52-047/2024
Tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
047.24 Svar frá A. V. Johannesen til B. S. Nielsen - Tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 047/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar løgmaður at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum ? Svar: At halda aftur í útreiðsluvøkstrinum er eitt áhaldandi arbeiði, sum landsstýrið arbeiðir við. Eftir valið í 2022 hækkaði talið av landsstýrisfólkum úr sjey upp í níggju. Samgongan ynskti politiskt at uppraðfesta umhvørvismál, sum tí fekk sítt egna Umhvørvismálaráð, umframt at eitt Barna- og útbúgvingarmálaráð varð stovnað við tí endamáli at tryggja at børn í Føroyum ikki detta niður ímillum skipanir, sum ikki virka nóg væl saman, tí tær eru undir ymiskum málsøkjum. Samgongan hevur ongar ætlanir um at niðurraðfesta umhvørvismál, og tí er nýtt landsstýrisfólk sett í umhvørvismálum. Í Tinganesi, 8. november 2024 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 1 of 1 --
047.24 Spm til A. V. Johannesen frá B. S. Nielsen - Tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum Spurningar: 1. Ætlar løgmaður at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum ? Viðmerkingar: Sambært landsstýrinum er neyðugt at gera tillagingar og sparingar fyri at fáa haldføri í føroyska búskapin. Hetta sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum sum sparingar innan sokallaðu bleytu økini: almannaøkið, heilsuøkið og skúlaverkið. Sparingarnar raka fyrst og fremst tey, sum hava hjálp fyri neyðini. Sum liður í at tálma útreiðslurnar verða treytirnar fyri at fáa rætt til tillagað starv herdar. Hetta rakar tey, sum annars vilja geva sítt íkast til samfelagið, men hetta gerst nú truplari. Fyri einstaklingin kemur tað illa við ikki at sleppa uppí part at byggja samfelagið upp, og fyri samfelagið merkir hetta minni framleidni. Ætlanin er, at fólkaskúlin skal spara 5 mió. kr., men trupult hevur verið at fingið upplýst, hvat hesar sparingar merkja. Verða færri størv í fólkaskúlanum, gongur hetta út yvir teir veiku næmingarnar. Heilsuverkið skal spara 1%, og tað merkist hjá teimum sjúku og veiku. Tá samgongan varð skipað, segði løgmaður, at hóast fleiri aðalráð vórðu upprættað, skuldi miðfyrisitingin ikki kosta fleiri almennar skattakrónur, men tað er staðfest, at tað ger hon, nú skjótt tvey ár eru farin av valskeiðinum. Í løtuni eru umframt løgmann, 7 landsstýrisfólk í starvi, eitt færri enn tað hevur verið, og tí er spurningurin, um løgmaður ætlar at brúka hetta høvið at lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum fyri at betra haldførið. Á Løgtingi, 29. oktober 2024 Bárður á Steig Nielsen -- 1 of 1 --