← Løgtingsmál

52-046/2024

Eysturlund

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. nov. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
046.24 Svar frá A. V. Johannesen til B. S. Nielsen - Eysturlund.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. nov. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Umhvørvismálaráðið Tórshavn, tann 9. november 2024
J. nr.: 24/25091-2
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-046/2024 eftir § 52a í Tingskipanini, frá Bárði á Steig
Nielsen, løgtingsmanni.
1. Ætlar løgmaður at geva loyvi til Eysturlund ?
2. Um ja, nær kann roknast við at loyvi verður givið ?
Svar:
Til fyrra spurningin kann eg upplýsa, at í januar í ár móttók Umhvørvisstovan eina umsókn frá
Eysturlund, har søkt varð um loyvi til eina vindmyllulund á 100 MW við egnum elneti frá
eystursíðuni á Lambavík til Fuglafjarðar.
Umhvørvisstovan málsviðger umsóknirnar, tí heimildirnar at veita loyvi eftir lógini, eru lagdar til
Umhvørvisstovuna at umsita.
Umhvørvisstovan hevur skrivliga í mai upplýst umsøkjaran um, at ein umsókn um loyvi at
framleiða 100 MW el úr vindi, útloysir krav um alment útboð eftir lógini, áðrenn nakað
framleiðsluloyvi kann latast. Umhvørvisstovan hevur somuleiðis upplýst umsøkjaran um, at onki
elnet kann leggjast uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni. Henda rættarstøða verður av
Umhvørvisstovuni mett galdandi, óansæð um støða verður tikin til málið eftir elveitingarlógini,
sum var galdandi, tá umsóknin frá Eysturlund varð latin inn, ella eftir galdandi lóg um el og
fjarhita.
Umsøkjarin hevur hinvegin í juni víst á, at tað ikki er neyðugt við framleiðslu- og netloyvi, tí at
framleiðslan ikki verður framleidd til eitt elnet at flyta ravmagn til brúkara. Hesum er
Umhvørvisstovan ikki samd í. Umhvørvisstovan hevur tí á fundi í juli boðað umsøkjaranum frá,
at ikki er heimild at veita loyvi til ætlaðu verkætlanina. Enn hevur Umhvørvisstovan ikki
móttikið viðmerkingar frá umsøkjaranum hesum viðvíkjandi, men metir málið verða búgvið til
endaliga avgerð innan stutta tíð.
Til seinna spurningin kann eg upplýsa, at sambært tíðarfestu og góðkendu útbyggingarætlanini,
sum Umhvørvisstovan og SEV lótu úr hondum í 2023, verða 5 almenn útboð av vindorku
skipaði komandi 5 árini. Sambært hesi ætlan, verður loyvi til elframleiðslu úr vindorku við
Glyvrafjall boðið alment út longu komandi ár.
Sambært útbyggingarætlanini verða einans 25 MW boðin út í 2025, hóast orkumyndugleikin er
vitandi um, at møguleiki er fyri at framleiða meira við Glyvrafjall. Hugsanin er, at talan skal vera

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
um stigvísa útbygging, so at rímilig javnvág er millum útboð og eftirspurning umframt at
útbyggingin av elnetinum skal fylgja við á einum fíggjarliga skynsamum grundarlagi.
Fer eftirspurningurin eftir el og øðrum orkukeldum brádliga at økjast nógv og skjótt, so er orsøk
at endurskoða og tillaga útbyggingarætlanina samsvarandi.
Sum skipanin er í dag, og við tí semju, sum varð gjørd millum landsstýrið og SEV í 2022, so er
og verður tað SEV, sum eigur og rekur samhaldsfasta elkervið í landinum. Skal hetta broytast,
mugu lógarbroytingar gerast og helst mugu samráðingar takast upp við kommunurnar og SEV
hesum viðvíkjandi.
Tá tað er sagt, so er tað týðandi at fáa framt grøna orkuskiftið skjótt og væl innan teir geirar, sum
geva størst samfelagsgagn uttan at seta samhaldsføstu el-skipanina í váða. Møguliga er tíðin
eisini búgvin til, at nýggj tvørgangandi samstørv verða skipað millum almenna og privata geiran
fyri at skunda undir orkuskiftið og orkuútbyggingar úr varandi orkukeldum. Hetta er vert at
kanna nærri, so støða eisini kann takast til, hvussu vit fáa tunga ídnaðin og skipaflotan við í
grøna orkuskiftið.
Umhvørvismálaráðið, 9. novembur 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
046.24 Spm til A. V. Johannesen frá B. S. Nielsen - Eysturlund.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Eysturlund
Spurningar:
1. Ætlar løgmaður at geva loyvi til Eysturlund ?
2. Um ja, nær kann roknast við at loyvi verður givið ?
Viðmerkingar:
Nú er ein tíð farin, síðan tað frættist um eina stórsligna ætlan at framleiða grøna orku
til vinnuna, sum vil hava grøna orku, við vindmyllulundini Eysturlund. Íleggjararnir
eru klárir at fara í gongd, men bíða eftir neyðugum loyvum. Vindmyllulundin skal
kunna framleiða 350GWt, sum er tríggjar og eina hálva ferðir meir enn vindmyllulundin
við Gellingarklett.
Nú vindmyllulundin við Gellingarklett hevur verið virkin í tvey ár kann staðfestast, at
føroyska samfelagið hevur spart 28.000 tons av olju, omanfyri 85.000 tons minni CO2-
útlát í mun til, um henda orka varð framleidd á oljurikna Sundsverkinum. Í krónum er
sparingin omanfyri kr. 100 mió.
Sambært framleiðsluroknskapinum hjá SEV vórðu í 2023 framleiddir 458 GWt, herav
eru áleið 65GWh frá Gellingarkletti. Framleiðslukostnaðurin uttan vindmyllulundina
við Gellingarklett hevði verið 107 oyru (491Mkr./458GWh), og við framleiðsluni frá
lundini við Gellingarklett er framleiðslukostnaðurin 96 oyru (441Mkr./458GWh). Hetta
er ein sparing fyri brúkaran á 14 oyru KWh við meirvirðisgjaldi og ein sparing fyri
húsarhald og vinnu á 10% í framleiðslukostnaði.
At seta vindmyllur upp má gerast um summarið, og um møguleiki skal verða at fáa
vindmyllulundina upp í 2026, má loyvi fáast til vegar, so fyrireikingarnar kunnu fara í
gongd og vindmyllurnar bíleggjast. Skal grøna orkuskiftið fremjast til gagns fyri
borgarar og vinnu, hevur tað týdning, at tey, ið bjóða seg fram, fáa møguleikan, og tí
verður spurt, um løgmaður ætlar at geva loyvi til Eysturlund og nær.
Longur vit bíða, dýrari verður tað fyri samfelagið og umhvørvið.
Á Løgtingi, 29. oktober 2024
Bárður Á Steig Nielsen

-- 1 of 1 --