partur av hesum evni snýr seg um skatt av leiguinntøkum av húsum, sum
standa um alt landið. Tí tað er væl kent, at stórur eftirspurningur er eftir at sleppa at
leiga býli, bæði til langtíðarbústað og til summarbústað.
Fyri tær kommunur, har færri og færri búgva fast í húsunum í bygdunum, kann tað
heilt víst hava stóran týdning, um skattaskipanin verður broytt soleiðis, at skattur av
húsaleigu fellur til ta kommununa, har húsið stendur.
Sum skilst hevur verið ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at gera slíka lógarbroyting fyri
skatt av húsaleigu. Harumframt hevur ein bruttoskattaskipan fyri stutttíðarleigu verið
nevnd, sum ætlandi skal skipa skattauppgerð av m.a. summarhúsum, og har allar
slíkar inntøkur eisini skulu skattast í kommununi, har býlið stendur.
Allur bati bøtir, og tað er áhugavert at fáa greiði á, um ein slík skipan kann koma
kommunum við mongum útleigaðum býlum, til langtíðarbústað og stuttíðarbústað, til
góðar sum skjótast. Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 31. oktober 2024
Hanna Jensen

-- 1 of 1 --